týsdagur 14. apríl 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 70 - 14. apríl 2009 ]
B68-AB 1-0 (0-0):
Tað fløvaði
í sólini
á Svangaskarði
Talan var um arbeiðssigur, staðfestir B68
veteranurin Øssur Hansen, og hóast teir
einki fingu við sær, so sigur AB formaðurin
seg vera nøgdan við hugburðin hjá hansara
monnum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Veðrið var frágera gott, og hýrurin á heimafólkinum
var góður, tá ið seinasta bríkslið ljóðaði á Svangaskarði
seint seinnapartin í gjár. B68 hevði við 1-0 sigri á AB
tryggjað sær trý tey fyrstu stigini í ársins landskapping,
og tað kom væl við:
- Sigurin fløvar. Fyri einari viku síðani taptu vit
ímóti HB, og næstu ferð skulu vit spæla á útivølli
ímóti EB/Streymi. Í fjør hilnaðist tað einki serligt á
heimavølli. Tað er her, at vit eiga at vinna flestu stigini,
og ikki minst ímóti AB var tað týdningarmikið, eftir at
vit hósdagin taptu á Argjum í steypakappingini,
staðfestir veteranurin Øssur Hansen, sum aftur hesa
ferð var vongverji í vinstru.
Øssur Hansen heldur, at talan var um tætta uppgerð,
og at tað vóru hugburðurin og arbeiðið, sum høvdu
stóran og avgerandi týdning.
Besta B68 møguleikan í 1. hálvleiki fekk Bogi
Gregersen eftir innlegg frá Øssuri Hansen, men
bólturin streyk yvir málinum. Øssur Hansen átti eisini
næstsíðsta fótin á øðrum góðum heimamøguleika,
men ta ferðina stútaði miðverjin Jóhan Dávur Højgaard
omanfyri.
Thomas Hans Rubeksen fekk stutt undan hvíldini
fínan AB møguleika, tá ið hann eftir at hava vunnið
bóltin frá heimaverjuni gjørdist einsamallur við Vlada
Filipovic, sum stórbjargaði.
Tá ið Pól Jóhannes Justinussen varð fluttur úr
miðverjuni og longri fram á vøllin, spenti heimaliðið
álopsbogan, og tá eydnaðist at fáa sigursmálið. B68
steðgaði AB álopi, bólturin varð lagdur fram í vinstra
borð, og Keita stýrdi við høvdinum innleggið frá Pól
Jóhannesi Justinussen í kassan.
AB var tætt við í fleiri deyðbóltsstøðum, men tað
eydnaðist teimum ikki at fáa mál, og hóast tapið, so
var formaðurin, Andrass Drangastein, ikki heilt
misnøgdur:
- Sjálvandi høvdu vit viljað havt vunnið stig og helt
øll trý. Vit høvdu møguleikar, men vit vóru ikki hepnir.
Higartil hava marginalirnir ikki verið okkum til
fyrimunar, men um hugburðurin verður tann sami
næstu ferðirnar, so fara vit heilt víst at vinna stig og
sigrar, helt AB formaðurin.
Hóast tað ikki hevur
verið roknað nakað
serligt við B36, so
er úrtøkan full eftir
sigur í Fuglafirði
ímóti ÍF, sum var
um reppið at røkka
javnleiki
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Lagið var fínt á floks-
monnum, tá ið teir í góð-
veðrinum fóru úr Fuglafirði
seinnapartin
í
gjár.
Í
viðførinum høvdu teir 2-1
sigur. Hóast sigurin var
tepur, so taldi hann eins
nógv og allir aðrir sigrar.
Spurnartekin hava verið
sett við, hvussu tað fór at
hilnast hjá B36 í ár. Higartil
kann tað ikki sigast annað,
enn at úrtøkan hevur verið
góð – tveir dystir og tveir
sigrar.
Hesa ferð vardi Jóan
Pauli Dahl Jakobsen B36
málið í staðin fyri skadda
Tróndur Vatnhamar, og tað
var bara eina ferð, at hann
noyddist í meskarnar eftir
bóltinum. Tað var tíðliga í
2. hálvleiki, tá ið ÍF, sum
eftir steðgin legði bragdliga
fyri, tiltuskaði sær fríspark
í vinstru. Balazs legði til
handara stólpa, har Bartal
Eliasen við høvdinum sendi
bóltin í málið.
