Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 70 - 14. apríl 2009 Løgreglan hevur ikki havt so nógv at gjørt í stillu viku, hóast nógvir frídagar hava verið. Tað eru full fólk og harðskapur, ið fylla rapportina hjá løgregluni fyri páskadagarnar Politi Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Páskavikan, ið eisini verður rópt stilla vika, hevur livað upp til sítt navn fyri løg­ reglunnar viðkomandi. Roknast kundi við nógvum arbeiði hesar dagarnar, nú nógvir frídagar hava verið, og dansistøðini hava verið opin. Vakthavandi á løgreglu­ støðini boðar frá nakað av fullum fólki í býnum. Ein taska varð stolin frá eini kvinnu á dansistaðnum Rex hósmorgunin, og vísti tað seg, at tað var ein útlend­ ingur, búsitandi í Føroyum, ið hevði stolið taskuna. Hann verður skuldsettur fyri stuldur. Ein bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi ikki minni enn 120 km/t tá hann varð tikin av løgregluni, og fær hann treytaða frádøming av koyrikortinum fyri hetta. Ein treytað frádøming er nakað strangari enn eitt klipp í kortið, men verður ikki revsað við tveimum klippum í kortið. Fremur hann líknandi brot á ferðslu­ lógini komandi árið, missir hann koyrikortið. Harðskapur og rúsdrekkakoyring Í rapportini fyri páska­ dagarnar eru tað serliga rúsdrekkakoyring, full fólk og harðskapur, ið taka pláss. Bardagar uttan fyri barrstøð, full fólk, ið eru komin inn á støðina at sova, og eitt harðskapsmál var uttan fyri skonkistaðið í Miðvági. Eitt merkisvert ferðslu­ óhapp fór fram á Markna­ gilsvegnum í Havn. Løg­ reglan varð fráboðað, tí ein bilur var farin runt á vegn­ um, og lá á liðuni á gongu­ breytini. Tað vísti seg at førarin, sum var einsamallur í bilinum, var ávirkaður av rúsdrekka. Kanningar vístu, at maðurin ikki hevði fingið nakran skaða av bil­ óhappinum. Umframt vanligu málini, ið sum oftast fara fram av fyllskapi, vóru tveir het­ lendskir trolarar tiknir fyri ólógligan fiskiskap páska­ kvøld. Trolararnir høvdu fiskað á stongdari leið. Revsingin fyri at fiska á stongdari leið, varð sett til 100.000 krónur. Harum­ framt mistu trolararnir bæði hýru og reiðskap. Still vika hjá løgregluni Tað var ikki eg! Danski búskapar­ og vinnumálaráðharrin, Lene Espersen, vil ikki hava sitandi á sær, at tað var hennara skyld, at tað kostaði donsku skattgjaldarunum 180.000 krónur at senda eitt flogfar til Portugal eftir henni, tí hon skuldi vátta, at hon tók undir við, at Lars Løkke Rasmussen kundi taka við eftir Anders Fogh Rasmussen. Lene Espersen sigur við Ekstrablaðið, at hon spurdi forsætismálaráðið, um hon kundi fara til Portugal at halda frí, at svarið var játtandi. Tí heldur Lene Espersen, at forsætismálaráðið má átaka sær ábyrgdina av teirri dýru ferðini. Skuldsett lærara fyri barnamorð Í Kalifornia í USA hava myndugleikarnir skuldsett eina 28 ára gamla kvinnu, sum er sunnudagsskúlalærari, fyri at hava myrt ta átta ára gomlu gentuna Sandru Cantu, skrivar AP. Líkið av gentuni bleiv funnið í einum kufferti á botni í einum hyli í síðstu viku, eftir at skyldfólk og løgreglan høvdu leitað eftir gentuni í tíggju dagar. Tann 28 ára gamla Melissa Huckaby, sum sjálv eigur