Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 70 - 14. apríl 2009 ] fylgja við tað mesta av tíð­ ini, hóast H71 at kalla allan dystin var á odda, men hoy­ víkingar koyrdu við áhald­ andi ferð, ið tóktist drepandi fyri VÍF, ið ikki hevði nóg mikið í Sámali Joensen við hæddini og Áka Olsen við styrkini, tá samanum kom. Jens tók tað mesta Alt hetta var uppaftur týði­ ligari undirstrikað páska­ aftan, tá Hoyvíkshøllin var fullsett og kanska minst líka stór fjøld noyddist at fara heimaftur, tí meira pass aði ikki inn. Á heima­ vøllinum vísti H71 veruliga viljan og evnini til at gera tað, sum gerast skuldi, so liðið rakk upp á hægsta tindin. Byrjanin hjá hoyvíkingum var góð, og hóast VÍF at síggja til ikki vildi sleppa H71 heilt, so kom longu í fyrra hálvleiki til sjóndar, at heimaliðið hevði meira at geva av, og so skuldi eisini vísa seg. Og longu tíðliga eftir steðgin byrjaði tað at líkjast alsamt meira einum tryggum H71­sigri. Verjan hjá hoyvíkingum var sera sterk, sum hon eisini plagar at vera tað, og haraftrat stóð málverjin, Jens á Skipagøtu, framúr væl í málinum, so vest­ menn ingar fleiri ferðir máttu síggja upplagdar møgu leikar steðgaðar. Ikki minst málmansspælið var við til at pilka VÍF niður og seta H71 upp. Men eisini úti á vøllinum sást, at H71 megnaði vari­ erað álopsspæl, har bæði bakk skot, strikuspæl, roynd ir frá vonginum og yvirgongdir gjørdu sítt til, at VÍF hevði úr at gera við at forða fyri, og av tí sama brúkti nógv fleiri kreftir, uttan at kunna seta frískt fólk inn upp á sama máta, sum H71 kundi. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, var rættiliga greitt, at hetta kundi ikki kiksa hjá hoyvíkingum, og tá vestmenningar gjørdu feil í innskiftingini, so tað kostaði útvísing, so tríggir vóru uttanfyri ta einu løt­ una, kódnaði vónin hjá VÍF av álvara, og eftir hetta spældi H71 av álvara fyri gallarínum. Bara byrjaðir Ímóti endanum strálaðu kom andi føroyameistararnir av sjálvsáliti, og kreati vi­ teturin livdi væl hesa løt­ una, har bæði stengur og yvirliggjari sluppu at syngja við, tá bóltarnir blivu bom­ barderaðir í kassan aftan fyri Eli Müller, sum hevði staðið væl, men at enda var líka uppgevandi sum hinir á VÍF­liðnum. Longu fleiri minuttir fyri dystarenda kundu vælnøgdu heimaáskoðararnir byrja at syngja nýggjan sang í Hoy­ víkshøllini, »Vit eru før­ oyameistarar…«, og so skjótt dysturin var avblástur, tusti fjøldin inn á vøllin og fagnaði sínum monnum, ið megnaðu tað, so mong høvdu droymt um so leingi. Meðan hini liðini eru viknað, tykist H71 bert at vera styrknað ímóti kapp­ ing arenda, og soleiðis sum alt háttaði seg, er eingin ivi um, at meistaraheitið er fult og heilt uppiborið. Her var eingin yvir og eingin við síðuna av hoyvíkingunum, sum hava tíðina fyri sær og helst bara eru byrjaðir… Avloysarin skal hava royndir Alex Ferguson hevur verið høvuðsvenjari hjá Manchester United síðani 1986. Við bretskar miðlar ber Alex Ferguson uppá mál, at hann tekur tvey ella trý kappingarár aftrat, sum høvuðsvenjari. ­ Eg eri fegin um, at tað ikki verður eg, sum skal taka avgerð um hvør tann næsti venjarin hjá Manchester United skal vera. Men óannsæð hvør enn komandi venjarin verður, so má talan vera um ein persón við drúgvum royndum frá fótbóltsheiminum. Manchester United er eitt risastórt felag. Tað felagið, sum eg gjørdist venjari hjá í 1986, var nógv øðrvísi, enn tað Manchester United, sum vit kenna í dag, staðfestir Ferguson. Sjálvur kom Alex Ferguson úr FC Aberdeen í Skotlandi, har hann vann fleiri heiti, m.a. Europa Cup fyri steypavinnarar. Oddaliðini vunnu Liverpool legði leygardagin eyka trýst á Manchester United í ensku Premier League, tá Fernando Torres og liðfelagarnir vunnu tryggan 4­0 sigur móti Blackburn. Ikki minst takkað verið Torres, sum byrjaði málveitsluna við einum dreymahøggi eftir fáum minuttum. Seinni á degnum svaraði Manchester United tó aftur