Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 196 - 11. oktober 2001 Nr. 196 - 11. oktober 2001 5 Sumbiar Kommuna hevur sett kanningar í verk, sum fara at fáa stóran týdning fyri rættartrygdina hjá øllum kommunum í Føroyum RÆTTARTRYGD Áki Bertholdsen Hevur Gjaldsstovan loyvi til at afturhalda kommunu- skatti hjá kommununum, uttan at tær hava givið loyvi til tað? Hetta er spurningurin, sum Sumbiar Kommuna nú vil hava svaraðan. Kommunan hevur biðið sakførara kanna, um Før- oya Gjaldsstova hevur heimild til at draga ymisk gjøld frá kommunuskatt- inum hjá kommunununum, uttan at tað er eftir greiðari avtalu við kommunurnar. Jacob Vestergaard, borg- arstjóri í Sumbiar Komm- unu, sigur, at tað kemur oftani fyri, at tá ið komm- unurnar fáa kommunu- skattin utgoldnan, hevur Gjaldsstovan fyrst drigið ymisk gjøld frá, sum kommunan hevur at betala. Beinleiðis orsøkin til, at Sumbiar Kommuna nú hevur beitt sakførara á Gjaldsstovuna, er, at hon hevur drigið eina stóra upp- hædd frá kommunuskatt- inum hjá Sumbiar Komm- unu, uttan at kommunan hevur givið loyvi til tað og sum kommunan harafturat ikki er sinnað at betala. Talan er um eina rokning, sum Landsverkfrøðingurin hevur sent Sumbiar Komm- unu fyri asfaltering í kommununi. Sumbiar Kommuna og Landsverkfrøðingurin eru ósamd um rokningina, men Gjaldsstovan ger ikki mæt- ari enn at hon dregur upp- hæddina frá kommunu- skattinum, áðrenn komm- unan fær skattin útgoldnan. – Áðrenn, vit fóru undir asfalteringina, bóðu vit Landsverkfrøðingin um eina leyðsliga meting av, hvat tað fór at kosta. Men tá ið vit fingu rokningina, var hon so stór, at hon á ongan hátt stóð mát við kostn- aðarmetingina, sigur Jacob Vestergaard. – Vit halda als ikki, at tann tænasta, vit hava fingið frá Landsverkfrøð- inginum á nakran hátt stendur mát við rokningina, vit hava fingið. – Tilsamans var rokn- ingin frá Landsverkfrøð- inginum upp á 800.000 krónur, men kommunan er ikki sinnað at betala meiri enn áleið helvtina. – Men tá ið kommunan ikki vil betala, ger Lands- verkfrøðingurin ikki mæt- ari, enn at hann sendir Gjaldsstovuni rokningina og biðjur hana draga eftir- støðuna frá kommunu- skattinum, áðrenn komm- unan fær hann útgoldnan. – Og tað hevur Gjalds- stovan gjørt fyri ein part, tó at hon ikki enn hevur drigið alla eftirstøðuna frá, sigur borgarstjórin. Ongin rættartrygd Jacob Vestergaard sigur, at eftir hansara tykki er hetta at taka rættartrygdina, sum øll onnur í samfelagnum hava, frá Sumbiar Komm- unu. Og letur slík manna- gongd seg gera, er hetta fullgott prógv um, at rættartrygdin hjá kommun- unum yvirhøvur er ikki til staðar. – Tá ið Landsverkfrøð- ingurin ikki fær peningin við góðum frá okkum, tí vit eru ósamd um rokningina, ger hann ikki mætari enn at hann fær Gjaldsstovuna at vera innkrevjara fyri seg og at fara í kassan hjá kommununi eftir pengun- um. Hann sigur, at Lands- verkfrøðingurin og Gjalds- stovan gera hetta neyvan uttan so at tey halda, at tey hava heimild til tað. – Men vit halda fram- vegis, at hetta er at taka rættartrygdina frá okkum. Heldur Landsverkfrøð- ingurin seg hava pening til góðar hjá