eina fimm ára gamla dóttir, bleiv tikin, tí frágreiðingarnar, sum hon hevði givið løgregluni, samsvaraðu ikki. Nú verður kannað, um kvinnan eisini skal skuldsetast fyri neyðtøku og kynsligan ágang, skrivar AP. Familjudagurin verður á Flaggdegnum Árligi familjudagurin hjá Ættleiðingarfelagnum verður í ár hildin í Tofta skúla tann 25. apríl og byrjað verður sum vanligt við morgunmati klokkan 10.00 Umboð fyri Danadopt fara at luttaka á degnum, og á aðalfundinum fara tey at hava eitt upplegg um ættleiðing, har serligur dentur verður lagdur á viðurskifti, sum gera seg galdandi í árunum eftir ættleiðing. Høvi verður at tosa við tey frá Danadopt og seta spurningar. Klokkan 12.00 fer hugvekjandi og stuttligur gandakallur at vitja. Luttøkugjaldið er kr. 150 fyri hvønn, men ókeypis fyri øll undir 18 ár. Tilmelding fer fram við at senda mail til post@aettleiding.fo og við at flyta luttøkugjaldið á konto hjá felagnum í Føroya Banka (6460­1693702). Vinarliga upplýsið nøvnini á teimum sum luttaka við tilmelding. Seinasta freist at melda til er tann 18. apríl 2009 Sí annars meira um tiltakið á heimasíðuni hjá felagnum: www.aettleiding.fo Nicolai Mohr Balle nýggjur deildarstjóri Gjaldstovan hevur sett Nicolai Mohr Balle í starvið sum deildar­ stjóri í KT­fyrisitingini á Gjaldstovuni. Hann tekur við 1. mai Nicolai Mohr Balle er útbúgvin Cand. merc­dat frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hann kemur úr starvi sum KT­leiðari í Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum, og undan tí hevur hann verið í starvi á KT­fyritøkuni Sam­teld. Nicolai Mohr Balle er 38 ára gamal. KT­fyrisitingin er nýtt virkisøki hjá landinum, sum skal samskipa KT hjá ráðunum og almennum stovnum, so tað almenna fær munadyggar loysnir. Nýggja KT­fyrisitingin skal arbeiða strategiskt og á høgum fakligum stigi. Landsnet, sum hevur staðið fyri almenna KT­undirstøðukervinum, er flutt Gjaldstovuni at umsita og verður partur av nýggju KT­fyrisitingini. Ábyrgdarøkini hjá KT­fyrisitingini eru í høvuðsheitum at skipa og varða av felags KT­undirstøðukervinum (Landsnet). KT­fyrisitingin skal eisini standa fyri felags KT­ loysnum og taka sær av yvirskipaðu atlitunum millum stovnarnar. KT­fyrisitingin skal byggja upp førleikar um KT­verkætlanarleiðslu, KT­sáttmálar, lisensavtalur og rakstraravtalur. Hon skal eisini stuðla og ráðgeva serliga smáu stovnunum, tá ið ræður um KT. Obama strikar Kuba- tiltøk Amerikanarar av kubanskum uppruna sleppa nú til Kuba at ferðast, hava teir hug til tess, og samstundis fáa teir loyvi til at hjálpa skyldfólki í Kuba við eitt nú pengum. Tað ber til, nú Barrack Obama, forseti, hevur ógildað tiltøk, sum USA setti í verk ímóti Kuba, tá kommunistarnir tóku valdið har fyri 50 árum síðani. For­ setin sigur kortini, at handilstiltøkini ímóti Kuba verða ikki sett úr gildi enn, men at nakrar smávegis broytingar kortini verða gjørdar. Eitt nú sleppa ameri­ konsk telefonfeløg at bjóða upp á rættindi og tænastur í Kuba. Millum uppgávurnar hjá løgregluni um páskirnar, var ein bilførari, ið koyrdi 120 km/t tá hann varð handtikin. Hann fekk treytaða frádøming av koyrikortinum Savnsmynd