Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 70 - 14. apríl 2009 Eini tvey kubikk av olju eru í nátt farin á Kaldbaksfjørð. SEV eigur oljuna, sum av misgáum er farin á sjógv. – Tað var ein samanseting av menniskjaligum og tekniskum feili, ið vóru orsøkin, sigur Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV Oljudálking Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í morgun lá ein filmur av olju eftir tí mesta av Kald­ baksfirði. SEV átti mis­ takið, ið hevði við sær, at ein heilt stór yvirbunkring varð gjørd, tá olja skuldi flytast úr goymslutanganum í dagstangan á Sunds verk­ inum. Fyrr í dag greiddi Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV, frá, at talan helst var um einar 50 litrar av gasolju ­ ella diesel ­ sum vóru farnir á sjógv. Men talan er um eina nógv størri mongd. ­ Teir hava funnið fram til, at talan helst er um eini tvey kubikk av olju, ið eru farin á sjógv, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri í Havn, sum stendur fyri upp takinum. Stórt upptak Tíðliga í morgun fór sløkki­ liðið í Havn til verka at avmarka dálkingina. ­ Tað hava verið einir tríggir mans til arbeiðis í morgun, at seta sperringar upp og so framvegis, og um eina løtu verða teir einir fýra, til maskinaríið er kom ið í gongd, og restina av degnum verða tað so tveir, ið fara at syrgja fyri, at oljan kemur upp, sigur Kartni Jacobsen. Sløkkiliðsstjórin greiðir víðari frá, at teir hava gjørt ein lumma, sum oljan rekur inn í, og tá dagurin í dag er av, er øll oljan komin upp. ­ Tíbetur er tað dieselolja, tí hon dampar skjótt og havið klárar væl at niður­ bróta hana. Hevði tað verið tungolja, so hevði hetta ver­ ið ein katastrofa, so tað er hepni í óhepni, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri. Hepni í óhepni Hóast tað er ein katastrofa í sær sjálvum, at yvirbunkring fer fram, so verður hetta ikki nøkur stór náttúru van­ lukka. ­ Dieselolja er tann fræg­ asta av teimum øllum, og lotið liggur soleiðis, at tað mesta av oljuni liggur fram við landi, har tað er grót, so tað verður helst ikki nøkur náttúruvanlukka. Men eg skal ikki garantera, at onki djóralív verður rakt, greiðir Kartni Jacobsen frá. Hann greiðir víðari frá, at ná ­ greiniligu mongdina av olju kennir mann ikki heilt enn, men at tað helst ikki fer upp um 2000 litrar. Alarmurin riggaði ikki Tað eigur at vera ein ávar­ ingarskipan, sum sigur frá, nær dagstangin er fullur, men hesin riggaði ikki, tá oljan skuldi flytast úr einum tanga í ein annan. ­ Alarmurin segði ikki frá, og menninir vóru ikki klárir yvir tað, og tí hendir hesin lekin, greiðir Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV, frá. Tá oljan er tikin uppaftur, fer sløkkiliðið at rokna út, hvat dálkingin hevur kostað, og eftir tað verður rokning send SEV, fyri dálkingina. Harafturat, kann SEV rokna við eini bót, sum tó ikki er so heilt stór. Fleiri feitir sjúklingar Tey donsku sjúkrahúsini fáa nú trupulleikar av, at danir gerast ov feitir og ov tungir. JydskeVestkysten skrivar, at sjúkrahúsið í Aabenraa hevur fingið brúk fyri meiri enn einari song, sum kundu halda til sjúklingar, ið kunnu viga upp til 450 kilo. Tað hevur sjúkrahúsið ikki, og tí hevur onkur av teimum tyngstu sjúklingunum ligið á bóli. Hagtølini hjá danska sjúkrahúsverkinum vísa, at 4,4 prosent av sjúklingunum viga alt ov nógv, og talið á ovurfeitum dønum vaks ein fjórðing frá 2006 til 2007, skrivar JydskeVestkysten. Brúka ikki farloyvið Danskir menn eru ikki so raskir at fara í barsilsfarloyvi sum menninir í Noregi, Svøríki og Finnlandi. Tað vísir ein kanning hjá kringvørpunum í teimum fýra londunum. Orsøkin er helst, at Danmark er tað einasta av teimum fýra londunum, sum ikki lutar pápanum ein ávísan part av farloyvistíðini. Tað ger, at skipanin er sjálvboðin, og tað ger tað torførari hjá monnum at fara í barsilsfarloyvi, verður sagt. Kanningin hjá kringvørpunum vísir, at tað eru srliga tey fíggjarligu atlitini, sum gera, at danskir menn aftra seg við at fara í barsilsfarloyvi. 