Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 71 - 15. apríl 2009 Óvissan er størri enn vanliga, men ábend­ ing ar eru, sambært grein ing um niðanfyri, um at flestu størru vinnu ligu bólkingar í búskapinum kunnu vænta fall ella í besta føri óbroytt ískoy ti til BTÚ í leyp an di prísum í 2009 og 2010, sigur Landsbanki Før oya m. a. í búskap ar met­ ing, sum vit prenta niðan fyri BÚSKAPARMETING Landsbanki Føroya Í samband við fyrireiking av fíggjarlóg fyri 2010, hevur Lands banki Føroya, eftir áheit an frá Fíggjar mála ráð­ num, gjørt eina meting av bú skap ar støðu og útlitum í føroys ka búskapinum fyri 2009 og 2010, við denti á inn tøku grundarlagið hjá landskassa num. Um hesa tíð ina á árinum hevur lands­ bank in vanliga eina meting av føroysku brutto tjóðar úr­ tøk uni komandi árið, men av ser ligum ávum hevur tað ikki ver ið møguligt at fingið dag­ ført grundarlagið(1) til bú skap ar myndilin. Tískil verður í hesum føri einamest víst á indikatorar, sum mett verður fara at hava ávirkan á búskapargongdina í 2009 og 2010 og í hvønn mun hetta kann ávirka inn­ tøkur landskassans. HEILDARMETING Óvissan er størri enn van­ liga, men ábendingar eru, sam bært greiningum niðan­ fyri, um at flestu størru vinnu ligu bólkingar í bú skap inum kunnu vænta fall ella í besta føri óbroytt ískoyti til BTÚ í leypandi prís um í 2009 og 2010. Tað, at landið kann væntast at fáa fall uppá útvið 1% í rakstra r útreislum í 2009 í mun til 2008, hóast hall uppá 500­600 mió kr, ger at mink­ ing in verður størri enn fyrr vænt að. Metingin er tí, at BTÚ í leyp an di prísum kann falla 3%­5% í 2009. Óvissan er sjálvandi størri um 2010, og meting in er tí, at fallið verður 1%­6% í mun til 2009. Arbeiðsloysið var í miðal í 2008 1,3%. Við endan av mars 2009 er arbeiðsloysið 2,9% og Landsbankin metir, at arbeiðsloysið kann koma uppá 4% í miðal fyri árið 2009. Tað, at grannalondini eisini hava vaksandi arbeiðs­ loysi, kann gera tað truplari enn fyrr hjá føroyingum at fáa arbeiði uttanlands. Tað kann vera við til at økja um arbeiðsloysið. Netto til gongd­ in til arbeiðsstyrkina (tey sum fáa arbeiðsaldur minus tey sum fáa pensjónsaldur) kann metast til árliga 150­ 200 sammett við 400­450 fyri 15­20 árum síðani. Trýst­ ið á fráflyting og arbeiðsloysi er tí væl minni nú enn t.d. í kreppu ni 1990­ árunum. Sum matvøruframleiðandi land skuldu Føroyar verið raktar mildari av altjóða bú skap ar kreppuni, men ábend ing ar eru um, at ávirkan in á BTÚ verður minst líka stór, sum í størru granna londunum. Hetta hevur helst samband við vána ligu støðuna í fiska­ stovn unum, sum vit troyta, og við førda inntøku­ og útreiðslu politikkin, sum ger, at landið fær stórt hall og sam stundis ikki megnar at halda rakstrar út reiðslu legu­ na. Húsarhaldini økja um upp sparingina og eru merkt av misáliti á útlitini. Brúk er tí fyri, at myndugleikarnir frem ja átøk, sum kunnu styrk ja um álitið hjá húsar­ hald unum. Ein styrking av inn tøku­ og útreiðslu­ politikki num, sum minkar um hallið (tað skal helst verða minni enn ½ mia kr) fer helst bæði at bøta um kredit virðið hjá landinum og álitið hjá húsarhaldunum. FØROYAR OG UMHEIMURIN Í BÚSKAPARKREPPUNI Altjóða fíggjarkreppan merk ist eisini í Føroyum, og eins og við flestu øðrum bú skapum, hevur føroyski bú skapurin helst verið fyri