okkum, eigur hann at fara sama veg, sum øll onnur fara í slíkum málum og tað er ígjøgnum rættarskipanina, tí rætturin er amboðið, vit hava til slík mál í einum samfelagi sum okkara og tí skuldi Lands- verkfrøðingurin stevt okk- um eftir pengunum. Jacob Vestergaard sigur, at Sumbiar Kommuna tí hevur biðið sakførara kanna, um Gjaldsstovan hevur heimild til at afturahalda kommunuskatti undir slíkum umstøðum, uttan at kommunan hevur givið tilsøgn um tað, ella beinleiðis er dømd til at gjalda. – Er niðurstøðan, at Landsverkfrøðingurin ikki hevur heimild til tað, er ætlanin at stevna Gjalds- stovuni eftir pengunum. – Vísir tað seg hinvegin, at Gjaldsstovan hevur heimild til tað, eru komm- unurnar rættiliga illa fyri og so eigur málið at verða tikið upp. Hetta er sostatt eitt prinsippmál, sum Sumbiar Kommuna nú vil hava avgjørt. – Friðingarmyndug- leikarnir hava fyribils forðað fyri, at tað umstrídda SEV- tornið í Øravík verður flutt. Nú er ístaðin fyri bilaverja sett upp framvið vegnum FERÐSLUTRYGD Áki Bertholdsen Tað er nú óvist um tað nógv umstrídda SEV-tornið í Øravík verður flutt. Tornið hevur staðið sera illa fyri, hvat ferðslutrygd- ini viðvíkur. Tað stendur beint við vegjaðaran, mitt í einum svingi. Og tað er fleiri ferðir hent, at bilar eru farnir útav í svinginum og hava rent á tornið, tí har er heldur ongin bilaverja framvið vegnum sum forð- ar fyri, at bilar, sum fara útav, rena á sjálvt tornið. Seinastu árini er kravið um at fáa bøtt um ferðslu- trygdina á hesum vega- strekkinum alsamt harðnað. Og í summar kom tað so hartil, at gjørt varð av at flyta tornið burtur frá veg- num. SEV og Landsverkfrøð- ingurin samstarvaðu um ætlanina og skuldi býta útreiðslurnar, ið stóðust av at flyta tornið burtur frá vegnum. Ætlanin var at taka hetta tornið niður og at byggja nýtt torn nakað longri burtur frá vegnum. Ætlanin var at flyta tornið nú í heyst. Tornið friðast Men í farnu viku hava fólk varnast, at ístaðin fyri at flyta tornið, er Landsverk- frøðingurin nú farin at gera bilaverju framvið vegnum, har sum tornið stendur. Orsøkin til tað er, at nú er tað óvist, um tornið yvir- høvur verður flutt. – Tá ið tað frættist, at tornið skuldi flytast, gjørdu friðingarmyndugleikarnir vart við seg og forðaðu fyribils fyri, at tornið varð flutt, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV. Hann sigur, at friðingar- myndugleikarnir skulu nú skal tað kanna, um tornið skal friðast. Og fyrenn eitt úrslit fyriliggur av teirri kanningini, verður tornið ikki flutt, sigur stjórin í SEV. Hvussu leingi slík við- gerð tekur, vita vit ikki. SEV hevur sjálvt ásann- að, at tornið er serstakt og hevði ætlað at varðveitt tað. Av tí sama varð tað umvælt og sett í stand fyri eina fitt- liga upphædd fyri nøkrum árum síðani. Tað er bygt seinast í tjúg- unum av tigilsteini og hetta slagið av tornum vórðu bara bygd í Suðuroy. Men eftir at kravið um at fáa tað flutt, alsamt harðnaði, gjørdi SEV kortini av at flyta tað í heyst í samstarvi við Landsverkfrøðingin. Men, nú friðingarmynd- ugleikarnir hava lagt uppí málið, hevur Landsverk- frøðingurin ístaðin gjørt av at