2000 litrar av olju á Kaldbaksfirði Fimm ára gamli Eyðolvur Vang Dals­ garð varð páskadag funnin lívleysur í einum svimjihyli hjá Danlandi í Søndervig í Danmark, tað eydn að ist tó at bjarga honum. – Tað er meira enn bara hepni, at hann er á lívi, hetta er meira eitt mirakul, sigur Lisbeth Vang, mamma hansara Óhapp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Eyðolvur Vang Dalsgarð er í Danmark og ferðast saman við familjuni hjá sær, tá hann páskadag kom í neyð í einum svimjihyli hjá Dan­ landi í Søndervig í Jút­ landi. Drongurin lá á botninum inni í horninum í djúpa end­ anum á svimjihylinum, tá ein annar drongur sá hann og rópti um hjálp. Dorte Brandt Trillingsgaard, lívbjargari, gjørdi skjótt av og leyp eftir fimm ára gamla føroyinginum. ­ Eg náddi bara at hugsa »oh shit«, hetta hendir bara ikki, sigur hon við tv2.dk. ­ Hann skuldi fara í rutsjubanan, og pápi hans­ ara skuldi taka ímóti hon­ um. Hann kom bara ongan­ tíð fram, og so varð hann funnin av hinum dronginum, sigur Lisbeth Vang, mamma, við Sosialin. Bjargaði lívinum Tá drongurin var tikin upp úr hylinum fóru tey beinan­ vegin í gongd við fyrstuhjálp á lívleysa drongin, og eftir einar tveir minuttir merktu tey ein veikan puls. Áðrenn tað var drongurin bláur, og onki lív var í hon­ um. Tá drongurin kom til sín aftur, rópti eftir mammu síni at siga, at hann hevði ilt. Men mamman var ikki beint har. Hon var nærindis, men fekk ikki boðini bein­ anvegin. ­ Eg var nærindis, men stutt eftir ringdu tey til mín og tey fingu ikki samband við meg. Men tá tey fingu samband, fekk eg als ikki tosa. Eg misti ondina, og mátti bara koyra telefonina víðari, sigur ein týðiligt rørda mamman. Seinni varð drongurin fluttur á sjúkrahús, og longu í sjúkrabilinum sat drong­ urin upprættur. Seinnapartin í gjár varð hann útskrivaður av sjúkrahúsinum í Hern­ ing. Mann má blíva við ­ Eg eri so øgiliga sjokkerað og takksom, at hann kláraði tað, tí tað var veruliga ein spurningur um sekundir, sigur Lisbeth Vang, mamma. Hon greiði somu leið is frá, hvussu týdningar mikið tað er, at mann ikki gevur upp. ­ Mann má blíva við at geva hjartamassagu. Mann má ikki geva upp, sigur mamma Eyðolv Vang Dalsgarð. Hon greiðir somuleiðis frá, at tey hava verið og tosa við hesi fólkini, sum vóru har, tá hann varð bjargaður, og at tað er nakað øll hava tørv á. Um hendingina sjálva, er mamman glað fyri útfallið. ­ Tað kundi verið heilt galið. Men hann hevur ong­ an sjónligan skaða, stað­ festir mamman. Fram til mánadagin verða tey 20 í ferðalagnum verandi í Danmark, og hon ivast ikki í, at henda hending fer at merkja restina av ferðini. Onki eindømi Hendingin við fimm ára gamla føroyska dronginum er onki eindømi. Tað hava fyrr verið tvær aðrar hend­ ingar, har ein gjørdist ein vanlukka og hin endaði líka væl, sum hjá føroyska drong inum. ­ Vit gera nógv við at greiða gestum okkara frá, at tey svimja fyri egna ábyrgd, sigur leiðarin á Danlandinum við tv2.dk. Hann greiðir somuleiðis frá, at tey siga, at tey ikki hava lívbjargarar, umframt, at lívbjargararnir, sum eru har, hava góða útbúgving. Hjartamassasja bjargaði Eyðolvi Hóast heili 2000 litrar av olju eru farnir í Kaldbaksfjørð, so verður helst ikki talan um nakra náttúruvanlukku Mynd: Jens Kristian Vang Tað var í hesum svimjihylinum, at fimm ára gamli Eyðolvur Vang Dalsgarð varð funnin lívleysur