Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 70 - 14. apríl 2009 Tað kostaði tveimum het lendskum ísfiska­ trolar um dýrt, at skipar ar nir ikki vistu, at Fiskiveiðieftirlitið her fyri stongdi eina leið á Munka grunn i­ num eftir kunn gerð­ ini um bráðfeingis veiði bann Fiskiveiða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sunnunáttina kom Tjaldrið á Havnina við trolarunum, Venture og Mizpah, sum um fylgissveinaeftirlitið hjá Fiski veiðieftirlitinum vórðu sædd ir á stongdari leið á Munka grunninum. Skipararnir, sum áður hava verið í føroyskum sjóg vi, vistu ikki, at leiðin, teir royndu á, varð stongd hin 6. apríl. Teir vistu tískil av ongum og vóru í góðari trúgv, tá Tjaldrið kom á leið ina og bað teir fylgja við til lands. Kostaði dýrt At teir ikki vistu um lýsta bráð feingis veiðibannið, kom at kosta teimum dýrt, slakar 400.000 krónur til­ samans. Skipararnir tóku í Føroya Rætti við sektaruppskoti, og nú reiðaríini hava reist trygd fyri samlaðu upp­ hædd ini upp á slakar 400.000 krónur, eru skipini far in útaftur. Teir báðir skipararnir á Venture og Mizpah fingu hvør sínar 100.000 krónur í bót, umframt at teir noydd­ ust at reisa trygd fyri ávika­ vist 97.000 og 91.000 krón­ um fyri veiði, reiðskapi og sakarmálskostnaði. Skipararnir søgdu, at teir vóru ikki kunnaðir um, at leiðin varð stongd, og teir gjørdu heldur einki fyri at krógva seg fyri myndug­ leik unum. Vóru kunnaðir Á Fiskiveiðieftirlitinum siga tey, at skotsku myndug­ leikarnir vóru kunnaðir um veiði bannið, eins og veiði­ bann altíð verður lýst á heima síðuni hjá stovninum. ­ Tað er hent nakrar ferðir í vár, at bráðfeingis veiði­ bann er lýst í 14 dagar í senn eftir kunngerðini um smá fisk. Skipanin er hon, at tá ov nógvur smáfiskur er uppi í veiðini hjá skip­ unum, og veiðibann verður lýst, verður bannið lýst seks tímar, áðrenn tað tekur við. Spurdur, hvørjar møgu­ leikar útlendskir skiparar hava at vita um slík brá­ feingis bann, sigur Fiski­ veiðieftirlitið, at teir í fyrsta lagi kunnu venda sær til fiski veiðimyndugleikarnar í heimlandinum. ­ Onkur skipari vendir sær eisini beinleiðis til vak­ tar ski p ini hjá okkum, eins og onkur vendir sær til Fiski veiði eftir litið. At skip­ ar ar vilja tryggja seg við at spyr ja seg fyri, er nak að, sum hendir av og á. Á Fiskiveiðieftirlitinum siga tey, at slík veiðibann eisini verða lýst á heima­ síðuni við enskum teksti, men leitiskipanin á heima­ síðuni er ikki á enskum. ­ Hetta er ivaleyst nakað, sum vit kunnu gera nakað við og gera betri, verður lagt aftrat. Høvdu veiðiloyvi Bæði Venture og Mizpah høvdu annars loyvi at fiska í føroyskum sjógvi eftir Vistu av ongum og fing Norðurkorea vil ikki samráðast Myndugleikarnir í Norðurkorea eru sera misnøgdir við, at ST hevur fordømt landsins seinastu rakettroynd. Almenna tíðindastovan KCNA skrivar við uttanríkisráðnum sum keldu, at Norðurkorea hevur gjørt av at taka seg burtur úr samráðingunum um landsins kjarnorkuætlanir. Sagt verður, at tað er nyttuleyst at halda fram við samráðingunum, og at landið tí umhugsar at taka plutoniumframleiðsluna uppaftur. ST­trygdarráðið sigur í sínari samtykt, sum var einmælt, at tann seinasta norðurkoreanska rakettroyndin var í stríð við ST­forboð ímóti slíkum royndum. Eftirskjálvti í Italia Ein harður eftirskjálvti var í morgun í Miðitalia. Skjálvtin var í umráðnum við býin L´Aquila, har ein harður jarðskjálvti kravdi næstan 300 mannalív fyri einari viku síðani. Enn er ógreitt, um eftirskjálvtin gjørdi nakran skaða, men hann var so mikið harður, at ristingarnar merktust væl í Rom. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin var 5,0 á Richterstiganum. Italsku jarðfrøðingarnir siga, at tað hava verið umleið 10.000 eftirskjálvtar síðani tann harða jarðskjálvtan. Teir flestu hava tó verið sera veikir. Hetlendsku skipararnir umborð á ísfiskatrolarunum Venture og Mizpah vistu av ongum, tá Tjaldrið kom fram á teir á Munkagrunninum og bað teir fylgja við til lands, tí teir royndu á stongdari leið Mynd: Vilmund Jacobsen