Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 70 - 14. apríl 2009 ] Úti av liguni eftir 89 ár Enska felagið Luton, sum áður hevur spælt í bestu deildini í Onglandi, er nú flutt niður úr League 2, og harvið verður felagið næsta kappingarár fyri fyrstu ferð í 89 ár ikki umboðað í ensku liga-skipanini. League er fjórðbesta deildin í Onglandi, og Luton hevur havt truplar umstøður, tí felagið varð frátikið 30 stig orsaka av fíggjarligum óskili í felagnum. Popczynski kiksaði Aarhus Fremad hevur fingið góð úrslit, síðani 2. deild vestur í Danmark byrjaði aftur. Venjarin Krzystof Popczynski hevur havt sum mál, at felagið skal flyta upp í næstbestu deildina, men ósigurin ímóti Esbjerg um vikuskiftið kom illa við hjá Popczynski og teimum. Aarhus Fremad spældi á heimavølli ímóti Esbjerg II og mátti lúta 2-0. Fyri fyrstu ferð í føroyskari hond­ bóltssøgu er meist ­ araheitið í kvinnu­ hondbólti endað í Runavík. Tjaldur bæði tordi og vildi taka av, tá tær høvdu møguleikan, meðan bangna heimaliðið legði rygg til sítt størsta heimatap í 10 ár Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Støðan var sum so ikki heilt óvon hjá Stjørnuni. Bæði í fjør og í fyrraárið hevði Stjørn an verið finaluklár í fleiri vikur, áðrenn finalur- nar stóðu á skránni. Tí møttu tær í báðum førum væl trimmaðari mótstøðu, og í báðum førum endaði fyrra finalan við tapi til Stjørnuna. Bæði í fjør og fyrraárið vístu tær hjá Stjørnuni tó, at tær kundu traðka í karakter, tá mest stóð á. At tær enn vóru liðið, sum á degnum var tað besta í landinum. Bangnar Men triðju ferð gekk altso galið. Tapið í fyrra finalu- dystinum var tepurt, men tað gjørdi aftur, at Stjørnan stóð við rygginum móti múr inum. Einasti munurin hesa ferð var, at tær als ikki vóru førar fyri at tackla trýst ið, sum hetta legði á tær. Fyrsta korterið av dyst in- um í Klaksvík gekk annars javnt á. Og um nakað, so hevði Sjtørnan kanska eina lítla yvirvág. Ein yvirvág, sum kanska kundi verið størri, um ikki støðugt mans varda Adina Petrea lang aði alt, sum líktist ein- um tríggjametra-kasti út um málverjan men innanfyri stólparnar. Á korterinum togaði Tjald ur seg upp á 8-7, og júst tann løtan var tann sálar liga avgerandi í dyst in- um. Hóast dysturin fram- veg is var fullkomuliga opin, so skræddi hetta alt, sum líktist sjálvsáliti úr spæl ar unum hjá Stjørnuni. Tekn isku villurnar øktust í tali, og heldur enn at stríðast í felag og vinna seg aftur á »back to basics«, byrjaðu spælararnir í sjálvdrátti at stríðst móti einum Tjald- urs liði, har útlendsku pro- fil arnir avgjørt hava sítt at siga. Men har allar á liðnum samstundis vistu og vístu, at hondbóltur er eitt lið- spæl. Kanska hevði Stjørnan ein lítlan møguleika at toga seg aftur í dystin, um tær gjørdu eitt gott hál, tá seinni hálvleikur byrjaði. Leikliga var hendan løtan eisini góð hjá vertunum, men tá Guðr- un í Lágabø samstundis tog aði sína bestu løtu í dyst- inum fram, var einki at gera. Stjørnan gav upp alla vón um at endurvinna meist araheitið. Tordu og vildu Men tá tað er sagt, so skal Tjaldur tordi at taka av Gullið er veruleiki. Spælararnir hjá Tjaldri tustu saman, tá floytan í KÍ-høllini hevði floytað fyri seinastu ferð hetta kappingarárið