niðurgongd í framleiðsluni í 2008, ivaleyst verður tað sama galdandi í 2009, og helst eisini í 2010 við. Nú so mikið stutt er fráliðið av 2009 og tað sam­ stundis í tílíkum búskapar­ lig um broytingarumstøðum er sera trupult at meta um fram tíðina, verður lands­ bankans meting av útlitum í hes um føri í størri mun enn van liga grundað á eina meting av føroyska mót­ støðu førinum móti altjóða ráki num. Støði verður tískil í høvuðsheitum tikið til altjóða metingar av, hvussu stórt og drúgt fallið í framleiðsluni verður, umframt hvussu við­ brekin føroyski búskapurin er fyri altjóða afturgongdini. Um allan heimin hava politiskir myndugleikar og tjóð bankar sett fíggjar­ og penga politisk átøk í verk til tess at byrgja upp fyri einum búskaparligum skrædli. Heims búskapurin var fyri stórari afturgongd í 2008, og flestu altjóða búskapar stovn­ ar meta, at gongdin verður tann sama meginpartin av 2009, tó eru útlit til stigvísa vend í móti endanum av 2009 og nakað inn í 2010. Evropeiski Miðbankin (ECB) og IMF vænta mink­ ing í framleiðsluni í Evru­ øki num í 2009 og at fram­ leiðsl an verður at kalla ó broytt í 2010. Evropeiski Mið bankin væntar minking á mill um 3,2 og 2,2% í 2009 og vøkstur á millum ­0,7 og 0,7% í 2010. Metingarnar hjá IMF eru, at framleiðslan í Evruøkinum minkar 3,2% í 2009 og at hon veksur 0,1% í 2010. OECD væntar í meting um Evruøkið fall í framleiðsluni í 2009 á 4,1% og fall í 2010 á 0,3%. Danska Búskaparráðið væntar minking í danska bú ­ skapi num í 2009 og 2010 á ávika vist 0,5 og 0,25%. OECD væntar hinvegin at danski búskapurin minkar 0,5% í 2009 og at hann veksur 0,9% í 2010.2 Dan­ marks Nationalbank roknar við minking á 1,1% í 2009 og vøkstur á 1% í 2010. Føroyski búskapurin hevur í minni mun enn aðrir búskapir, ið føroyski bú skap­ ur in er tætt tengdur at, verið merktur av altjóða fíggjar­ krepp uni, og beinleiðis ávirkan in er tískil í størri mun tengd at búskaparligu aftur gongdini í hesum bú skapum. Versnandi útlit í um heiminum ávirka føroys­ ka búskapin á fleiri ymsar hætt ir. Í fyrru hálvu av 2008 økt ust m.a. altjóða orku­ og mat vøruprísir munandi fyri síðan í seinnu hálvu at falla aftur samstundis við búskap­ ar ligu niðurgongdini. Sam­ stundis var altjóða rentustøðið fyri størri sveiggjum og var generelt fallandi í 2008 og 1. ársfjórðing av 2009, og útlit eru til enn lægri altjóða rentu støði restina av 2009. Ein ávirkan stavar sostatt frá lægri príslegu á inn flutn­ ingsvørum, sum kann vænt­ ast at lækka komandi árini. Føroysku pen in g a stovn­ arnir eru í høvuðsheitum ávirk að ir av altjóða fíggjar­ kreppuni á tann hátt, at teirra fíggingarkostnaðir eru øktir. Hetta hevur í fyrsta lagi ávirk að teirra evni at læna pen ing út og at veita kredittir til húsarhald og vinnulív í Før o yum. Í øðrum lagi er frí­ virðið hjá føroyingum í virðis brøvum og fastari ogn fallið munandi síðan á heysti 2007. Hetta, saman við stóru óvissuna um búskapar gongd­ ina komandi árini, ávirkar húsar haldini á tann hátt, at tey minka um nýtsluna, og uppsparingin økist í mun til áður. Og tá ið húsarhald í Føroy­ um og aðrastaðni eftir stuttari tíð fáa hug at økja upp spar­ ingina munandi, ávirkar hetta fyrst og fremst lond, ið fram­ leiða lutfalsliga meiri av nýtslu­ og ídnaðarvørum, t.d. bilar og elektronikútbúnaður (drúgvar vørur