Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 70 - 14. apríl 2009 Sum landsstýrismaður í heilsumálum fegnist eg um, at tey ungu í Vestmanna Skúla hava droppað tubbakkið! Tillukku og takk til næmingar, skúlastýri, lærarar, heilsusystir og skúlaleiðslu. Og eg ivist ikki í, at eisini foreldrini eiga sín stóra leiklut í hesum. Tað skerst ikki burtur, at eg eri serliga stoltur av, at tað júst er í Vestmanna, har eg sjálvur búgvi. Nú ganga tit undan á hesum øki, og vit vita, at eisini aðrastaðni arbeiða tey heilhugað fyri at framala eina roykifría ungdómsmentan – tí, sum tey siga í Klaksvík: Royking er ræst! Og í Vestmanna: Tað er onki kul at roykja! Eg vóni at nógvir aðrir skúlar taka henda góða táttin upp eftir tykkum. Við blíðum páskaheilsanum. Ja, also eg hugsi um teir allarheilagastu – also dagarnar ikki teir heilagastu tunlarnar (og kanska kortini), sum langafríggjadag, 1. páskadag og 1. jóladag. Tá skuldu tunlar verið stongdir fyri ferðslu, hvørjum líkist tað, at bilar í hundraðtali koyra úr Klaksvík og til Havnar ella hin vegin? Slíkar heiligdagar? Ella í undirsjóartunlinum? Í Sandoynni halda vit okkum kúrr slíkar heilagar dagar. TÍ AT TEISTIN SIGLIR IKKI. Hvussu ber tað til, at bara fólk í Sandoynni skal verða tvingað til at halda heilagt, ella tvingað til at skulka frá arbeiði, ella møta 1½ samdøgur ov tíðliga til arbeiðis? Um tú t. d. skal til arbeiðis tíðliga 2. páskadagsmorgun, so mást tú fara við Teistanum leygardag, um tú skalt møta til arbeiðis til tíðina. Hetta er stórur órættur og ólíkskapur millum fólk í ymsum oyggjum. Jú jú, Teistin er fínur, men um hann siglir ikki, so er alt sum einki. Eg haldi, at tað er útyvir alt lágmark, at sjónvarpið ikki vísti hondbóltsfinal­ urnar sum vórðu spældar 11. apríl 2009. Tjaldur er fyri 1. ferð í søguni í eini FM finalu, og kvinnurnar hjá Tjaldrinum endaðu sum føroyameistar­ ar við at vinna á Stjørnuni leygardagin. Hjartaliga tillukku Tjaldur. H71 er somuleiðis fyri 1. ferð í eini FM finalu, og menninir hjá H71 endaðu sum føroyameistarar við at vinna á VÍF. Bæði liðini skriva seg í føroysku ítróttarsøguna, men vit sum ikki vóru til dyst, vegna arbeiði ella ann­ að, fingu ikki møguleikan at síggja hesar spennandi finalur. Eg haldi tað er ótrú­ ligt, at svf ikki kann vísa FM finaluna í hondbólti, sum hóast alt bert er eina­ ferð um árið. Eg eri væl vitandi um, at teir vístu finaluna í Coca Cola kapp­ ingini, ella steypakapping­ ini, sum hon eisini verður kallað, og tað eru vit fleiri sum vóru glað fyri. Men skuffandi at final­ urnar sum vóru spældar seinasta leygardag ikki vóru at síggja. Vit verða øll tvungin at gjalda kringvarpsgjaldið, og fáa ikki møguleikan til at velja tað til ella frá. Um so var, at vit borgarar kundi valt, tori eg næstan at siga við vissu, at kanska 30% av øllum føroyingum vóru haldarar/gjaldarar. Sostætt meti eg, at tit í Kringvarpinum skulu verða glaðir fyri, at tað er lógar­ krav at gjalda kringvarps­ gjald, og ikki eitt frítt val. Tað sum er trupult at skilja er, at vit gjalda so nógv um árið fyri onki. Tó so, at tað einasta góða, eg meti er vert at síggja í sjón­ varpinum, eru sendingarnar »dagur og vika« og »3­2«. Eg haldi, at tit