Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 14. apríl 2009 13 Brádliga komu boðini um at ein kend bygdamynd, og ein kendur sjómaður í Vági, var farin um grindina, heim til tær ævigu bústaðir. Tað var kæri bróður mín Danjal Johan Hjelm, ella betur kend ur sum Dallahan hjá Torvaldi. Dallahan var bor­ in í heim 6. septembur 1934 á Krosslið í Vági, sonur kenda skiparan Torvald Hjelm og Mariu Kirke, ættað av Kirkju. Dallahan var næstelstur av 7 systkj­ um, og sum óvitar var spæli pláss okkara, við Kross lið, kaiin og skipini, fjørð urin, mølin og Tjørna­ brúgv. At Dallahan fór at blíva sjó maður var ongantíð nak­ ar ivi. Longu sum 6 ára gam al var hann útatrógva við abba sínum á Krosslið, sum hann het eftir. Abbin, Danjal hjá Akka, mátti tó binda hann í bekkin, so hann ikki fór fyri borð. Eina ferð var sluppin “Agn­ es Louise” í Vági á útróðri uttarliga á Munkagrunn in­ um. Meðan teir seta, kemur ein smádrongur fram eftir dekkinum, tá var tað Dalla­ han. Tíðliga lærdi Dallahan at svjmja, og kom hann at gera mangt bragdið. Eina­ ferð lógu Ragnar hjá Sámali Johannesen og Høgni hjá sóknarfútanum og spældu í einum báti við Tjørna brúgv. Brádliga dettur Ragnar á sjógv og Dallahan, sum stend ur á brúnni, ser til­ burð in, og skjótur sum eitt snarljós, kavar hann eftir honum og bjargar honum. Dallahan og eg vóru mang an túrin saman til sjós. Á fysta túrinum sum Borgin hevði til Grønlands í 1957, fingu vit ein ógvus­ ligan sjógv, sum kom aft­ anífrá. Av níggju rútum brotn aðu teir átta, dekkið fylt ist við sjógvi, og lensi­ portrini tóku ikki ímóti. Vit vóru um at kollsigla. Tá var Dallahan skjótur, tók pumpunikkulin, kavaði og breyt skansaklædningin, so sjógvurin streymaði út. Spakuliga rættaði Borgin seg upp aftur. Soleiðis bjarg aði hann okkum øllum. Fyri hetta bragd átti hann at fingið eina “medalju”. Hóast stóra mótgongd í lívinum kundi Dallahan vera sera skemtingarsamur. Hann dugdi á ein livandi hátt væl at siga frá øllum tí, honum hevði verið fyri á skipsdekkið og í gerandis­ lívinum. Serliga søgurnar um tíðina hann var í Ghana og lærdi ghanesarar at fiska við troli, vóru serliga stuttligar. Ein góður frá­ søgu maður eigur altíð at leggja eitt sindur aftrat, tað ger altíð søguna betri. Góði Dallahan, stoltasta og ein av tínum heilt glaðu løtum, mátti helst vera, tá ið tú á Bakkanum í Vági, slapp at heilsa uppá grøn­ lendska landsstýris for­ mann in Hans Enoksen og konu hansara. Tú kendi jú Hans Enoksen og familju hansara frá lítlu bygdini Itilleq, har vóru vit jú oftani við Borgini. Dallahan sigldi annars í mong ár við grøn­ lendskum rækjutrolarum, og kønur var hann sum trol maður. Dallahan var streymkønur sum fáur, tað ættarbreðgið hevði hann eftir teim gomlu á Krosslið, sum ikki vóru tiknir í leikum sum sjómenn og fiskiklógvir. Dallahan bróður, nú ert tú farin, og stórur var skarin sum fylgdi tær til títt sein­ asta hvíldarstað á Kirkju­ kletti. Nú hvílur tú millum tey, sum stóðu tínum hjarta nær. Minnið um teg vil altíð liva í huga okkara. Djúpt verð ur tú saknaður av okk­ um øllum, Red, Gunnari og abbabørnunum. Tú vart eitt fantastiskt menniskja, barna­ og manndómsárini høvdu verið fátøk uttan teg, trúfesti og vinsemi var títt skjaldramerki. Friður veri yvir minnið um beiggja mín