Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 14. apríl 2009 11 L angafríggjadag varð send­ ing í útvarpinum um Nato­ støðina í Mjørkadali, og hvønn leiklut táverandi løgmaður, Peter Mohr Dam, sáli, hevði í hesi tá sera nógv umrøddu søk. Og nógv vóru fólkini, sum sluppu at siga frá, hvussu tey upplivdu hendingina í Komm­ unuskúlagarðinum pálmasunnu­ dag 1959 niðri á Vaglinum og úti á kaiuni. Og soleiðis eigur tað eisini at vera i slíkari afturlítandi sending. Men har haltaði nógv! Eg var 13 ára gamal tá, og var eisini farin heim á Vaglið, men í øðrum ørindum, nevni­ liga í sunnudasskúla í Meinig­ heitshúsinum, sum eisini var á Vaglinum tá. Og eg hevði sæð almikið av uppsløgum á hvørj­ um einasta lyktapela ávegis heim í býin eftir allari J. C. Svabosgøtu, so eg avgjørdi at lata sunnudagsskúla vera sunnu­ dagsskúla og í staðin fyri fara at vita, hvat gekk fyri seg inni í Kommunuskúlagarðinum – tað ljóðaði líka sum meira spenn­ andi í mínum unga sinni. Sum sagt so gjørt, so eg bleiv eitt ungt, árvakið, eygnavitni til hesa søguligu hending. Og hóast bara 13 ára gamal, so var mín hugur fyri samfelagsviður­ skiftum langt síðani vaknaður – eg var partvíst vaksin upp á prentsmiðjuni hjá 14. SEP­ TEMBER í Hornabø, og kendi tí væl hesar tjóðveldishetjurnar, sum skuldu halda røðu á Vaglinum henda minniliga dag – allir røðararnir vóru tjóð­ veldismenn í fremstu røð, uttan Sigfred Skaale, táveradi borgar­ stjóri og fólkafloksmaður. Væl skúlaðir kommunistar Tað verður so mangan sagt, at fyri at skilja eina hending í søguligum høpi, so er neyðugt at seta seg væl og virðiliga inn í tíðarskeiðið, hendingarnar fóru fram í. Og eg má sanna, at her stóð sendingin ikki mát, og søgufalsan kann tíverri standast burturúr. Hesi fólk, sum talaðu, vóru nevniliga ikki bert vanlig tjóð­ veldisfólk, men eisini fleiri av teimum vóru kommunistar, flestu av teimum væl skúlaðir í kommunistiskari ideologi undir lestri í Keypmannahavn(!!), og sum als ikki tóku undir við NATO, og tí, sum hesin felags­ skapur stóð fyri av vestligum virðum! Hóast heimurin hevði upp­ livað kommunistisku valdstøk­ una í Tjekkoslovakia í 1948, bart uppreistrar við harðari hond niður í Eysturtýsklandi í 1953, í Ungarn í 1956 og ann­ ars gøllhelt øllum Eystureuropa niðurbundið handan jarntjaldið, og Berlinmúrurin og Kuba­ kreppan lógu beint fyri framm­ an, so hildu tjóðveldiskomm­ unistarnir áfram at verja komm­ unistisku ideologiiina, sum sjálvur massamordarin, Stalin, hevði staðið á odda fyri bert fá ár frammanundan! Tey vóru beinhørð og rætttrúgvandi kommunistar, og nú tá møgu­ leikin gavst, at vit eisini í Før­ oyum kundu gera okkum beinleiðis galdandi í Kalda krígnum á sovjetiskari síðu, so tóku føroysku kommunistarnir so gleðiliga av! Men í sendingini bleiv allur hesin heimsumfatandi bardagin millum kommunistiska heimin og vesturheimin kókaður niður til, at ógvusliga reaksjónin ímóti, at NATO skuldi sleppa at seta eina radarstøð á stovn á Sornfelli, ja, hon var, tí hesi tjóðveldisfólkini vóru so »góð« við landið og vildu ikki gera Føroyar til bumbumál, og tí ikki ynsktu herfólk knýtt at støðini í Mjørkadali! Hetta er bert hálvi sannleikin – ástøðið hjá tjóðveldiskommunistunum beyð teimum at fyriskipa ógvus­ ligu mótmælini móti fólkav­ valda løgmanni okkara P. M. Dam, tá hann kl. 5 seinrapartin legði at á Havnar kai pálma­ sunnudag í 1959. Hesin veru­ leiki bleiv ikki nevndur við einum orði – ongin av teimum, sum prátað var við í sendingini, var so frægur sum at nevna politiska sjónarhornið, sum var sjálv drívmegin aftan fyri mót­ mælisgonguna – nú var alt gjørt bert til eitt slag av hugnaligum undirhaldi á Vaglinum, har friður og sæla annars valdaðu, og