týsdagur 14. apríl 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 70 - 14. apríl 2009
Tað var ófatiligt, at
ein ungur drongur í
Havn slapp livandi
frá tí, tá ið hann varð
doyvdur við heilivági
og ákoyrdur av einum
fullum vinmanni,
sum var sjalu, tí hann
hevði fylgt eini gentu
heim eina náttina
SjaluSi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað kann vera ein ring sjúka
at vera sjalu.
Men tíbetur er tað sjáldan,
at tað fer so langt yvir
gevind, sum tað gjørdi hjá
einum ungum dreingi í
Havn eina náttina herfyri.
Ta ferðina var tað bara
eitt satt undur at hann ikki
bleiv drápsmaður, eftir at
hann royndi at doyva ein
annan drong við heilivági
og síðani koyrdi hann yvir
við bili, sum hevnd fyri at
hann hevði fylgt eini gentu
heim, sum gerningsmaður
sjálvur hevði hug á.
Teir vóru góðir gamlir
vinmenn, báðir, gernings
maður og offur og eitt
kvøldið herfyri fóru teir at
ballast, saman við nøkrum
øðrum.
Út á morgunin hevði
annar drongurin fylgt eini
gentu heim, men hevði
hann vitað, hvat var í væntu
afturfyri, hevði hann uttan
iva hugsað seg um einaferð
afturat.
Tað vísti seg nevniliga, at
vinmaðurin hevði gott eyga
á hesi somu gentu.
Og tá ið hevndin kom,
var hon øgilig.
Nakað seinni út á morg
unin, ringdi drongurin, sum
hevði gott eyga á gentuni til
drongin, sum hevði fylgt
henni heim og bjóðaði
honum biltúr.
Við í bilinum var eisini
ein annar drongur og ein
genta.
Eftir at hava koyrt runt í
Havnini eina løtu, koyrdu
tey heim til drongin, sum
ikki hevði fingið fatur á
gentuni og hann fór inn
eina løtu.
Og tað var tá ið hann kom
út aftur, at tað hetta endaði
við einum sannum drama,
sum mundi kosta dronginum
lívið.
Tók øgiliga hevnd
Teir koyrdu aftur runt í
Havnini men meðan teir
koyrdu, tvingaðu drongurin,
sum var sjalu og hin
drongurin, sum var komin í
bilin, drongin, sum hevði
fylgt gentuni heim, at eta
nakrar hvítar tablettir, sum
vóru knústar niður í eitt
kaffifiltur.
Í rættinum fortaldi hann,
at hann royndi at muta
ímóti, men tað hjálpti onki
og hann kendi seg so
kroystan, at hann át nakrar
av tablettunum.
Hóast hann spurdi, fekk
hann heldur ikki at vita,
hvat tað vóru fyri tablettir.
Tað einasta, teir søgdu,
var, at hetta var gott, greiddi
hann frá í rættinum.
Tá ið hann hevði etið
tablettirnar
koyrdu
teir
niðan á Oyggjarvegin, har
teir kravdu, at hann fór úr
bilinum áleið har, sum
Hotel Føroyar er.
Í fyrstuni helt hann tað
vera skemt, men tá ið hann
sá, at teir meintu tað í
álvara, fór hann úr bilinum
og fór til gongu oman ímóti
Havnini.
Men tá komu hinir báðir
dreingirnir eftir honum og
vóru rættiliga ágangandi.
Tá fekk hann at vita, at
hann skuldi blivið “knústur
sundur” tí hann hevði verið
nærgangandi ímóti gentuni,
hann hevði fylgt heim stutt
frammanundan.
Hinir báðir blivu óðari og
óðari og tí helt hann til
beins oman ímóti Havnini,
men hinir báðir fóru aftur í
bilin og koyrdu aftur beint
framum hann, har teir aftur
steðgaðu
og
komu
úr
bilinum.
Hann bleiv við at renna
oman ímóti Havnini við
hinum báðum í hølunum.
Men tá ið teir ikki kláraðu
at renna hann upp, fór
drongurin, sum hevði hug á
gentuni, í bilin, hóast hann
hevði kenning, og koyrdi
eftir dronginum.
Hóast hann rann heilt
yvir í vegøkslina í vinstru
síðu, koyrdi hin aftan á og
tað endaði við, at hann varð
ákoyrdur og slongdur út í
grasið.
Hann meiðslaði seg ikki
illa, men tá sansaði hann, at
hetta var álvari og hann
ringdi eftir løgregluni.
Við
løgregluna
segði
hann sagt, at teir høvdu
koyrt hann yvir við bili....
Hinir báðir drongirnir
steðgaðu á eina løtu, men
so koyrdu teir oman aftur
til Havnar og lótu ákoyrda
dreingin ganga eftir.
Setti lívið í vága
Maðurin, sum koyrdi á
drongin varð ákærdur eftir
grein fyri púra fyrilitarleyst
at hava sett lívið og heilsuna
á
hinum
dronginum
í
álvarsligan vanda.