Dallahan hjá Torvaldi. Bróðir tín Anthon Til minnis um beiggja mín Dallahan hjá Torvaldi Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma, dóttir og systir Berghild á Steig andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri kransar, blómur og nógvu peningagáv­ urnar til Føroya Felag móti krabbameini. Tøkk til Hanus Simonsen, prest, fyri góð og troystar rík orð. Tøkk til Eiler fyri góðan tónleik og Leif fyri vakran sang í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til Hans Andrias, Jens og Brandur. Tøkk til starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Ríkissjúkrahúsinum og Hotell Tórshavn fyri stóra umsorgan. Tøkk til tykkum, sum høvdu hugnað um heimið, tá vit komu úr Danmark. Tøkk til starvsfólkini á Barnatannlæknastovuni, læknaskrivarnar og onnur, sum hjálptu so væl til á ymsan hátt við jarðarferðini og ervinum. Hjartaliga tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Bogi, Dan, Gunnar og Rannvá Dagurin 14. apríl. Summarmáli. Eftir gamlari føroyskari tíðarrokning byrjar summarhálvárið hendan dag. Sagt var, at á summarmála avdagast ikki, tí var klárt í veðrinum, skuldi dagsglæman ikki hvørva. Soleiðis sum summarmáladagur er, soleiðis verður várið. Dagurin eitur annras Tiburtius. Saman við bróður sínum varð hann tikin av døgum umleið 225. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) K R E A Jassur hvørt týskvøld kl. 21 Maria Poulsen Búnýti BRENNIR TÚ FYRI KOPPUM, GRÝTUM OG KANNUM? – S O HAVA V I T S TA R V I Ð Maria Poulsen Búnýti søkir eftir ein um starvs fólki vegna barnsburðarfar loyvi. Vit sóknast eftir einum dugnaligum starvs - fólki, ið hevur áræði og eina vinarliga at- ferð. Rætta starvsfólkið kennir týdningin av at veita eina góða tænastu til kundar okkara, og skal kunna taka ábyrgd og klára at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er til fyrimuns, um tú hevur royndir frá handli ella líknandi ella hevur eina við- kom andi útbúgving. Starvssetan er frá 1. juni 2009. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsannu á Dul, leiðara, á telefon 312 001. Skrivlig umsókn saman við próvskjølum, CV o.ø. skal vera okkum í hendi 20. apríl 2009 kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til: MARIA POULSEN BÚNÝTI Tórsgøta 10 Postboks 182 110 Tórshavn Te l 3 1 2 0 0 1 | F ax 314 657 | buny ti @m ar i apoul s en. fo BRENNIR TÚ FYRI KOPPUM, GRÝTUM OG KANNUM? – S O H AVA V IT STA R V IÐ Maria Poulsen Búnýti søkir eftir ein um starvs fólki vegna barnsburðarfar loyvi. Vit sóknast eftir einum dugnaligum starvs - fólki, ið hevur áræði og eina vinarliga at- ferð. Rætta starvsfólkið kennir týdningin av at veita eina góða tænastu til kundar okkara, og skal kunna taka ábyrgd og klára at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er til fyrimuns, um tú hevur royndir frá handli ella líknandi ella hevur eina við- kom andi útbúgving. Starvssetan er frá 1. juni 2009. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsannu á Dul, leiðara, á telefon 312 001. Skrivlig umsókn saman við próvskjølum, CV o.ø. skal vera okkum í hendi 20. apríl 2009 kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til: MARIA POULSEN BÚNÝTI Tórsgøta 10 Postboks 182 110 Tórshavn Te l 3 1 2 0 0 1 | F ax 314 657 | buny ti @m ar i apoul s en.fo