skuldu sagt orsaka við allar áskoð­ arar, sum ikki fingið møgu­ leikan at síggja finalurnar ímillum Tjaldur – Stjørn­ una og H71 ­ VÍF. Eg vil eisini nýta høvið at ynskja øllum H71’arum, spælarum, áskoðarum og fjepparum hjartaliga til­ lukku við FM­heitinum. Eina serliga tøkk til Halgir Dahl Olesen og Jens á Skipagøtu fyri øll hesi árini í H71. Sat við eini kenslu av at vera bumbað aftur í minst 50’ini, tá eg hoyrdi hug­ burðin hjá serliga fleiri av mannligu luttakarunum í kjakinum. Gjørdist ikki sørt kløkk av teirra sýn á kvinnuna. Fosturtøkulógin eigur at dagførast, og ongin annar enn kvinnan sjálv eigur at avgera, hvat hon skal og ikki skal. Til allar tíðir hava tað verið orsøkir til, at ein kvinna vil hava fost­ urtøku, og soleiðis fer tað eisini at verða í framtíðini. Óansæð um lógin bannar fosturtøku. Bann førir til heimagjørdar, óprofession­ alar loysnir, sum kunnu forvolda skaða. Tað ber ikki til at blunda og halda, at tá vit lata eyguni upp aftur, ja so er onki, sum eitur fosturtøka. Veruleik­ anum sleppa vit ikki undan at fyrihalda okkum til. Skilakonan, Turid Debes Hentze segði í sendingini, at allur problematikkurin í hesum skal takast upp og dagførast. Ábyrgd og álit eru lyklaorð. Og er tað avgerandi at byrja verður frá grundini av. Annita av Fríðriksmørk segði, at upplýsing og aftur upp­ lýsing um fyribyrging skal til. Tað er sagen i en nødde­ skal. Børnini eiga longu í barnagarðsaldri at læra um jaligar og neiligar kenslur, soleiðis at tey gerast før fyri at siga frá. Hetta saman við virðing, ábyrgd og áliti, sum verður lagt í tey frá barni av, ger tey betur før fyri at takla kyns­ lívið, tá tann tíð kemur, á skilagóðan hátt. T.d. skulu tey læra, at tað er OK at siga nei, og at eitt nei skal respekterast. Sagt var, at Felagskap­ urin Pro Vita fær 150.000 kr árliga á fíggjarlógini. Hendan upphædd og nakað afturat hevði verið betur brúkt til teir lærarar og heilsufrøðingar, sum standa fyri seksualundir­ vísingini. Soleiðis at hesi sleppa at nema sær ser­ kunnleika á økinum. Lær­ an um heilsugott kynslív eigur at raðfestast hægri. Harafturat eigur upplýsing­ artilfar og undirvísingar­ tilfar at dagførast. Eisini eigur upplýsingartilfar at vera á føroyskum máli. Verða kreftir settar inn á at betra um karmarnar viðvíkjandi upplýsing og fyribyrging, verður vunnið inn aftur við einum ung­ dómi, sum hevur hægri seksuellan debutaldur, sum hevur góða kynsliga heilsu, títtleiki av kynssjúkum lækkar, títtleiki av tann­ áringa mammum lækkar, og títtleikin av fosturtøkum lækkar. Viðmerkingar til sendingina Kjakarríið um fosturtøkulóguna 8.apríl 09 Malan EgholM Steingja tunlarnar heiligdagar? BErgljót av Skarði Tillukku, roykfríi Vestmanna Skúli! landsstýrismaður hanS Pauli StrøM Hvat sker í Kringvarpið Føroya? Ongin hondbóltsfinala víst í sjónvarpinum? H71 fjeppari rúni DjurhuuS Meðan sosialliberala sambandshugsjónin opnar dyrnar út í heimin í samstarvi við onnur lond, leitar Misskilta Nationalisman støðugt eftir stongdum durum og vil byrgja seg inni. Hóast Sjúrður Skaale er í politiska flokkinum, ið tekur undir við Misskiltu Nationalismuni, havi eg varhugan av, at hann er ov intelligentur til at lata seg blinda at