dagurin var líkur ólavsøku­ stemningi, sum onkur tók til! Orðið frítt! Soleiðis upplivdi eg als ikki dagin – kanska tey við rætta politiska litinum hildu væl til standa! Ein ófrættakendur dám­ ur var at hóma á Vaglinum henda minniliga pálmasunnu­ dagin, og eftir óhugnaligu øsingarrøðurnnar móti P. M. Dam og NATO, sum hoyrdust um meginpartin av miðbýnum gjøgnum veldugar hátalarar, so var orðið frítt, og roknað varð sjálvandi við, at onkur fanat­ iskur tjóðveldiskommunistur leyp upp á trappuna at halda áfram við enn einari hatursrøðu móti løgmanni okkara, nú Tjaldrið, við honum umborð, nærkaðist Molanum. Men hvat hendi, ein av trúgvu viðhaldsfólkum P. M. Dams, Pól Petersen, sáli, lærari og stovnari av ÍSF, sum annars var ein djarvur maður og tordi at tosa »Roma mitt imot«, bað um orðið og fór upp móti mikro­ fonini, men tá fyriskiparnir sóu, at hetta var ikki ein við »røttu« meiningunum, so bleiv hann, hóast orðið var frítt, stutt og greitt fýrdur niður av trappuni aftur við makt, sambært góðum stalinistiskum »arbeiðsmetod­ um«, av einum av fundarfyri­ skiparunum – aðrir fingu somu viðferð sum Pól Petersen, og hetta hendi í annars friðarligu Havnini pálmasunnudag 1959! Demokratiið og fría orðið var altíð við undirlutan, har hesir garpar ráddu – hetta var harður kostur fyri ein 13 ára gamlan havnardrong at føla eystanlotið úr Kreml fara sum ein kaldur gjóstur gjøgnum havnargøtur! Eitt óføroyskt fyribrigdi hevði sæð dagsins ljós her á landi, og hesi ætlaðu sær ikki at virða lóg­ liga fólkavalda myndugleikan! Har var eingin bøn, og als eingin hugnaligur dámur, sum bæði tjóðveldislærarar og onnur bedýraðu Langa fríggjadag í kringvarpinum! Álop á fólkaræðið Hóast Dam júst tá hevði fingið trygd fyri fólkapensjónini, Landssjúkrahúsinum, 60 mill. grunni til neyðugar útbygging­ arnar av okkara samfelagi, sum var púra afturúrsiglt í allar mátar, og líkamikið, um hesin peningur var partur av eini ómaksløn frá NATO, sum róð varð fram undir í sendingini, uttan minsta vet av prógvum, fyri at nýta føroyskt landøki undir Kalda krígnum, so var hesin fundur, og tað sum fór fram har og úti á Havnar kai óvirðiligt og at rokna sum eitt álop á sjálvt fólkaræðið í landi okkara, og mátti endað sum tað endaði, við at P. M. Dam løg­ maður var sligin í høvdið av politiskum ótangum, hóast trúgv viðhaldsfólk o. o. royndu at gera manngarð um kanska besta løgmann Føroyar nakran­ tíð hava havt. Øsingarfólkini aftanvert til­ takið á Vaglinum høvdu mist tamarhaldið á kravgonguni og vóru partvís rýmd, tá øsingin var komin í hæddina. Nú kundu oddafiskarnir fyri mótmælis­ gonguni halda seg í aftastu røð, øði var komið í grindina, takk­ að verði hatursrøðunum, so kundu teir lata yvir til onnur at gera skitna »arbeiðið« á kaiini! Ein einasti ringdi dagin eftir og bað um umbering fyri tað sum farið var fram, og var tað William Heinesen. Hetta var samanbrestur takkað verði kommunistum her á landi, meir ella minni klæddir í tjóðveldis­ ham, sum fegnir gingu ørindi fyri ta skipan og ta hugmyda­ frøðina, sum Ronald Reagan rópti óndskaparins ríki! Henda partin hoyrdu vit lítið og onki um í kringvarpinum langafríggjadag – nú 50 ár aftaná er alt bara vorðið so hugnaligt og fitt, alt tað »óbe­ hagiliga« er gloymt – øll kommunistiska hugmynda­ frøðin hjá Tjóðveldi er langt síðani blakað fyri borð, hóast eftirnøvnini í flokkinum ganga aftur við sama lag, og man hevur tilpassað seg, sum tað eitur, nú aðrir politiskir vindar blæsa. Undir Kalda krígnum var heimurin svartur og hvítur, – nú verður alt hult í mjørka, og eingin má siga »hitt«. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Pálmasunnudagsslagið og P. M. Dam Tíðargreinin tíðargreinin Johan Samuelsen