hósdagur 11. oktober 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 196 - 11. oktober 2001
Nr. 196 - 11. oktober 2001
7
Óttin fyri yvirgangsatsókn-
um við bakteriologiskum
ella kemiskum vápnum er
vaksin nógv. Irak kann tí
gerast næsta bumbumálið.
Irakski forsetin, Saddam
Hussein, hevur leingi roynt
at gera tílík vápn, og haraft-
urat stendur landið á yvir-
litinum yvir lond, sum
styðja altjóða yvirgangsfel-
agsskapir sum t. d. al-
Qaeda hjá bin Laden.
Irakski uttanríkisráðharr-
in, Naiji Sabri, segði týs-
dagin, at leypa amerikanar-
ar og bretar á Irak nú við
teirri grundgeving, at land-
ið styðjar altjóða yvirgang,
sum er grundgevingin ikki
annað enn hjáputur. Tann
veruleika ætlanin við ein-
um tílíkum álopi kann ikki
vera annað enn at gera av
við irakska leiðaran, segði
ráðharrin.
Amerikanski ST-sendi-
harrin, John Negroponte,
segði mánadagin, at amer-
ikanska avgerðin um sjálv-
verju ímóti altjóða yvir-
gangi kann bera í sær, at
onnur lond gerast bumbu-
mál.
Einki eftirlit
Tað er alment kent, at fleiri
í amerikansku stjórnini
fegnir høvdu tikið undir við
einum álopi á Irak og
Saddam Hussein, men eitt
tílíkt álop kann koma USA
aftur um brekku, tí tað
hevði uttan iva fingið fleiri
av teimum arabisku lond-
unum at umhugsa stuðul
sín til amerikanska bardag-
an ímóti yvirgangi.
ST sendi vápnaeftirlits-
menn til Irak eftir Flógva-
kríggið,
men
Saddam
Hussein tveitti eftirlits-
menninar á dyr fyri trimum
árum síðani. Hesi árini
hevur tí einki eftirlit verið
við iraksku vápnafram-
leiðsluni.
Ein frágreiðing fyrr í ár
segði, at Irak helst verður
ført fyri at gera sína fyrstu
kjarnorkubumbu
innan
seks ár, og at landið hevur
framt munandi útbyggingar
innan aðra vápnagerð sein-
astu árini.
(Fartekst)
Linate-floghavnin í Milano
lýkur als ikki krøvini til
eina so stóra floghavn.
Myndugleikarnir í Italia
eru í øðini, eftir at italskir
fjølmiðlar hava almanna-
kunngjørt eina frágreiðing,
sum vísir á álvarssom brek
í
Linate-floghavnini
í
Milano, har ein vanlukka
mánamorgunin kravdi 118
mannalív.
Silvio Berlusconi, for-
sætisráðharri hevur boðað
frá, at stjórnin fer at seta
eina nevnd at kanna viður-
skiftini í sambandi við
L i n a t e - f l o g h av n i n a .
Frammanundan hevur inn-
anríkisráðharrin verið sera
hvassorðaður ímóti teim-
um, sum hava havt ábyrgd-
ina av floghavnini.
Kanningin, sum italsku
fjølmiðlarnir hava umrøtt,
bleiv gjørd í juni í fjør, tá
tvey flogfør mundu stoytt
saman í Linate-floghavnini.
Nevndin, sum gjørdi kann-
ingina, vísti í sínari frá-
greiðing á 45 ymisk brek,
sum kundu enda við sam-
anstoyti millum tvey flog-
før.
– Tað er ófatiligt, at tað
yvirhøvur skal bera til at
knýta eina so syndarliga
vanlukku at gáloysni ella tí,
sum verri er. Og her tosa vit
um ein av teimum týdning-
armestu býunum í Evropa,
segði Berlusconi, forsætis-
ráðharri í gjár.
Óskil
Italsku fjølmiðlarnir hava
eisini víst á, at Linate-flog-
havnin fekk nýggja radar-
útgerð fyri nøkrum árum
síðani, men at útgerðin
ongantíð hevur virkað.
Tað er eisini komið fram,
at flogleiðararnir í Linate-
floghavnini høvdu kært seg
um, at eftirlitsmanningin
var alt ov lítil samanborið
við ferðsluna um vøllin.
Skrivarin í felagnum hjá
italsku
flogleiðarunum,
Dario Baloetta, segði týs-
dagin, at ferðafólkatalið í
Linate-floghavnina er vaks-
ið sera nógv. Fyri tveimum
árum síðani ferðaðust tvær
milliónir fólk um Linate,
og nú er talið heilar 25
milliónir, uttan at ein ein-
asti flogleiðari er komin í
starv, sigur Dario Baloetta.
