týsdagur 14. apríl 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
[ Nr. 70 - 14. apríl 2009 ]
Gamlir
garpar
gleðast
Høgni Hoydal
og Jákup Símun
Simon sen hava frá
barns beini verið
part ur av H71, og
tá felagið vann sítt
fyrsta føroya meist
ar a heiti páska aftan,
var tað fyri teir ein
heilt ser lig ur og
stórur dagur
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
– Hetta er ein dreymur,
sum er gingin út. Ikki
minst, tí tað hendir her í
høllini. Vit hava jú spælt
ímóti garasju hurð um og
í fim leikar høllini, so
hetta er veru liga tað, vit
hava droymt um øll hesi
árini, felagið hevur liv
að, sigur Høgni Hoy dal,
ið fegnast um dag liga
arbeiðsinnsatsin í H71.
– Vit hava eitt felag,
sum livir sítt fulla lív, og
her er væl arbeitt av
nevnd og venjarum. Í
dag síggja vit enntá, at
høll in, sum vit fingu
fyri seks árum síðani,
longu er ov lítil.
Tað sama sigur Jákup
Símun Simon sen, ið
eisini hevur hug at geva
ábyrgdar fólk un um í
H71 rós, nú hægs ti
hond bólts tind ur in í
Føroyum er tik in.
– Tað er ótrúligt, so
væl nevnd og onnur
kring felagið samskipa
alt, so tað skulu tey
hava rós fyri. Og eg
kann bara taka undir
við, at Hoyvíkshøllin
hevur sín stóra týdning í
hesum, tí hon hevur giv
ið felagnum meira
samanhald. Nú eru vit
best og tað enntá á
heima vølli, sigur Jákup
Sím un.
– Eg má siga, at eri
ógvu liga rørdur og
errin, tí hetta er eitt lið,
sum er sett saman av
okk ara egna fólki. Hetta
er ikki nakað, vit hava
keypt okkum til, men
egið fólk, sum hev ur
avrikað hetta sam an við
tveimum av dugna lig as
tu venjar un um í
Føroyum. Og so má eg
siga, at eg serliga unni
Halgiri hetta øgiliga
væl, eftir alt stríðið og
hansara veiku knø.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Vit hava alla tíðina vitað, at skuldu vit
vinna FM, so skuldu vit vinna á Stjørnuni
Adina Petrea, Tjaldur
Tveir av profilunum
hjá H71 í mong ár,
Hal gir Dahl Olesen
og Jens á Skipagøtu,
nýta høvið til at tak
ka fyri seg í bestu
mans deildini, nú teir
endiliga eru før oya
meistarar
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Longu undan finalu dyst un
um hevði Halgir Dahl Ole
sen boðað frá, at hetta fóru
at verða hansara seinas tu
dystir fyri H71 á hægs ta
stigi. Orsøkin var mest
tann, at hann hevur havt
trupul leikar av knøu n um og
tí helt, at rætta løtan var at
gevast nú.
– Hetta er ein fantastiskur
endi, eitt fantastiskt lið, ein
fantastiskur andi, fantastiskt
fólk, fantastisk Hoyvík.
Hetta var akkurát fyri, tí at
vin na føroyameistaraheitið
er tað besta, man kann enda
við, so tað var deiligt, sigur
størsti profilurin hjá H71 í
mong ár.
Halgir
Dahl
Olesen
viður kennir tó, at tað ikki í
allan vetur hevur ligið í
kortunum, at H71 skuldi
enda sum meistari: – Vit
sving aðu nokk so nógv í
fyrru helvt av kappingini,
men vunnu nú ímóti enda
num átta dystir á rað, so her
var eingin ivi, tá avtornaði,
sigur hann.
Jens gevst eisini
Tað verður tó ikki bara
Halgir, sum gevst, tí eftir
sein na finaludystin páska
aftan segði málverjin, Jens
á Skipagøtu, at hann eisini
hevur gjørt av at takka fyri
seg á besta mansliðnum hjá
H71.
– Hetta var tað síðsta á
hægsta stigi, so Halgir og
eg fara sama veg. Vit gevast
nokk ikki heilt, men fara at
venja, so vit koma helst at
spæla við øðrum ella triðja
liði. Og skuldi tað onkuntíð
verið brúk fyri okkum, ivist
eg ikki í, at vit eru klárir til
tað, sigur Jens á Skipagøtu.
– Men hinvegin, so hava
vit jú tveir aðrar heilt ótrú
liga góðar málmenn, so nú
eg eri komin eitt sindur upp
í árini, er tíð at gevast. Og
hetta var besti endin, ið
kun di fáast, tí skuldi tað
vera, so skuldi tað vera nú.
Hetta er torført at seta orð
á, men hetta er í øllum før
u m størsti hondbóltsdagur í
mí n ari karrieru.
Teir yngru klárir
Hóast tveir av profilunum
so statt gevast, nú H71 hevur
vunn ið sítt fyrsta føroya
meist ara heiti, er nógv og
gott ungt fólk til taks í
felag num, og tað yngra
ættar liðið hevur eisini sett
sín dám á H71 í vetur.
– Hetta er ótrúliga stutt
ligt, at vera við til at vinna
felag num fyrsta meistara
heitið, sigur ein av ungu
spælarunum, Gunnar Blá
berg, sum væntar, at teir
yngru nokk skulu megna at
bera arvin víðari, hóast
Halgir og Jens ikki eru við
næsta kappingarár.
– Vit hava øgiliga breiðan
hóp og kunnu skifta fleiri
ferðir út, uttan at tað broytir
liðið. Og vit ungu eru klárir
at taka størri ábyrgd á
okkum, nú Halgir og Jens
gevast. Vit fáa bara eina
eyka byrðu at bera, og tað
ivist eg ikki í, at vit fara at
klára.
Blivnir sterkari
Birgir Hansen, sum saman
við Kára Nielsen hevur vant
H71 aftur í vetur, heldur
føroyameistaraheitið
vera
bein leiðis úrslit av menn
ing ini, sum longu sást í
fjør.
– Liðið er bara blivið
sterk ari og sterkari, og tað
hevur sæð meira og meira
út sum ein aspirantur til
meistaraheitið. Og nú sita
vit so við tí, staðfestir Birg
ir, sum viðurkennir, at tað
tó helst verður neyðugt at
finna ein skjútta av sama
kali bri sum Halgir Dahl
Ole sen til næsta kapp ing ar
ár.
Sjálvur hevur Birgir Han
sen verið við til at vunnið
føroyameistaraheiti
við
Kyndli, men at vinna tað
við H71 er kortini nakað
heilt annað:
– Hetta er ein serlig kens
la. Eg vænti, at øll hini
meistara heitini, eg havi ver
ið við til at vunnið, koma at
blikna eitt sindur við síðuna
av hesum, tí at sleppa at
skriva søgu í einum felag
upp á henda mátan, er nak
að heilt serligt, sigur hann.
Halgir og Jens gevast
Hann má væl roknast sum Mr. H71, so tey munnu vera fá, sum ikki hjartaliga unna Halgir Dahl Olesen gleðina og steypið, sum
hann vann í tí, sum helst verður seinasti dystur hansara fyri besta liðið hjá H71
Mynd: Jens Kristian Vang