Onkra aðra ferðina fór
bólturin
framvið
Jóan
Paula, uttan at tað eydnaðist
at fáa mál. Tíðliga í 1.
hálvleiki bjargaði ein av
B36 monnunum á strikuni
(fuglfirðingar vildu vera
við, at bólturin hevði verið
innanfyri strikuna, men tað
var dómarin ikki samdur
við teimum í), og fram
ímóti dystarenda, tá ið ÍF
legði nógv fyri í royndini at
javna, brast skotroynd frá
Bartali Eliasen í stólpan.
Fyrstu trý korterini var
B36 greitt omaná, og tá
eydnaðist teimum at skjóta
tvey mál. Í báðum førum
var
heimaverjan
lítið
sannførandi. Liðformaðurin
Klæmint Matras setti hol á,
eftir at Jákup á Borg hevði
lagt frísparkssending úr 35-
40 metrum í brotsteigin.
Verjan drálaði, og eftir at
bóilturin hevði tikið í fleiri
bein, stýrdi Klæmint Matras
bóltin í málið aftanfyri
Andras Gango.
Sjey
minuttir
undan
steðginum pakkaðu fugl-
firðingar stóra gávu upp
fyri gestunum, sum takkaðu
fyri og tóku av. Miðverjin
Jonn Thomsen var óansin,
og tá ið hann sko royndi at
leggja aftur til málverjan,
var hesin komin so mikið
úr málinum, at bólturin fór
framvið honum. Jákup á
Borg takkaði fyri, og harvið
var brekkan hjá ÍF tung.
- Vit eru væl nøgdir. Tað
ræður um at leita møgu-
leikarnar upp, og tað gjørdu
vit. Vit kundu havt skorað
fleiri mál í 1. hálvleiki, og
hóast teir í 2. hálvleiki
royndu at trýsta, so var tað
bara
Bartal,
sum
var
vandamikil, og eg haldi, at
vit kláraðu hann væl, var
viðmerkingin hjá Jákupi á
Borg.
ÍF venjarin, Jón Simon-
sen, segði seg avgjørt ikki
vera nøgdan við 1. hálvleik,
tá ið teir í B36 vóru illa
ansaðir.
- Í 2. hálvleiki høvdu vit
gott tak á teimum, og tá
spældu vit okkum til fleiri
møguleikar, men tíverri
vóru vit ikki nóg neyvir.
Sunnudagin skulu vit spæla
á Argjum, og tá verður tað
avgerandi hjá okkum at
koma á talvuna.
Nær verður Rógvi Jacob
sen at síggja á ÍF liðnum?
- Hann er farin at venja,
men vit rokna ikki við, at
hann verður á liðnum í
hesum mánaðinum, sigur
ÍF venjarin.
ÍF-B36 1-2 (0-2):
Hjá B36 gongur tað
sum eftir ánni
Brian skorar fyri Glostrup
Brian Andresen gjørdi góðan mun, tá ið hann í fjørsummar
kom at spæla við B68. Danski álopsspælarin gjørdi fleiri
mál og gekk annars undan á vøllinum. Nú er Brian Andresen
aftur í Danmark og spælir fyri Glostrup. Í gjár skoraði hann
eitt av málunum, tá ið Glostrup vann 3-0 á Skovlunde í
donsku 2. deild eystur.
Julian og teir vunnu
Julian Johnsson og liðfelagarnir í Svendborg
spældu í gjár ímóti Skovbakken í donsku 2.
Deild vestur, og tað eydnaðist Julian og teimum
at vinna dystin ímóti botnliðnum. Svendborg
spældi á heimavølli og vann dystin 3-0. Í
hálvleikinum var støðan 2-0. Svendborg liggur
mitt á stigatalvuni – felagið er nummar 8 av 16
liðum í deildini.
B36
ÍF
B36 tryggjaði sær síni mál undan
steðginum, tá teir við væl skipaðum
spæli høvdu greiða yvirvág. Og so
eydnaðist tað at standa ímóti, tá ÍF
trýsti í seinna hálvleiki
Mynd: Álvur Haraldsen
AB
B68