Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 70 - 14. apríl 2009 Søga og vinna Jan Müller jan@sosialurin.fo Eins og vit fyrr hava greitt frá her í blaðnum, so ar ­ beiða tey í Vestmanna Tourist Centre við eini sera spennandi verkætlan sum er eitt søgusavn við sera meinlíkum persónsfigurum úr søguni. Eitt nú Tróndur í Gøtu, Sigmundur Brestirs­ son, Annika í Dímun og Húsfrúgvin í Húsavík fara at taka ímóti gestunum á savninum, sum letur upp fyrst í mai mánað. Søgusavnið verður á 1. hædd í bygninginum hjá Vestmanna Tourist Centre, sum stendur við bátahylin í Vestmanna. Tað er eisini hagani, bátarnir hjá Sjóferð­ um, sum sigla útferðir undir Vestmannabjørgini, sigla. Sonn list Tað eru íslendingarnir Ernst og Agusta Backmann sum hava tilevnað sjálvar per­ sónfigurarnar. Fólk úr Før­ oyum hava verið í Íslandi, har tey hava staðið modell og nú hava íslendingarnir so verið í Føroyum og sett figurarnar upp. Og sigast má, eins og myndirnar eis­ ini vísa, at talan er um sera gott handverk, har tað er alt annað enn lætt at síggja mun á figurunum og veru­ ligum fólki. Ernst og Agsta Backman reka eitt líknandi savn í Perluni í Reykjavík, eins og tey hava eitt verkstað, sum ger persónsfigurar. ­ Hetta er stórsta verk­ ætlanin, vit hava arbeitt við, umframt okkara egna savn, sigur Ernst Backmann, sum stendur fyri gerðini av persónsfigurunum. Útbyggja Bátatúrarnir undir Vest­ mannabjørgini hava í nógv ár drigið væl av fólki til Vestmanna. Og fyri nøkrum árum síðani bygdi smá­ parta felagið Skúvadal sam­ an við øðrum Vestmanna Tourist Centre, har eisini mat stovan Fjørukrógvin heldur til. Í erva í bygn ing­ inum er eitt høli sum er eina 200 fermetrar stórt, og tað er her, nýggja Søgusavnið fer at halda til. – Vit hava alla tíðina roynt at gera tað meira spenn andi og forkunnugt at koma til Vestmanna, og nýggja savnið er ein liður í hesum miðvísa arbeiðnum, sigur Gunnar Skúvadal, stjóri í feløgunum. Talan verð ur um eitt serstakliga spennandi og í allar mátar gjøgnumført savn, har allir sansir verða stimbraðir. Ljós, ljóð og enntá luktur er ein partur av hesum for­ kunnuga upplivilsinum. Umframt íslendsku list­ arfólkini hava eisini kend, føroysk listarfólk verið við til at gera savnið. Edvard Fuglø hevur málað fleiri málningar, sum prýða vegg­ irnar á savninum. Pól Skarð enni hevur gjørt sjálvar pallmyndirnar og Herleif Hammer, søgufrøð­ ingur, hevur samskipað all­ ar verkætlanina. Tróndur í Gøtu gongur aftur Fyri fyrstu ferð nakr antíð fara før oy ing ar í næstum at fáa møguleikan at síggja veruligar voksdukkur í Føroyum. Tey av ­ myndaðu eru fólk úr Føroya Søgu Tróndur í Gøtu tá hann manar Sigmund Brestirsson fram frá deyðum Ein hongdur seyðatjóvur er eisini at síggja á savninum Ernst og Agusta Backmann saman við einum høvuðleysum Sigmundi Brestirssyni Pakkhúsið Krik sýnir fram í Smiðjuni Fyri triðju ferð sýnir »Pakhuset Krik« úr Thy í Danmark fram úrval av føroyskari list í Smiðjuni í Lítluvík. ­ Áhugin fyri framsýningini hevur verið sera stór hini árini, og í ár hava vit eisini áhugaverdar myndir av Sámal Joensen­Mikines, Jóannis Kristiansen, Tummas Arge o. a., sigur »Pakhusen Krik« í tíðindaskrivi. Umframt eitt savn av grindakvívum, hava tey eisini originalar litografiir frá víðgitnu ferðini, sum »Yachten Maria« gjørdi til Føroya í 1854 og sum eru vorðnir kendir á føroyskari fímerkjarøð í 2004. Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er týsdagin 21. apríl frá klokkan 15 til 21 og mikudagin 22. apríl frá kl 11 til 18.