Tað var ógreitt um drong
urin varð ákoyrdur við vilja.
Drongurin,
sum
var
komin við í bilin segði, at
tann svartsjúki drongurin
koyrdi drongin, sum hevði
fylgt gentuni heim, yvir við
vilja.
Hann helt eisini, at tað
var ófatiligt, at tað ikki
hendi størri skaði.
Men ákærin legði dent á,
at tað gjørdi ongan mun, tí
hann mátti vita, at hann setti
lívið og heilsuna á tí ákoyrda
dronginum
í
álvarsligan
vanda við fyrst at tvinga
hann at eta doyvandi heilivág
og fyri síðani at koyra eftir
honum.
Ákærin vísti eisini á, at
ákærdi koyrdi heilt yvir í
vegøkslina í vinstru síðu
aftan á drongin og harafturat
hevði hann kenning og hevði
sostatt heldur ikki nóg gott
tamarhald á bilinum.
Ákærin vísti eisini, at
kanningar hava víst, at
tablettirnar,
teir
høvdu
tvingað drongin at eta, vóru
doyvandi.
Hinvegin vísti verjin hjá
ákærda á, at talan var um
eitt doyvandi evni, sum var
so veikt, at tað fekst í hond
keypi og er í sjóverks
tablettum. Hann helt heldur
ikki, at tað var prógvað, at
hann var fullur.
Hinvegin hevur ákærdi
viðgingið fyri løgregluni at
hann hótti offrið og at hann
gav honum heilivág fyri at
doyva hann.
Hann hevur eisini við
gingið, at hann koyrdi aftan
á hann, men hann tvíheldur
um, at tað var eitt óhapp, at
hann varð ákoyrdur.
Maðurin
varð
eisini
ákærdur fyri tveir tilburðir
av harðskapi og fyri at hava
roynt at burturbeina próv
tilfar í einum øðrum máli.
Tveir mánaðir
Dómari
gav
ákæranum
viðhald í øllum ákærum og
dømdi hann at sita í fongsli
í tveir mánaðir.
Dómarin helt ikki, at tað
var prógvað, at drongurin
varð ákoyrdur við vilja.
Hinvegin varð tað prógv
að, at ákærdi hevði ætlað at
doyvt hin við heilivági og
tað var heilt óhugsandi, at
hann ikki visti hvussu stór
an vanda, hann setti offrið í
við at koyra eftir honum tá
ið hann harafturat hevði
drukkið ov nógv til at koyra
bil.
Hann varð eisini dømdur
at missa koyrikortið í eitt ár
og at betala 5000 krónur í
bót.
Hann hevur áður mist
koyrikortið fleiri ferðir, so
nú far hann tað ikki aftur
fyrrenn á vári í 2015.
Sjalusi-drama millum ungar
dreingir mundi endað við drápi
Hevndin var øgilig, tá ið ein ungur drongur í Havn herfyri fylgdi eini gentu heim eina náttina. Ein annar drongur, sum hevði hug
á hesi somu gentu fór heilt yvir gevind og tað endaði við, at drongurin, sum fylgdi gentuni heim, varð doyvdur við heilivági og
yvirkoyrdur uppi á Oyggjarvegnum
Modellmynd
Sjúkrarøktarfrøðingatrot
Í Grønlandi er stórur tørvur á sjúkrarøktarfrøðingum, og avleiðingin
av tí er, at fólk noyðast at bíða í áravís eftir summum skurðviðgerð
um. Á Drotning Ingridsjúkrahúsinum, sum er tað størsta í Grøn
landi, hava læknarnir útsett allar skurðviðgerðir, sum ikki hava skund,
í óásetta tíð. Karen Holler, sum er forkvinna í felagnum hjá grøn
lendsku sjúkrarøktarfrøðignunum, sigur, at sjúkrahúsverkið er komið
í eina ónda ringrás, har ein stórur partur av pengunum fer til dýrar
avloysarar úr millum annað Danmark, og at tað leggur stórt trýst á
tey, sum eru í føstum starvi. Sum er er annaðhvørt sjúkrarøktarfrøðin
gastarv á Drotning Ingridsjúkrahúsinum ósett, skrivar DR.
Søkja avloysara fyri Fogh
Í Greve á Sælandi leitar valfelagið hjá Vinstra nú eftir einum
valevni at stilla upp til næsta fólkatingsval ístaðin fyri Anders
Fogh Rasmussen, sum er farin burtur úr donskum politikki. Á
valinum í 2007 fekk Anders Fogh Rasmussen ikki færri enn
58.751 persónligar atkvøður. Politiskir eygleiðarar í Keypmanna
havn halda, at nýtilnevndi fíggjarmálaráðharrin, Claus Hjort
Frederiksen, kann vera eitt gott boð upp á oddavalevni hjá
Vinstra í Greve. Hann er í løtuni uppstillaður í Norðursælandi,
har forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, eisini er eitt av
valevnunum hjá Vinstra.