og hág prís­ vørur). Hugsandi er tískil, at mat­ vøru framleiðandi lond ikki verða eins nógv ávirkað av mink andi eftirspurningi eftir teirra útflutningsvørum. Mat vør u fram leiðandi lond verða helst ávirkað fyrst og fremst á tann hátt, at mat­ vøru prísir eru falnir nógv sam an við rávøruprísum seinas ta hálva árið. Væntandi fara útflutningsnøgdirnar fyri matvøruframleiðandi lond ikki at falla eins nógv og útflutningsnøgdirnar fyri ídnað ar lond. Frágreiðingin kann heint­ ast sum pdf­fíla á heimasíðu Landsbankans: www.lands­ bank.fo Kunnu vænta fall í búskapinum Attenborough ræðist fólkavøksturin Sir David Attenborough, sum tey flestu munnu kenna frá hansara mongu og frálíku sjónvarpssendingum úr náttúruni, heldur, at tað er neyðugt at avmarka fólkavøksturin á jørðini fyri at skerja trýstið á umhvørvið í heiminum. Sambært BBC skal hann hava sagt, at verandi fólkavøkstur er ræðandi, og hann mælir til tiltøk, sum skulu gera, at færri børn verða fødd. Bretski felagsskapurin Optimum Population Trust (OPT), ið hevur somu sjónarmið sum Sir David Attenborough, fegnast um orð hansara og sigur, at heimsins lond ásanna trupulkleikan við fólkavøkstrinum, men tora ikki at nema við hann. Hava álit á Obama Amerikanarar hava munandi betri álit á, at Barrack Obama, forseti, og tann demokratiski flokkurin eru førir fyri at leiða USA ígjøgnum fíggjarkreppuna, enn republikanararnir høvdu verið. Í einari kanning hjá CNN siga 58 prosent av teimum spurdu, at forsetin hevur ætlanir og arbeiðir miðvíst fyri at leiða tjóðina burtur úr kreppuni. Hini 42 prosentini halda ikki, at forsetin er á rættari leið, men kortini halda bara 24 prosent, at tær ætlaninar, sum republikanararnir hava lagt fram, høvdu gjørt størri mun. Kanningin hjá CNN vísir, at eydnast tað Obama at bjarga USA úr fíggjarkreppuni, verður hann sera væl umtóktur. torir at gera nakað við tað, tí teir eru bangnir fyri at missa kjarnuveljarar, stað­ festir Tórbjørn Jacobsen. Kreppurnar stýra okkum Næstformaðurin í Tjóðveldi vil nú hava nakrar muna­ góð ar loysnir á borðið. Hann vísir á, at minni luta­ álitið nú aftur er lagt fyri løg tingið til samtyktar. ­ Loysnirnar, sum standa í álitinum, eru í grundini tær somu, sum Jóannes Eides gaard, fíggjar mála­ ráðharri, stóð á røðara palli­ num og segði at man kann gera. Trupulleikin er, at hann bara sigur hvat man kann gera, men ikki hvat man fer at gera, slær Tór­ bjørn Jacobsen fast. Fíggjarnevndarlimurin hjá Tjóðveldi fýlist á, at føroy ingar vera verandi inni í eini kreppu alla tíðina, orsakað av at útreiðslurnar fáa loyvi at vaksa ótálmað. ­ Vit kunnu ikki spola upp við 300 til 400 millión­ um krónum til øktar út reiðslur um árið. Tað tolir sam felagið ikki. Skatta­ lættarnir hjá farnu ABC­ sam gongu hava kostað inn­ tøkusíðuni 380 til 400 millión ir um árið, og trupul­ leikin er, at ongar inntøkur verða settar í staðin, vísir Tórbjørn Jacobsen á. Hann sóknast eisini eftir at føroyingar sjálvir leika næsta leikin í talvinum. ­ Vit kunnu ikki fáa eitt væl ferðarsamfelag, soleiðis sum tað verður stýrt í løtuni. Tann politiski viljin í Føroyum stýrir ongum. Tað eru tær afturvendandi krepp ur nar og danskararnir, sum stýra okkum. Hetta er hent fyrr, og nú sita vit aftur og bíða eftir at kreppan noyðir okkum at gera nakað, staðfestir Tórbjørn Jacob sen.