Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 70 - 14. apríl 2009 At tað eingir næm ing­ ar roykja í fram halds ­ deildini í Vest man na Skúla, og at skúlar nir í Klaksvík hava helvtað talið av roykjar um er einki min ni enn eitt bragd. Tað sigur Hans Pauli Strøm, ið fegnast gongd ina Royking Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fyri viku síðan varpaði Sosial urin ljós á fram halds­ deildina í Vestmanna Skúla, har tað millum 67 næmingar ikki taldist ein einasti roykj­ a ri. Síðani tá er komið fram, at gongdin er tann sama í Klaks vík. Har hava tey í skúlu num á Ziskatrøð og við Ósánna helvtað talið av roykjarum seinastu fýra ár ini, úr ávikavist 33,3 og 24,9 prosentum sum roykja dag liga, og niður í 7 og 13 pr o sent. Hetta fegnast lands stýris­ maðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, um. Hann kallar tað eitt satt bragd, at so fá av teimum ungu byrja at roykja. ­ Talið av roykjarum mill­ um tey ungu í fram halds­ deild unum kring landið er góð 21 prosent, vísti kann­ in g in í 2007. Og tá talið av roykjarum er so stórt, er tað eitt bragd, at eingin og so fáir næmingar í fram halds­ deildunum roykja, staðfestir Hans Pauli Strøm. Fylgja gongdini væl Hans Pauli Strøm hevur ver ið landsstýrismaður í heilsu málum síðani 2004. Í 2006 gjørdu teir eina sam­ laða fólkaheilsuætlan, har eitt av høvuðsmálunum var royk ing. Tá settu teir sær nøk ur mál fyri, hvat teir vildu náa viðvíkjandi royk­ ing í øllum landinum. Teir settu sær fyri, at í 2009 skuldi talið av roykjar­ um í landinum vera komið niður á 20 prosent. Í 2003, tá seinasta kanningin varð gjørd, var talið av roykjarum í landinum 37 prosent. Í 2008 var talið 25 prosent, og fyri hvørt ár fækkast roykjara rnir. ­ Harafturat hava vit sett okk um fyri í eini 10­ára­ æt lan, at í 2015 skuldi talið av roykjarum vera komið nið ur á 15 prosent. Tað er ein øgiliga høg ambitión, men tað er tað, vit miða eftir, og gongdin má sigast vera tann rætta, sigur Hans Pauli Strøm. Høvuðsuppgávan er framhaldsdeildirnar Hans Pauli Strøm er væl vitandi um, at tað eru fólk, ið hava ilt við at leggja av at roykja. Hann staðfestir eisini, at tað er ikki har, høvuðs inn­ satsurin skal gerast. ­ Tey, sum byrja at roykja, eru vanliga um 13 til 14 árs aldur. Og tey, sum byrja seinni enn tað, vísa seg at hava lættari við at leggja av at roykja. Høvuðsuppgávan hjá okkum er at steðga tí í fram haldsdeildini. Tað er har, »the battleground is«, stað festir Hans Pauli Strøm. Hann er eisini sannførdur um, at tað verða nøkur ár enn, áðrenn Føroyar verða royk fríar. Hann leggur eisini dent á, at tað ikki er so umráðandi, hvat tølini siga. Hann sigur, at tað, sum er mest umráðandi, er at fáa vent gongdini. Tað er ikki so umráðandi fyri hann, hvat tølini siga, men heldur at tað skal blíva natúrligt at ikki roykja, soleiðis at tað ikki følist sum ein jagstran. Hans Pauli Strøm við­ gongur, at hann hevði verið stolt ur, um Føroyar gjørdust roykfríar, meðan hann er lands stýrismaður í heilsu­ málum. Hann væntar tó, at tað verða nøkur ár enn, áðr­ enn tað verður veruleiki, men fegnast um at tað gong­ ur tann rætta vegin. Ær una fyri hetta gevur hann býráðum, skúlum, for eldr um og næmingum, fyri eitt gott og miðvíst ar beiði. Gratulerar Vestman- na Skúla Í lesarabrævi á síðu 12 í hesum blað, ynskir Hans Pauli Strøm persónliga næmingunum og skúlanum í Vestmanna tillukku við bragdinum. Les meira á síðu 12. Hetta er eitt bragd Nógvar ferðsluvanlukkur í Danmark Sjálvt um hesin mánaðurin ikki er meiri enn hálvrunnin, hevur ferðslan í Danmark longu kravt 24 mannalív. Serliga ringt var nú á páskum, tá ikki færri enn níggju fólk doyðu í ferðsluvanlukkum. Við Ringsted á Sælandi doyðu fýra ungfólk í einari vanlukku, í Esbjerg doyðu tríggir ungir menn, tá tveir bilar stoyttu