Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 196 - 11. oktober 2001 Nr. 196 - 11. oktober 2001 3 – Útbygningurin, sum verður bygdur á Landssjúkrahúsinum í løtuni verður væntandi liðugur í juni 2003. Bygningurin verður í fimm hæddum, og kemur ein stórur partur av virksemin- um hjá landssjúkra- húsinum at ganga fyri seg har ÚTBYGGING Ingrid Bjarnastein Seinastu tíðina hevur verið rættiligt rok heimanfyri Landsjúkrahúsið. Hetta rok kemst av útbygging av Landsjúkrahúsinum, og heldur hon helst fram heilt til juni í 2003. Sjúkrahúsleiðarin, Jóanis Erik Køtlum, hevur verið formaður í bygginevndini, men nú tá hann hevur sagt seg úr starvi, hevur Kristian Rasmussen, verkfrøðingur, tikið yvir fyribils. – Arbeiðið er komið rættiliga langt, sigur Krist- ian Rasmussen. – Ætlanin er, at øll inni- lokingin, tað vil siga betongarbeiðið, skal verða liðugt til apríl komandi ár, og tað sær út til at halda. Í løtuni verður arbeitt við fjórðu hædd, sum er næst- seinasta hæddin. Fimm ymiskar fyritøkur eru við í arbeiðinum. Inni- lokingini tekur danska felagið Pil & Søn sær av, umframt øllum timburar- beiðinum. Eitt annað danskt felag, Glenco Vsk., tekur sær av ventilatión, hita, saniteti og tí, sum hartil hoyrir. El-arbeiðið hevur KB El-teknik undir hond, málarameistari er Henning Sørensen og gólv- áleggjari er Eyðfinn Eyð- unsson. Niðasta hæddin skal hava laboratorium og nakað av tøknini. Á aðru hædd verð- ur skaðastovan, intensiv deild, viðrakning, móttøka og forhøll. Triðja hæddin verður ein skurðdeild. Medisinska deild skal halda til á fjórðu hædd, og á fimtu og seinastu hæddini, verður ein nýtmótans seingjadeild. Hetta er ein seingjadeild, ið uppfyllir øll krøv, sum verða sett til eina tílíka deild í dag. Har fara til dømis at vera tvey-songs- stovur við egnum bað og WC. Sambært Kristian Ras- mussen hevur Landssjúkra- húsið slíkar stovur sum er, men tær eru als ikki í somu dygd, sum tær, ið bygdar verða nú. Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum á ymiskan hátt vóru við til at gera føðingardagin hjá mær, sum varð hildin í Skálanum 10.08.2001, so hugna- ligan og ógloymandi. Takk øll somul fyri gávur og uppringingar. Ser- støk tøkk til kokkarnar og forstandaran. Heilsan Maria Útbyggingin á Lands- sjúkrahúsinum liðug í 2003 Jóhan M. Mac Donald, sum stendur fyri byggingini av einum sethúsum úti í Bakka, ætlar sær ikki at steðga arbeiðnum, fyrr enn fútin setir forboð. Hann metir seg hava eitt lógligt byggiloyvi, og tí er eingin orsøk hjá honum at steðga. Annars finst hann harðliga at málsvið- gerðini hjá Lands- stýrinum FÚTAFORBOÐ Stefan í Skorini Mikudagin skuldi Føroya Fútarættur taka støðu í málinum um byggingina av einum sethúsum á eini neystatekju úti í Bakka í Tinganesi í Havn. Málið verður ístaðin tikið upp hósmorgunin kl. hálvgum níggju, tí annar sakførarin fekk ikki møtt upp til ásettu tíðina mikudagin. Tórshavnar Býráð hevur biðið fútarættin um at seta fútaforboð móti bygging- ini, tí landsstýrið hevur givið greið boð um, at býráðið hevur givið eitt ólógligt byggiloyvi. Byggi- samtyktin fyri økið skal broytast, áðrenn byggingin kann halda fram, eru boðini úr landsstýrinum. Tí kennir býráðið seg kroyst til at fara í fútarættin fyri at steðga henni, hóast loyvi av fyrst- an tíð er givið. Landsstýrið gav býráð- num endalig boð um at steðga byggingini longu 3. oktober, men Jóhan M. Mac Donald, sum byggir húsini, heldur fram við arbeiðnum, til fútaforboðið er sett í gildi. Hann heldur, at hann