Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 70 - 14. apríl 2009 ] Miðalaldurin var 22,54 Í Klaksvík eru tey errin av ungu klaksvíkingunum, sum í gjár stríddu seg til eitt stig á heimavølli móti Víkingi. Og tað er ikki nakað roynt lið, sum Alexandar Djordjevic og Jákup Mikkelsen, venjararar hjá KÍ, hava undir hond. Miðalaldurin hjá teimum fyrstu ellivu í gjár var 22,54 ár. Har millum vóru 38 ára gamli Jákup Mikkelsen og 31 ára gamli Heðin á Lakjuni. Innskiftararnir vóru tó væl eldri. Allan Joensen, 35 ár, Leon Bjartalíð, 28 ár, og Tórður Lervig, 23 ár, vóru innskiftir í seinna hálvleiki. Claus fekk javnleik Claus Bech Jørgensen var settur á vøllin seinastu tríggjar minuttirnar, tá ið Blackpool spældi á heimavølli ímóti Reading leygardagin. Blackpool spælir í næstbestu deildini, og dysturin ímóti Reading endaði við javnleiki 2-2. Reading legði seg á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Blackpool minkaði fyri hálvleikssteðgin og tryggjaði sær javnleik við máli eftir 66 minuttir. Í Klaksvík leggja tey ikki stóran dent á fótbóltsspælið. Áskoðararnir elska at síggja leikararnar stríðast, og tað gav í gjár eitt stig, tá Víkingur vitjaði við Injector Arena FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tað var ikki flott. Lítið tekn iskt undirhald. Fáir møguleikar. Men tað var stríðst. Tað var runnið og runnið. Tað var takklað ígjøg num. Alt var givið í nærdystunum. Og tað gav úrslit til seinast. Tórður Lervig kundi væl verði einasta hetjan í Klaks- vík í gjár. Innskifti fram- herj in tryggjaði KÍ eina stigi við Injector Arena, tá hann í tíðini dóm arin hevði lagt afturat, sendi framvið Geza Turi. Bólturin endaði fyri føturnar á Ler vig eftir frísparksinnlegg. Men hann var ikki hetjan – men ein av hetjunum. Klaksvíkingar fagnaðu í gjár øllum sínum hetjum, sum framvegis eru ósigraðir í Vodafonedeildini. Tað var stríðst og strevast fyri felag- ið, og tað tykjast áskoðarnir í Klaksvík at elska. Imponerandi KÍ hevði lítið skipað spæl. Í løtum fluttu John Hammer og Eli Simonsen, sum vóru á miðvøllinum saman við Erlandi B. Danielsen, bóltin væl, men fáu royndirnar í tílíkum dystum høvdu eisini mistøk við sær. Men talan er um leikarar, sum fram- vegis eru í læru, og við tí í huga, royndust teir sera væl. Teirra partur lá í øllum før um ikki eftir. Serliga var stríðshugurin hjá heimaliðnum imponer- andi. Hóast tað oftast gekk illa at fáa ferð á bóltin, góv- ust teir ongantíð at stríðast. Ungu klaksvíkingarnir tykj ast væl fyri kropsliga, og tað hevur stóran týdning, tá lítið eydnast við bóltin- um. Heimaliðið legði væl fyri, og longu eftir átta minutt um kundu KÍ-fjepp- ararnir reisast fyri fyrstu ferð. Unglingaspælarin Ivan Joensen var runnin aft urum Hanus Jacobsen, sum var vinstri vongverji hjá Víkingi, tá Kristoffur Ja kobsen gav honum bóltin í føturnar. Joensen slapp inn í brotsteigin, áðrenn hann við vinstra beininum sendi í netið. Víkingur kann bjóða av Jógvan Martin Olsen, venj- ari hjá Víkingi, hevði aftur í gjár Andrias Lava Olsen sum einsamallan framherja við stuðli frá Bárði Hansen, Magnusi Skoralíð og Súna Olsen. Og tað vísir seg, at Lava Olsen stórtrívist í leik lutinum. Í stórum løtum av dyst- inum spældi Víkingur nógv við langum bóltum. Og hóast hann støðugt var trýst ur av Oddmari á Lakj- uni og Jógvani Isaksen í KÍ-miðverjuni, vann Andrias Lava Olsen