(Fartekst)
Irak næsta málið
Flogvøllurin var vandamikil
Flogfeløgini eru
rættiliga fjaðursár í
hesum døgum.
Summi noyðast at
leggja rutur niður,
meðan onnur bein-
leiðis eru hótt av
húsagangi
FLOGFERÐSLA
Tað stendur illa til hjá flog-
ferðsluni um stóran part av
heiminum.
Húsagangir
hótta, og fleiri rutur verða
niðurlagdar.
Danska
flogfelagið
Maersk Air boðaði í tíð-
indaskrivi mikudagin frá, at
felagið leggur tríggjar mill-
umlanda rutur niður.
Sagt verður frá Maersk
Air, at ruturnar millum
Billund og Dublin, Billund
og Milano eins og rutan
millum
København
og
Cairo, verða niðurlagdar, tá
summarferðaætlanin endar
tann 27. oktober.
Beinleiðis orsøkin til nið-
urleggingarnar er tann,
sigur Maersk Air, at ferða-
fólkatalið er ov lítið. Hetta
hevur felagið tikið til eftir-
tektar og steingir, meðan
tey enn sjálv finna hurðina.
Eisini onnur flogfeløg
eru tung á flogi í hesum
tíðum. Sveisiska felagið
Swissair er farið í gjald-
steðg.
Tað hevur so aftur havt
við sær, at belgiska flog-
felagið Sabena, sum Swiss-
air er stórur partaeigari í,
eisini er komið í trupulleik-
ar og farið í gjaldseðg.
Grundina til hesa nýggju
støð-una siga feløgini vera
tær skakandi hendingarnar
í USA, sum hava gjørt, at
fólk stutt sagt ikki tora aftur
í luftina.
Men eisini aðrastaðni
stendur illa til fíggjarliga
hjá flogfeløgunum. Granni
okkara, Icelandair, hevur
ógvuliga ilt í lummunum,
eins og amerikansk flogfel-
øg eisini verða hótt av
húsagangi.
Amerikanska
stjórnin
hevur sæð seg noydda til
beinleðis at stuðla flogfel-
øgunum fíggjarliga við
upphæddum, sum telja
milliardir av dollarum.
Vánaliga fíggjarstøðan
hjá flogferðsluni er ikki
spildurnýggj. Árið í fjør
royndist heilt vánaligt hjá
fleiri feløgum, sum høvdu
rættiligt hall á roknskapin-
um.
Tó vóru undatøk, sum
vístu vinning. Eitt teirra var
okkara egna lítla flogfelag,
Atlantsflog, sum sambært
roknskapinum í fjør kom
rættiliga væl frá árinum við
einum rímiligum yvirskoti.
Tað forðar kortini ikki
fyri, at ferðaseðlaprísirnir
nú fara at hækka. Tó ikki av
tungari fíggjarstøðu, uttan
orsakað av, at allar trygg-
ingar eru hækkaðar mun-
andi eftir álopini í USA.
ej
Skert flog
Sjálvstýrisflokkurin
setir sum krav fyri at
atkvøða fyri fíggjar-
lógini, at fólkapensi-
ónin hækkar. Tað skal
fíggjast við at hækka
fíggjarlógarkarmin
ella skarva av øðrum
játtanum á fíggjar-
lógini
FÍGGJARLÓG
Edvard Joensen
Fólkapensiónin skal hækka
so mikið, at tað merkist væl
hjá pensionistunum. Fígg-
ingin má fáast við at hækka
fíggjarlógarkarmin ella við
at taka av øðrum játtanum á
fíggjarlógini. Verður tað
ikki gjørt, er ikki væntandi,
at Sjálvsstýrisflokkurin at-
kvøður fyri fíggjarlógini.
Helena Dam á Neystabø,
formaður Sjálvsstýrisfloks-
ins, er púra avgjørd í síni
søk. Hetta er eitt mál, sum
flokkurin hevur lagt stórt
arbeiði í og hevur borið
stórar umkostningar av.
Bæði flokkurin sum so og
hon sjálv persónliga sum
landsstýrismaður. Og nú
skal málið avgreiðast polit-
iskt, sigur hon.
Sjálvsstýrisflokkurin ar-
beiðir við eini eftirlønar-
skipan,
sum
sambært
landsstýrismanninum við
almanna- og heilsumálum,
Sámali Peturi í Grund, skal
loysa fólkapensiónina av.
Men tað forðar ikki fyri, at
fólkapensiónin skal hækka
nú beinanveg, sigur Helena
Dam á Neystabø, flokks-
formaður.
Hon sigur, at fólkapensi-
ónin hinvegin júst er ein
treyt fyri, at eftirlønarskip-
anin, sum arbeitt verður
við, kann gjøgnumførast.