hevur eitt lógligt og undir- skrivað byggiloyvi, og tí fara hansara arbeiðsmenn ikki at leggja amboðini frá sær, fyrr enn fútin hevur tikið støðu. Jóhan dylur ikki fyri, at hann hevur góðar vónir til rættarmálið í fútarættinum. Hann væntar ikki, at bygg- ingin fer at steðga í dag, hósdagin, eftir at málið hevur verið fyri, tí hann hevur eitt lógligt byggi- loyvi. Hann leggur afturat, at tað kann ikki vera rætt, at hann skal svíða fyri, at umsitingin hevur gjørt ein brølara í hesum málinum. Vánalig embætisførsla Jóhan er ikki sørt firtin um ta viðferð, hann hevur fing- ið av landsins myndug- leikum í hesum málinum. Hann vísir á, at tann upp- runaligi leigusáttmálin lá í landsstýrinum í tvey ár, áðrenn hann varð góðtikin. Tá skuldi alt verið í lagi. Men tá grannarnir Ólavur Ellefsen og Jonhard Eliasen kæra málið til landsstýrið nú í summar, so verður byggingin steðgað, og tað heldur Jóhan ikki er í lagi. Jógvan Arge hevur ann- ars í bløðunum víst á, at býráðið hevur borið seg ógvuliga skeivt at í hesum máli. Tí var tað ikki løgið, at býráðið fekk málið aftur í høvdið. – Talan er ikki um eitt lítið frávik í byggisam- tyktini, men hinvegin um eitt frávik, sum krevur, at býráðið tekur samtyktina til ítøkiliga viðgerð, sigur Jógvan Arge. Hann vísir á, at ein minniluti í býráðnum, Hildur Eyðunsdóttir, Jógv- an Arge og Heðin Morten- sen, vísti á, at byggisam- tyktin mátti til viðgerðar, áðrenn byggingin kundi byrja, men at meirilutin bara koyrdi málið ígjøg- num uttan neyðug loyvi. Hann leggur afturat, at mannagongdin er skilaleys og sømir seg ikki tí komm- unala myndugleikanum í høvuðsstaðnum. Heðin Mortensen sigur við Dimmalætting, at hann roknar ikki við, at húsini verða tikin niðuraftur. Tey kunnu verða brúkt til onnur endamál, tá tey eru liðug. TÍÐINDASKRIV Komandi vikuskifti skipar Musica Viva fyri tveimum kirkjukonsertum. Tað eru teir báðir Sámal Petersen, violin og Nikolaos Kapnas, bratsj, ið fara at framføra duettir eftir W. A. Mozart og J. Halvorsen. Erkabiskuppurin frá Salzburg bílegði í 1783 eina røð av duettum frá Michael Haydn. Haydn bað, vegna sjúku, Mozart smíða tvær tær fyrstu fyri seg. Í duettunum eftir W. A. Mozart er violinin konser- terandi og bratsjin hevur ein meira týðandi leiklut enn í duettunum eftir M. Haydn. Norðmaðurin John Hal- vorsen (1864-1935) varð violinistur, tónaskald og orkesturleiðari. Passacagl- ia, ið Sámal og Likolaos fara at framføra, er smíðað úr 7. suitu av 12 eftir G. H. Haendel. Passacaglia er eitt slag av barokktónleiki, hildin at vera úr sponskum dansi. Fyrsta konsertin við Sámali og Nikolaos verður fríggjakvøldið 12. oktober kl. 19.00 í Kvívíkar kirkju. Leygarmorgunin 13. oktober kl. 11.30 verður Matiné við somu skrá sum fríggjakvøldið í Havnar kirkju. Sámal Petersen, violin Duettir av Mozart og Halvorsen GRINDABOÐ Stefan í Skorini Mánadagin vóru grinda- boð í Hestfirði. Ein maður hevði sæð ein grindabólk úr bilinum á Velbastað, og hann boð- aði beinanvegin frá. Hetta var stutt eftir middag. Sýslumenn og grinda- formenn fingu boðini, og nakrir bátar løgdu frá landi at leita eftir grind- ini. Men grindin var ikki at finna, tá bátarnir fóru at leita eftir henni. Hesin bólkurin slapp sostatt væl frá at svimja millum oyggjarnar á hesum sinni. Grind í Hestfirði Byggingin úti í Bakka: Fútin má steðga henni Ein sakleys bygging av einum sethúsum úti í Bakka, hava fingið allar fjølmiðlarnar í Føroyum at taka málið upp Mynd: Jens Kr. Vang Nikolaos Kapnas, bratsj C M Y K 3 2