saman, sunnan fyri Aalborg doyði ein maður eftir at hava rent á eitt træ, og við Køge bleiv ein maður ákoyrdur, meðan hann gekk á motorvegnum. Við vanlukkunum hesar seinastu dagarnar hevur ferðslan kravt 96 mannalív í Danmark higartil í ár. Skerd bløð hesa vikuna Av tí at Prentmiðstøðin byggir út í løtuni, eru bløðini skerd hesa vikuna. Tað merkir, at Sosialurin og Dimmalætting í mesta lagi kunnu prentast í 32 síðum. Hetta merkir sjálvandi tilfarið í blaðnum hesa vikuna, og biða vit lesarar og lýsarar halda okkum til góðar. Trupult verður tí at hýsa øllum tilfarinum, og vit verða eisini noydd at skerja tað innsenda tilfarið. Ætlandi verður øll útbyggingin liðug um tvær til tríggjar vikur, men roknað verður við, at bløðini kunnu prenta nakrar fleiri síður í næstu viku. Tað er ikki bert vest­ menn ingar, ið hava góð úrslit við at fáa ungfólk at lata vera við at roykja. Í Klaksvík hava tey helvtað talið av roykjarum í fólka­ skúlunum Royking Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Við slagorðinum »Tað er ræst at roykja« hava klaks­ vík ingar megnað eitt bragd, ið líkist nógv tí í Vest­ manna. Síðani 2004 er talið av roykj ar um í skúlunum á Ziska trøð og við Ósánna farið í helvt, úr ávikavist 25 og 33,3 prosentum til 13 og 7 prosent. Dávur Winther, ið er men ta n ar leiðari í Klaks vík­ ar Kommunu, greiðir frá, at har hava tey gjørt eitt mið­ víst arbeiði síðani 2004 fyri at fáa næmingarnar at lata vera við at byrja at roykja, og at leggja av, um teir eru byrjaðir. Hetta arbeiði hevur heilt greitt givið úrslit. Tann mest víðgongda broytingin er nokk farin fram í skúla­ num við Ósánna, har tað í 2004 var ein av trimum, sum roykti, men har tað í 2008 bert var ein av tíggju næmingum, sum royktu dag liga. Men eisini á Ziskatrøð er broytingin stór. Har tað áðr­ enn var ein av fýra, sum royk tu, er tað í 2008 bert gott og væl ein av tíggju, sum roykja. Ræst at roykja Dávur Winther greiðir frá, at tey, umframt alt tað van­ liga arbeiðið við at upplýsa, eisini skipa fyri einum ser­ ligum degi á hvørjum ári. ­ Hvørt ár hava vit ein dag, har vit hava nakrar fyri myndir inni og greiða frá um teirra royndir við royki. Eitt nú hava vit havt Jákup Veyhe, Hanus G. Johan sen, The Ghost, Týr og onnur inni og greitt frá, hvussu tey hava upplivað royk ing tætt at kroppinum, og hví tey ikki roykja, sigur Dávur Winther. Hann greiðir frá, at tey hava góðar royndir av hes­ um degi, sum plagar at vera sera hugnaligur. Hesin dagur in er partur av kam­ pan ju ni, sum tey í Klaksvík koy ra undir navninum »Tað er ræst at roykja«. Heiðra roykfríum flokkum Hóast tey í Klaksvík enn ikki hava ein heilt roykfrían skúla, eru tey væl á veg, og hava megnað fleiri bragd. Eitt nú vóru í fjør einir fimm til seks flokkar, har eing in roykti. ­ Tá hesir flokkarnir hava klár að nakað so flott, so hava vit givið teimum heiðurs brøv afturfyri bragd­ ið. Saman plaga vit so at hava henda eina dagin, har tað er lív í, og har Summar­ festi valurin eisini hevur ver ið inni og hevur lutað bilett ir butrur, sigur Dávur Winther. Hóast tey enn ikki kunnu kalla seg roykfrían skúla, má sigast, at tað er sera flott, at bert ein av tíggju næm ingum í fram halds­ deild unum í Klaksvík royk­ ja. Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður í heilsumálum, sigur í stuttari viðmerking, at hann er sera fegin um góða úrslitið, og at hann ynskir teimum tillukku við flotta úrslitinum. Ræst at roykja í Klaksvík Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, fegnast um tey góðu úrslitini, ið tey hava fingið í Vestmanna og í Klaksvík. – Hetta er einki minni enn eitt bragd, sigur hann Við slagorðunum »Tað er ræst at roykja« ganga eisini klaksvíkingar á odda í stríðnum móti tubbakinum. Í dag roykir bert ein av tíggju næmingum í framhaldsdeildini í Klaksvík