seta bilaverju upp fram- við vegnum, har tornið stendur. Eftir, hvat vit hava fingið upplýst, er tað Fornminnis- nevndin, sum hevur tikið málið um tornið upp, men tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking haðani, áðrenn blaðið fór til prent- ingar. Hava biðið sakførara kanna Gjaldsstovuna – Sumbiar Kommuna og Landsverkfrøðingurin er blivin ósamd um eina rokning fyri asfaltering. Men ístaðin fyri at stevna eftir pengunum, ger Landsverkfrøðingurin ikki mætari enn at hann fær Gjaldstovuna at draga teir teir frá kommunuskattinum, áðrenn kommunan fær hann útgoldnan. Hetta vil kommunan ikki finna seg í, tí nú er rættartrygdin burtur, sigur kommunan Umstrídda SEV-tornið í Øravík møguliga friðast Friðingarmyndugleikarnir skulu nú kanna, um tað umstrídda tornið í Øravík skal friðast. Tí hava teir nú forðað fyri, at at tað verður flutt. Ístaðin hevur Landsverkfrøðingurin nú sett bilaverju upp framvið vegnum – Feilir í avrokningar- skipanini gera, at onkrar internet- rokningar ikki verða sum tær skulu, sigur Hjalgrím Hentze, tekniskur stjóri á Føroya Tele. Feilirnir eru tískil grundin til, at kundarnir viðhvørt fáa óskilaðar rokn- ingar frá Føroya Tele INTERNET- ROKNINGAR Ingrid Bjarnastein Í Sosialinum í gjár skrivaðu vit um kunda hjá Føroya Tele, ið var ónøgdur við internetrokning, ið varð send honum. Grundin til at kundin var ónøgdur var, at hann hevði fingið eina óskilaða internetrokning, og fekk ikki nøktandi svar frá Føroya Tele. Tá tað kom til stykkis var rokningin avlop frá undan- farna mánaða, og kundi hetta prógvast hjá Føroya Tele. Hjalgrím Hentze sigur, at tað er avgjørt skeivt, at kundin ikki fær at vita, hví rokningin sær soleiðis út, tá talan er um eina restupp- hædd frá mánaðanum frammanundan. – Tað er ógvuliga keðil- igt, at slíkt kemur fyri, men vit kunnu heldur ikki tryggja, at slíkt ikki hendir aftur, sigur Hjalgrím Hentze. Sambært tekniska stjór- anum á Føroya Tele, sigur hann, at feilir kunnu stinga seg upp, og harvið kemur ólag á avrokningarskipan- ina. Tá rokningin verður skrivað vita tey, ið skriva rokningarnar, at tað er avlop frá undanfarna mán- aða, og tí skuldu tey gjørt eina viðmerking á rokning- ina ella viðlagt bræv, ið greiddi frá støðuni, – Upphæddin, ið gjaldast skuldi var røtt í krónum og oyrum, men tað var bert tíðarskeiðið, ið ikki var rætt, sigur Hjalgrím Hentze at enda. Men hóast peningaupp- hæddin er tann rætta, hevur Føroya Tele framvegis skyldu til at upplýsa kund- an, hvat tað er, ið hann skal gjalda fyri. Føroya Tele: Feilur í avrokningarskipanini Ein spildurnýggur og nýmótans útróðrar- bátur er komin aftur- at í útróðrarflotan- um. Tað er eitt felag í Havn, sum hevur keypt bátin. Skipa- meklarin í Føroyum er ikki í iva um, at hetta er ein fantast- iskur bátur ÚTRÓÐRARBÁTUR Heri á Rógvi Immanuel eitur nýggjasti og helst eisini stásiligasti báturin í føroyska útróðrar- flotanum. Hann er kanska eisini tann dýrasti, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið ein keypsprís upp- lýstan. Tað er smápartafelagið Immanuel, sum hevur keypt bátin við sama navni. Báturin er smíðjaður í Norra