við einum 2­1 sigri á Sunderland. Tað stóð tó nógv á hjá meistaraliðnum, men fyri aðru ferð í eina viku gjørdist innskifti Federico Macheda stóra hetjan, tá hann beindi bóltin í netið, fyrstu ferð hann nart leðurkúluna. H71 betri enn vit – Um vit hyggja at finalunum, so var H71 betri enn vit, viðurkennir ein av VÍF- spælarunum, Áki Olsen, sum heldur, at tað í síðsta enda ikki gagnaði VÍF, at liðið longu langt síðani hevði vunnið seg í FM-finalurnar HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í ein heilan mánað, áðrenn fyrsta FM­finalan skuldi spælast, vistu tey í VÍF av, at tey fóru at verða partur av absolutta endaspurtinum, samstundis sum tað var upp til onnur lið at kappast um hitt plássið í finaluni. Ta kappingina vann H71 so á Neistanum. – At vit vóru klárir til finalurnar nokk so tíðliga, gjørdi sítt til, at vit fóru niður í ein aldudal og skuldu vinna okkum uppaftur. Men tað var ov tungt, og vit komu ikki ordiliga upp á toppin, nú alt skuldi avgerast, ásannar Áki Olsen, sum er ein av týdningarmestu spælarunum hjá VÍF. – Um vit hyggja at finalunum, so var H71 betri enn vit. Serliga í hesum seinna dystinum vóru teir eitt sindur kaldari enn vit, tá á stóð, meðan vit kiksaðu og ikki fingu tað burturúr, vit høvdu ætlað okkum. Yvirhøvur hevur H71 havt takið á okkum í vetur. Áki Olsen væntar, at H71 kann gerast eitt lið, sum nógv verður at síggja til, men hann heldur samstundis, at týdningurin, Halgir Dahl Olesen hevur havt fyri liðið, ikki skal undirmetast: – Hann hevur nógv at siga fyri liðið, bæði í verju og álopi, so tað fer at merkjast, at hann gevst nú. Men teir hava eitt ógvuliga ungt lið, so einki er at ivast í, at har er stór framtíð. H71 væl betri Formaðurin í VÍF, Niels Joensen, var í tí løgnu støðu, at hóast felag hansara hevði tapt finalurnar ímóti H71, hevði hann nakað at gleðast um kortini, tí sonurin, Regin Joensen, spælir við hoyvíkingum og er føroyameistari. – Ja, eg unni Regini tað væl, og hann hevur arbeitt hart fyri tí. Hetta var væl uppiborið hjá H71, bæði skírisdag og serliga nú í seinna dystinum, tí H71 var væl betri. Fingurin kann ikki setast á føroyameistara­ heitið hjá teimum, sigur Niels, ið tó ikki blandar seg uppí, um sonurin kemur aftur til VÍF ella ikki. – Tað er ikki upp til mín, men venjaran. Og vil venjarin hava Regin til Vestmanna at spæla, so ræður Regin sær sjálvum. Vil hann koma norður, er tað gott, men vil hann verða verandi í Hoyvík, stuðla vit honum sjálvandi í tí. VÍF-H71 28-29 (13-14) Fyrra FM-finala í Vestmanna skírisdag, 9. apríl 2009 10 min: 1-4 20 min: 6-9 30 min: 13-14 40 min: 18-19 50 min: 23-23 Málskjúttar VÍF: Sámal Joensen 9 (3), Agnar Joensen 6, Áki Olsen 5, Bjarti Hansen 2, Áki G. Olsen 2, John M. Andreasen 1, Niels Andreasen 1, Joen P. Høgnesen 1, Rúni Joensen 1 H71: Bárður Brimvík 6, Regin Joensen 5, Dánjal Tórgarð 5 (2), Halgir Dahl Olesen 3, Janus Sørensen 3, Danny Syhler 3, Poul Kjartan Dam 2, Gunnar Bláberg 1, Esbern Patursson 1 Brotskøst: VÍF 3, H71 2 Ávaringar: VÍF 2, H71 2 Útvísingar: VÍF 4, H71 6 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen H71-VÍF 30-24 (13-10) Seinna FM-finala í Hoyvík páskaaftan, 11. apríl 2009 10 min: 5-2 20 min: 8-6 30 min: 13-10 40 min: 17-15 50 min: 23-17 Málskjúttar H71: Dánjal Tórgarð 9 (4), Bárður Brimvík 5, Halgir Dahl Olesen 5 (1), Janus Sørensen 4, Regin Joensen 3, Esbern Patursson 2, Gunnar Bláberg 1, Danny Syhler 1 VÍF: Agnar Joensen 5 (7), Áki G. Olsen 5, Bjarti Hansen 4, Rúni Joensen 4, Áki Olsen 3, Sámal Joensen 2 (1), Niels Andreasen 1 Brotskøst: H71 7, VÍF 4 Ávaringar: H71 2, VÍF 3 Útvísingar: H71 5, VÍF 4 Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason FAKTA um dystirnar Rómurin var øgiligur, og flestu hoyvíkingar mundu iðra seg um, at høllin ikki fekk nakrar fermetrar og harvið áskoðarapláss eyka á sinni. H71 er føroyameistari í manshondbólti fyri fyrstu ferð í søgu felagsins