flestu luft dystirnar. Millum annað í málinum hjá Finnuri Justinussen, tá lands liðs- leik arin við høvdinum stýrdi bóltinum fyri føturnar á innskiftaranum, sum av brots teigar markinum smekk aði í netið. Við sínum skjót leika og gjøgnumbrots- styrki var hann allatíð ein hóttan móti klaksvík ing un- um. Víkingur hevði í gjár tor- ført við at spæla seg til upp- lagdar møguleikar. Oftast var loysnin at sparka bóltin til Andrias Lava Olsen, sum síðan var rættiliga einsa- mall ur. Súni Olsen varð ong antíð av álvara eyð- sýnd ur, uttan tá hann javn- aði fyri gestirnar á tímanum. Landsliðsleikarin var fyrst- ur á bóltinum, sum Jákup Mikkelsen noyddist at sleppa fyri føturnar á honum. Málverjin helt ikki kúluni, sum Magnus Skora- líð við høvdinum hevði stýrt móti málinum. Við lyklaleikarum sum Andrias Lava Olsen, Súna Olsen og Sølva Vatnhamar, kann Víkingur væl gerast ein av avbjóðarum til FM-heitið. Hópurin er breiður, og tað sást aftur, at ungu Finnur Justinussen og Bárður Hansen – sum ikki vóru við í steypadystinum móti MB – royndust væl. At skjóta tvey mál í Klaksvík er nøktandi, hóast tey kundu verði fleiri. Mill- um annað bjargaði Ivan Joensen á strikuni, tá lítil løta restaði í av fyrra hálv- leiki. Men verjuparturin er nakað, sum Jógvan Martin Olsen, venjari, noyðist at hugsa um komandi vikuna. Avrikið í gjár var sam an- umtikið ikki nøktandi, men flestu liðini hava vanliga trupulleikar í Klaksvíkar. Men tílíkir dystir skulu vinn ast. Serliga um Vík- ingur ætlar sær gull. Sagt í 3. hálvleiki Ein partur av sendingini, 3. hálvleikur, sum Rás2 borðreiðir afturvið Vodafone-deildini, eru SMS- viðmerkingar frá lurtarunum. Niðanfyri prenta vit nakrar av teimum mongu viðmerkingunum, sum vórðu sendar inn á 559999 sunnudagin. Tað ovast nevnda vórðu hesa ferð kosin at vera tey bestu, og fáa skrivararnir eitt útvarpstól frá Vøruhúsinum á Hjalla sendandi fyrsta dagin. »Úrslitið av dagsins dystum er, so sum liðini eru, óansæð hvat tey eita. « »Rulla páskaregg, rulla páskaregg! HB ''spælir gekk'' rullar vekk, fingu bæði í posa & sekk; men gakk av stað, vit høvdu ikki okkara dag - fingu snøgt sgt ov lítið í lag! Vh, EB/Streymslit. « »Hvussu nógvar B36arar tekur tad at skrùva eina peru ùr? Ongan! Fuglafirdingar skulu nokk gera tað fyri teir. Rúni dømdi annars óføra væl ì dag.« »Eftir dystin mòt B68 ì dag,er tad ikki AB, men Argir menn.:-D« »Eb-streymur tapti i dag. Eru Desperat Housevifes so púra desperatar i dag?« »Nu vilja fuglfirdingar vera við, at b36'arar eru líka kraddutir sum gøtumenn:-) « »Vìkingur manglar 32 kort til sjavs,stikk den« »Hugnaligt at syggja so nògvar vìkingar gràta ì dag! òdin og thor nakad stoltir!« »Tit spyrja um hvønn leist teir brùka- kanska brùka skòleist ?« »Um man kann hoyra morgunlestur ì hasum radio'num, Ja, so vil eg vinna ta « »Reytt sum blóð, svart sum Ibenholtog lør sum snjòð,B68 jóv jóv. « »Lýsing: mál verða latin hægstbjoðandi,heilsan b36 « »HB vann, ti venjarin hevur hugt at EB-Streymtalvuni.« »At hyggja at ìF ì 2. hàlvleiki var sum at sita à kummuni vid krampa ì kokubotninum: Tryst, tryst og tryst, men einki kemur burturùr.« KÍ-Víkingur 2-2 (1-0): Kenslurnar ráða í Klaksvík Víkingur KÍ Unglingarnir hjá KÍ eru í ferð við at gerast menn. Hesa ferð stríddi KÍ seg upp á javnt, hóast Víkingur við tveimum tøttum málum hevði skotið seg á sigurskós Mynd: Álvur Haraldsen