hjá E. Vikssund. Sambært skipameklaran- um, Oddmar Juul Samuel- sen, so er hetta ein heilt fantastiskur bátur. Tað eru góðar tríggjar vikur síðani, at báturin kom til landið. Tað var upprunaliga ætlan- in, at báturin skuldi koma eitt sindur fyrr. Oddmar Juul Samuelsen upplýsir, at tað er stórur áhugi bátum av hesum slag millum føroyingar og eisini uttan- lands. Eisini hava útlendsk- ir fjølmiðlar víst hesum bátinum áhuga. Nýmótans Tað verður ikki spart uppá jalig lýsingarorð, tá vit spyrja okkum fyri um sjálv- an bátin. Báturin er 11,3 m. langur, 4,3 m. breiður, 1,7 m. djúpur og er 15 brutto- tons. Báturin hevur ein 430 hestar motor, og kann hann sigla eini 10-12 míl. Bát- urin hevur allar hugsandi hentleikar sum eitt nú radar, ekkolodd, GPS, VHF, kortplottar og autopilot. Báturin kann hava eini 20.000 pund av fiski í last- ini av nýveiddum fiski. Allir hentleikar eru eisini til staðar, tá hugsað verður um, hvussu menn skulu uppihalda sær umborð. Tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki hjá 4 monnum at búleikast umborð í einar tríggjar dagar. Tað, sum kanska eyðkennir nýggja bátin mest, er tann sera fram- komna egnimaskinan, sum er umborð. Hetta fer at lætta almikið hjá monnun- um umborð, siga teir sum vita. Trygdin sigst eisini at vera heilt fyrimyndarlig umborð. Vinna pengar Oddmar Juul Samuelsen er ikki í ivi um, at hetta er sera góður bátur. Hann heldur ikki, at tað er avgerðandi, hvat ein tílíkur bátur kostar, men heldur er tað avgerð- andi, at menn fáa møgu- leikan at vinna pening burt- urúr. – Tað er ein eftirspurn- ingur eftir húkaveiddum fiski í Evropa, tí kann tað eisini fáast nógvur pening- ur fyri hendan, sigur Odd- mar Juul Samuelsen. Hesin báturin sigist eisini at vera betri førur fyri at koma skjótt við feskum fiski, tá hetta er rættiliga avgerðandi í søluni í dag. Sum áður nevnt, so er tað stórur áhugi fyri bátinum, bæði í Føroyum og uttan- lands. Oddmar Juul Samu- elsen væntar, at nógvir fara at fylgja spentir við, hvussu leikur fer við nýggja bát- inum. Tí tað er kanska ikki óhugsandi, at fleiri tílíkir bátar koma afturat. Sosialurin ynskir øllum pørtum tillukku við nýggja Immanuel. Gamli fiskasentral- urin er farin í søguna, og ætlanin er at byggja ein nýggjan bygning, har ein nýggj smiðja og goymsla skulu húsast BYGGING Heri á Rógvi Tórshavnar skipasmiðja telist millum størstu ar- beiðspláss í landinum. Ein so stór fyritøka hevur eisini innímillum tørv á nýggjum hølum. Skipasmiðjan hús- ast í dag við eystaru bryggju í Havn. Fyri stutt- ari tíð síðani varð gamli fiskasentralurin tikin niður, tá hesin hevði tænt fyri seg. Gunnar Mohr annar av monnunum á ovasta rók hjá Tórshavnar skipasmiðju sigur við Sosialin, at ætlan- in er at gera ein nýggjan bygning, har sum fiska- sentralurin hevur verið. Nýggi bygningurin skal eftir ætlan vera liðugur næsta summar. Bygningur- in skal eftir ætlan hýsa maskinsmiðju og goymslu. Ætlanin er at samla alt niðri við kaiina, sigur Gunnar Mohr, stjóri. Stásiligur nýggjur útróðrarbátur Hjalgrím Hentze, tekniskur stjóri á Føroya Tele Fara at gera nýggja maskinsmiðju C M Y K 5 4