Tann skipanin er ein skip-
an, sum fer at galda fyri
komandi ættarlið, meðan
tey, sum nú eru pensionist-
ar, skulu hava ein bata her
og nú. Ein bata, sum tey
merkja á pengapunginum,
sigur hon.
Helena Dam á Neystabø
vísir til seinastu hækking-
ina, sum gjørd varð. Tá
vórðu lagdar 1.000,- krónur
oman á viðbøturnar. Tað
var ein hækking, sum til-
samans kostaði einar 30
milliónir krónur. Og kravi
frá Sjálvsstýrisflokkinum
nú er, at hækkingin, sum
kravd verður, skal vera
minst líka stór sum tann
seinasta. Tað vil siga, at
flokkurin vil hava í minsta
lagi 30 milliónir krónur
afturat settar á fíggjarlógini
til fólkapensiónir.
Karsten veit av
Helena Dam á Neystabø
sigur, at tað er ikki rætt, tá
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður við fíggjarmálum,
sigur, at hann einki kennir
til hetta kravið, Sjálvsstýr-
isflokkurin setir, nú fíggjar-
lógin er til fyrstu viðgerð í
tinginum.
Hetta er mál, sum ofta
hevur verið viðgjørt, sigur
Helena Dam á Neystabø.
At tað verður tikið fram nú,
er tí, at hetta er eisinast
møguleiki, sum eftir er at
fáa tað viðgjørt, áðrenn
fíggjarlógin verður sam-
tykt, sigur hon.
Hon ásannar, at tað hevur
ikki borið til at fáa fólka-
pensiónirnar hækkaðar, tá
ymsu landsstýrismenninir
hava lagt síni ynski og krøv
fyri landsstýrismannin við
fíggjarmálum, sum síðan
skal býta út tað, sum er at
fáa úr stórapotti.
Væl vitandi um, at hetta
kann takast sum beinleiðis
valagn, sigur Helena Dam á
Neystabø,
formaður
í
Sjálvsstýrisflokkinum, at
tað er tað ikki. Hetta er stutt
og greitt eitt hjartamál hjá
flokkinum, sum tey nú
síggja detta niður ímillum.
Tí verður tað gjørt vart við
hetta soleiðis nú.
Og hon dugir ikki at
síggja, at tað skal vera nak-
ar flokkur, ella fyri tað ting-
limur, sum iki tekur undir
við at hækka fólkapensión-
irnar. Tí væntar hon eisini,
at tær verða hækkaðar, áðr-
enn fíggjarlógin verður
endaliga samtykt.
Taka av aðrastaðni
Tá kravt verður, at fólka-
pensiónirnar skulu hækka
við í minsta lagi 30 millión-
um krónum, má eisini vís-
ast á, hvaðani teir pengarnir
skulu fáast.
Tað hevur Sjálvsstýris-
flokkurin eisini víst á, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Tað skal gerast við at
hækka fíggjarlógarkarmin
ella í øðrum lagi at taka av
øðrum játtanum á fíggjar-
lógaruppskotinum,
sum
fyriliggur.
Sjálvt fíggjarlógarupp-
skotið, sum gjørt er, er ikki
so mikið rúmsátt, at 30
milliónir eru at taka av.
Avlopið er sett til 159 milli-
ónir. Av teimum skulu 141
brúkast til at avdraga skuld,
meðan 18 milliónir so vera
eftir. So har fer at mangla í.
Men Helena Dam á
Neystabø vísir á, at inn-
tøkuætlanin er sett í lægra
lagi. Í hvussu er eftir sum
gongdin higartil hevur ver-
ið. So kanska kundi okkurt
gjørst har, um sjálvur
karmurin um fíggjalógina
rúmkaðist eitt sindur.
Hinvegin vísir hon á, at
landsstýrismaðurin
við
fíggjarmálum hevur verið
ríkiliga gávumildur við
íløgum á fíggjarlógini. Ser-
liga eru tað tær væl kendu í
samferðsluna, sum hava
fingið stóran part, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Uttan at siga beinleiðis, at
okkurt kann takast haðani,
metir hon, at verður ikki
annað
møguligt,
skulu
pengar takast av øðrum
játtanum á fíggjarlógini at
fíggja eina munandi hækk-
ing av fólkapensiónini fyri.
Sjálvsstýrisflokkurin
kann undir ongum umstøð-
um góðtaka, at stórar íløgur
verða
gjørdar
»upp
á
bekostning«
av
fólka-
pensionistunum.
Fólkapensiónin skal hækka
Helena Dam á Neystabø,
formaður Sjálvsstýrisfloksins,
setir sum treyt fyri at
atkvøða fyri fíggjarlógini, at
fólkapensiónirnar hækka í
minsta lagi 30 milliónir
krónur
C
M
Y
K
7
6