Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 [ Nr. 70 - 14. apríl 2009 ] Havi bíðað leingi Núverandi nevndarlimurin og fyrrverandi formaðurin í Tjaldri, Niels Peter Bech, mundi eiga eitt av størstu smílunum í KÍ-høllini leygardagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sjálvur var hann við, tá ein roynd varð gjørd at endurreisa hondbóltin í Runavík, og hóast tað ikki alla tíðina hevur gingið eins væl, so er risa-mál rokkið, nú Tjaldur kann rópa seg føroyameistara. - Eg havi bíðað leingi eftir hesum degnum. Hetta er heilt fantastiskt. Hvat hevur gjørt, at tað akkurát bleiv í ár, at tit vunnu gullið? - Rumensku spælararnir hjá okkum hava sjávandi hjálpt okkum nógv. Og so eisini samanhaldið í spælarahópinum. Tað hevur verið heilt fantastiskt. Og eg haldi eisini, at føroysku spælararnir hjá okkum hava tikið seg sera nógv fram. Eg tími ikki at seta nøvn á, men tær hava allar gjørt tað heilt fantastiskt. Og hvussu verður við Tjaldri komandi kappingarár. Verður tað eitt eins sterkt lið, sum fer út at verja meistaraheitið? - Tað verður sama lið, og onkur spælari kemur eisini afturat. Eitt nú verður Hanna Isaksen tá aftur tøk, so alt í alt verður tað kanska eitt sterkari lið, sum fer at spæla fyri Tjaldur í næsta kappingarári, sigur Niels Peter Bech. Ikki nóg góðar Tá tú ikki skorar, vinnur tú ikki nakran hondbóltsdyst, sigur Una Olsen, sum var ivaleys um, at Tjaldur so ruddiliga átti sigurin uppibornan Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vónbrotið var stórt hjá Stjørnuni eftir finalutapið móti Tjaldri. Eitt tap av hesum slagnum móti føroyskum liði hevur Stjørnan ikki upplivað hesumegin aldarskiftið, og eftir dystin var Una Olsen skjót at staðfesta, at hetta ikki var nóg gott hjá teimum. - Vit spæla kanska ikki so galið, og verjuparturin er ok. Men vit skora ikki upp á teir møguleikar, sum vit hava. Ofta hava tit verið liðið, sum hevur havt kropsliga yvirskotið, tá talan er um tættar og harðar dystir. Tað var ikki tað, sum áskoðararnir sóu í dag? - Nei. Ikki í dag. Slettis ikki. Fyri at siga sum er, so hevur Tjaldur eitt virkeliga gott lið. Og tosar tú um styrk, so eru útlendingarnir hjá teimum ótrúliga góðar til at fáa eitt heilt lið at fungera. Tær skora upp á størsta partin av sínum møguleikum, har vit kanska koma til nógv, men eisini brenna nógv. Og tá ber tað ikki til at vinna nakran hondbóltsdyst, segði Una Olsen, áðrenn hon og liðfelagarnir fingu silvurkrónurnar um hálsin. Stórfavoritturin til heitið sum ársins spælari og nýkosni føroyameistarin, Adina Petrea, helt, at tað var stríðsviljin, sum tryggjaði Tjaldri FM-heitið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er kanska ikki fyrr enn um vikuskiftið, komandi, at ársins hetta og hatta í før- oyska hondbóltsheiminum verða kosin. Men tað er neyvan nakar sum helst ivi um, at Adina Petrea stendur rættiliga ovarliga í fleiri av atkvøðugreiðslunum. Eftir sigurin, gullið og steypahandanina leygar- dagin fingu vit orðið á Adinu Petreu, sum aftur hesa ferð átti sín stóra lut í avrikinum hjá Tjaldri. Men heldur enn sítt egna avrik, tosaði hon um stríðsviljan, sum er á liðnum. - Vit hava alla tíðina vitað, at skuldu vit vinna FM, so skuldu vit vinna á Stjørnuni, og tað er tað, sum vit støðugt hava stríðst fyri. Í steypafinaluni fyrr í ár tóktist kropsliga styrkin hjá Stjørnuni at vera avgerandi, men Adina helt ikki, at hetta nervaði Tjaldur tað allarminsta, hóast tað nú bert vóru tríggir dagar millum finalurnar. - Vit vildu vinna. Vit stríddust av øllum alvi, og so gloymir tú ofta møðina. Vit kunnu jú altíð hvíla okkum nú, tá dystirnir eru av, segði hon stórsmílandi. Guðrun í Lágabø segði leygardagin, at tær síðani februar mánað hava stríðst fyri at hevna tapið í steypafinaluni Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skansin í málinum, Guðrun í Lágabø, var ovurfegin, tá hon saman við liðfeløgunum í Tjaldri gjørdi seg til reiðar at taka ímóti gullmerkjunum. Hóast VB hevur vunnið nógv seinnu árini, so hevur Guðrun, sum sjálv er úr Vági, ikki verið partur av hesum, tá hon hevur spælt við Kyndli hesi árini. - Vit hava verið sera uppsettar upp á vinna, tí vit ikki kláraðu tað í steypa- finaluni. Vit vildu vinna, og vit vildu vinna í Klaksvík, og tað var nokk tað, sum gjørdi munin. Vit stríddust meira Steypatapið var orsøkin Adina Petrea er kanska fremsta orsøkin til FM-heitið hjá Tjaldri. Sjálv staðfesti stórskjúttin tó, at tað fyrst og fremst var eitt samlað liðavrik, sum tryggjaði teimum sigurin á Stjørnuni Mynd: Álvur Haraldsen Tá tað ikki eydnaðist at fáa fatur á Coca-Cola steypinum, so vildi og skuldi Tjaldur hava fatur á Sunset-steypinum, sum eisini varð handað teimum leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Bogdan gevst Tjaldur tryggjaði sær leygardagin fyrsta føroya- meistaraheitið í søgu felagsins. Og nú fyrireik- ingar skjótt byrja til at endurvinna FM-heitið, verður tað uttan venjaran Bogdan. Tað skrivar Dimmalætting á sínari heimasíðu. Venjarin boðaði eftir seinna finaludystin frá, at hann ikki heldur fram í starvinum. Sambært Dimmalætting er tað framvegis ógreitt, hvør verður venjari hjá Tjaldri. Mangla 15 spælarar AGF í Århus er hart rakt av skaðum í løtuni, og til dystin ímóti FC Keypmannahavn næstu ferð kann tað verða, at felagið manglar 15 spælarar. - Eingin av okkara 5 álopsspælarum verður tøkur til næsta dyst, og í ringasta føri kunnu vit mangla 14 ella 15 spælarar til dystin, sigur Erik Rasmussen, venjari. Tá ið so nógvir spælarar eru skaddir, er sum vera man eisini talan um stuðulsspælara – eitt nú álopsspælarin Peter Graulund.