Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 70 - 14. apríl 2009 ] Silkeborg tapti Christian Lamhauge Holst slapp slettis ikki uppí part, tá Silkeborg tapti 1-2 ímóti Fredericia á heimavølli í Silkeborg í gjár. Herfølge vann 4-1 í Kolding, og Viborg vann 3-1 í Skive, og misti Silkeborg sostatt trý ógvuliga týdningarmikil stig í royndini at vinna seg aftur í bestu donsku fótbóltsdeildina. Málini hjá Fredericia skoraðu Rasmus Katholm og Hans Jørgen Haysen. Veteranurin, Henrik Pedersen skoraði fyri Silkeborg. Silkeborg hevði nóg nógvar málmøguleikar til at vinna dystin, men teir tóku ikki av. Javnt hjá Frem Frem tók ímóti Lyngby á Valby Idrætspark í gjár. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, støðan í hálvleikinum var 0-0. Føroysku landsliðsspælarnir, Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen spældu allan dystin fyri Frem. Tað var fult uppiborið tá Frem legði seg á odda í 73. minutti. Søren Weibel stútaði eina høga sending frá Thomas Krause á træverkið. Returbólturin støkk út til Søren Weibel aftur, sum á øðrum sinni stútaði bóltin í netið til 1-0 leiðslu til Frem. Tað gingu tó bert 6 minuttir til Brian Hamalainen javnaði fyri Lyngby, aftaná hornaspark. Frem liggur nú sum nummar 9 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 24 stigum. Komandi dystur hjá Frem er ímóti Thisted á útivølli. Eftir at hava víst vøddamegina í Vest­ manna skírisdag, gjørdi H71 bart páska aftan og noyddi VÍF at renna aftaná, so leingi vest­ menningar orkaðu. Men tá so H71 setti fulla ferð á, var eingin vegur aftur – og spælandi kom fyrsta meistaraheitið til Hoyvíkar HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tá eitt lið, ið ikki hevur roynt at staðið í støðuni fyrr, skal taka avgerandi stig ið ímóti tindinum, kunnu nervar og aðrir veik- leikar brádliga gera vart við seg, so einki spyrst burturúr. Og tá er tað ofta, at tað royndara mótstøðuliðið – kanska bert við síni rutinu – yvirhálar í evstu løtu. Men so var slett ikki, tá hoyvíkingar langt um leingi høvdu møguleikan at rætta hendurnar fram og taka ímóti sínum fyrsta føroya- meistaraheiti nakrantíð. Har skulvu ongar hendur og har vóru eingi tekin um nervar ella veikleikar, ið skuldu forkoma kjansinum. Og so slett ikki! Longu skírisdag, tá fyrra FM-finalan var spæld í Vest manna, vísti H71 sína breidd og styrki á slíkan hátt, at fáur mundi ivast í, at her kundi nakað søguligt spyrjast burturúr. Hóast VÍF var á heimavølli, hjálpti einki ímóti hoyvíkingum, ið vísti vøddamegi og krops liga styrki, ið veruliga mun aði. Tann fyrra dystin gjørdust vestmenningar bókstaviliga ov stuttir, og teir formáddu sær einki ímóti vælvaksnu H71-verjuni, umframt at sjónliga kom til sjóndar, at orkan hjá hoyvíkingum var størri og breiddin betri. H71 hevði snøgt sagt bæði fleiri og sterkari streingir at spæla uppá. Gamaní, megnaði VÍF at H71 tók tindin Eitt munagott fótarbeiði í drúgva tíð er hornasteinurin í meistaraheitinum hjá hoyvíkingum. Ein av teimum, sum veruliga hava brotið ígjøgnum seinastu tvey árini, er Dánjal Tórgarð Gyltu droparnir vórðu sprændir um alla høllina, tá finalan var av. Her hava Janus Sørensen og Esbern Patursson trýst propparnar av hvør sínari fløsku