hesi irrationellu hugsjón Tingmaðurin Sjúrður Skaale og undirritaði hava í bløðunum havt orðaskifti um Sosial Liberalu hug­ sjónina, ið Sambandsflokk­ urin stendur fyri, og Mis­ skiltu Nationalismuna, ið Tjóðveldi er fremsti forsprákari fyri. Hesar reglur eru eitt aftursvar til Sjúrð. Sosialliberala frælsishugsjónin Grundhugsjónin í sosial­ liberalismuni er at tryggja einstaklingunum størst møguligt frælsi. Staturin hevur einki virði í sjálvum sær, men hevur einans ein eksistensrætt, tí hann tryggjar fólki hetta frælsið – tvs. staturin er ikki til fyri statins skuld, men fyri at tæna fólkinum. Hetta er beint øvugt tí Misskiltu Nationalismuni, har einstaklingurin javnan verður ofraður sum ein finna í talvinum, tí staturin er til fyri statins skuld. Sosialliberala hugsjónin er eisini um at lata øll byrja við somu byrjunar­ striku. Tað kann ikki vera rætt, at nøkur eru fødd til ávís sosial kor, meðan onn­ ur aldrin fáa somu møgu­ leikar í lívinum. Øll mugu vit hava nøkulunda javn­ bjóðis møguleikar. Veruligt frælsi er tí eisini um at geva fólki møguleika til frítt at útbúgva seg og at­ gongd til sosialar skipanir, sum lofta fólki, ið koma illa fyri orsakað av sjúku ella av aðrari vanlagnu. Sum gamal javnaðar­ maður, ið nú er farin inn í Tjóðveldi, kann Sjúrður Skaale ikki vera annað enn samdur í sosialliberalu grundhugsjónini. Ein frælsur felagsskapur ES­felagsskapurin er ein frælsur felagsskapur, har upprunin var, at londini í Evropu tóku seg saman fyri at tryggja borgarunum frælsi frá kríggi og yvir­ gangi, sum annars hevði plágað Evropu gjøgnum øldir. Síðan er felagsskapurin útbygdur til at tryggja fólk­ inum frælsi og møguleikar innan onnur økir – t.d. arbeiðsmarknaðin og útbúgvingar. Eg veit at Sjúrður Skaale er heitur talsmaður fyri føroyskum ES­limaskapi og heldur, at hetta er leiðin, ið kann menna Føroyar. Eg kann einans vera samdur í hesum. ES­felagsskapurin er ein góð loysn fyri Føroyar og føroyska fólkið. Ríkisfelagsskapurin Ein annar frælsur felags­ skapur er Ríkisfelagsskap­ urin, ið hevur sum aðalmál, at øll fólk í ríkinum skulu hava nøkulunda javnbjóðis møguleikar. Allir borgarar í ríkinum skulu t.d. kunna fáa sær eina útbúgving og kunna skapa sær sína egnu lukku. Ríkisfelagsskapurin og ES­felagsskapurin minna um hvønn annan við tað, at báðir tryggja fólki góð livikor, útbúgvingar, frælsi og møguleikar. At summi ikki síggja, at ES­felagsskapurin og Ríkis­ felagsskapurin hava nøku­ lunda somu aðalmál og møguleikar, kann einans vera tí, at tey eru blindaði av Misskiltu Nationalis­ muni. Eg veit at Sjúrður Skaale er alt ov intelligent­ ur til at lata seg blinda av Misskiltu Nationalismuni, og at hann uttan iva sær stóru fyrimunirnar, vit hava í Ríkisfelagsskapinum. Sambandsmaðurin Sjúrður Tikið samanum má sigast, at eingin ivi kann vera um, at Sjúrður Skaale, sum bæði er ES­tilhangari og annars tekur undir við sosialliberalu hugsjónini, má sigast at vera munandi meiri samríkjasinnaður enn hann letst vera. Tá eg skrivi hetta, góði Sjúrður, so er tað í veruleik­ anum ikki til tín eg skrivi tað. Eg skrivi tað til tín innara ... sambandsmann. Innari sambandsmaðurin hjá Sjúrði Skaale Magni lakSáfoSS viðmerkingar