mikudagur 15. apríl 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 71 - 15. apríl 2009
Meira enn helming
urin av manningini
umborð á vaktarog
bjargingarskipinum
Tjaldrinum varð
herfyri rakt av
salmonella. Støðan
hjá tveimum teirra
gjørdist so trupul, at
teir endaðu á sjúkra
húsi. Samskiparin á
Fiskiveiðieftirlitinum,
Jóannes í Heimistovu,
sigur, at teir standa
púra spyrjandi,
hvussu hetta kann
vera hent
Tjaldrið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Síðan týsdagin 24. mars
hava menn, sum sigla við
vaktar- og bjargingarskip-
inum
Tjaldrinum,
verið
fongdir
við
salmonella.
Hendan dagin noyddust
fýra mans sjúkir í land,
fríggjadagin eftir fór hin
fimti, og so aftur sunnu-
dagin eftir noyddist eisini
hin sætti maðurin í land
sjúkur.
Við Tjaldrinum á hvørji
skipsvakt – um vit kunnu
kalla tað so - eru 11 mans,
meðan 11 aðrir eru í landi.
Hetta merkir, at meira enn
helmingurin av manningini
frá týsdegi til sunnudag
noyddist av skipinum, tí teir
kendu seg sjúkar.
Hinir, ið eftir vóru og
eisini teir, sum høvdu verið
umborð saman við teimum
seks, sum gjørdust sjúkir,
vórðu ongantíð raktir. Nú
er so ein tíð fráliðin, síðan
tann seinasti fór í land,
sunnudagin, 29. mars, og
einki hevur verið at merkt
síðan.
Stórt spurnartekin
- Í fyrstuni vistu vit ikki,
hvat var áfatt hjá hesum
monnum, sum eisini vístu
seg at vera ymiskt raktir.
Summir vóru verri fyri,
meðan aðrir ikki vóru líka
illa fyri, og eisini vóru
sjúkufyribrigdini ymisk.
Tað sigur Jóannes í Heimi-
stovu, samskipari hjá Fiski-
veiðieftirlitinum, sum eitt
nú hevur manningarviður-
skifti umborð á Tjaldrinum
og Brimli undir sær.
Hann vísir á, at nógv
hevur verið tosað um, hvør
orsøkin kundi vera til, og
menninir umborð á Tjaldri-
num gjørdust sjúkir.
- Í fyrstani vistu vit ikki,
hvat bagdi monnunum, men
sum tíðin er liðin, hava
nakrir teirra fingið staðfest
hjá lækna, at teir eru fongdir
við salmonella. Tað er tí alt,
sum bendir á, at teir allir
eru vorðnir fongdir við
salmonella.
Hann sigur, at í fyrstani
ljóðaði, at menn umborð á
onkrum øðrum skipi eisini
vóru vorðnir sjúkir, men at
hetta helst bara hevur verið
vanligt krím.
Jóannes sigur, at einir
tveir
av
manningini
á
Tjaldrinum, sum soleiðis
noyddust í land, gjørdust so
illa fyri, at teir endaðu á
sjúkrahúsi.
Drekkivatnið kannað
- Bæði millum menninar,
sum eftir vóru umborð og
teir, sum gjørdust fongdir
við salmonella, hevur nógv
verið tosað um, hvør or-
søkin til tilburðirnar kundi
vera, men nú tíðin er frá-
liðin, standa vit framvegis
líka spyrjandi.
Samskiparin sigur, at tað
fyrsta teir gjørdu eftir, at
menninir vóru farnir sjúkir í
land, var at biðja Heilsufrøði-
ligu Starvsstovuna kanna
drekkivatnið umborð.
- Tá hesar kanningar
vórðu gjørdar, varð ikki
endaliga staðfest, at menn
vóru fongdir við salmonella.
Tveir vatntangar og ein
vatnkølari eru umborð á
Tjaldrinum, og Heilsufrøði-
liga Starvsstovan kannaði
vatnið í hesum fyri ecoli-
bakteriu.
Kanningarnar
vístu ikki, at henda bakteria
fanst
í
drekkivatninum
umborð.
Jóannes í Heimistovu
vísir á, at tá slíkar kanningar
verða gjørdar, vil Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan helst
hava okkurt “clue” um,
hvat leitast skal eftir, so
kanningarnar ikki gerast
óneyðuga umfatandi.
- Hóast Heilsufrøðiliga
Starvsstovan seinni hevur
fingið at vita, at menn
umborð vóru fongdir við
salmonella, ivist eg í, um
orsøkin verður at finna í
vatninum,
leggur
hann
aftrat.
Álit á kokki
Samskiparin væntar, at tað
fer at vera trupult at finna
fram til neyvu orsøkina til
smittuna, tá menn onga
hóming hava av, hvaðani
orsøkin stavar.
- Vit hava havt ein av-
loysara umborð á Tjaldri-
num sum kokkur, og vit
hava fult álit á hesum
manni, ið annars starvast
sum kokkur í landi.
Jóannes í Heimistovu
heldur, at onkusvegna má
orsøkin
til
salmonella-
smittuna finnast í onkrum,
sum er etið umborð, men at
tað helst verður trupult at
staðfesta, hvat hetta er.
- Fyribils hava vit funnið
okkum í, at hetta helst er
okkurt, sum er komið á
borðið – og síðan er farið
av aftur borðinum og aftur-
við aftur. Sum eg havi skilt,
er eingin reyður tráðu, sum
hevur leitt manningina fram
til orsøkina til tilburðirnar.
Síðan hesar tilburðir, hevur
einki verið at merkt aftur,
sigur
samskiparin
hjá
Fiskiveiðieftirlitinum
Enn í dag eru ikki allir
menninir,
sum
gjørdust
fongdir við salmonella um-
borð á Tjaldrinum, vorðnir
frískir aftur, men teir flestu
eru komnir rímiliga væl
fyri seg aftur.
Tjaldrið rakt av salmonella
- Eg trúgvi, at tað verður trupult at finna fram til neyvu orsøkina til salmonella-smittuna, tá menn onga hóming hava av, hvaðani orsøkin stavar. Vit hava havt ein
avloysara umborð á Tjaldrinum sum kokkur, og vit hava fult álit á hesum manni, ið annars starvast sum kokkur í landi, sigur Jóannes í Heimistovu, samskipari hjá
Fiskiveiðieftirlitinum
Norðurkorea svarar aftur
Norðurkorea tekur seg burtur úr samráðingunum um landsins kjarnorku-
ætlanir og vil ikki loyva ST-eftirlitsmonnum at kanna kjarnorkustøðirnar.
Norðurkoreanska stigið er ein avleiðing av, at ST-trygdarráðið einmælt
fordømdi ta seinastu norðurkoreonsku rakettroyndina, tí hon var brot á
eitt ST-forboð. Í gjár kunngjørdi almenna tíðindastovan KCNA, at Norð-
urkorea vil ikki halda fram við samáðingunum við Suðurkorea, Japan,
Kina, Russland og USA um landsins kjarnorkuætlanir, og nú hevur
Altjóða Kjarnorkustovnurin fingið boð um at taka síni eftirlitsfólk úr
landinum sum skjótast. Í Washington sigur talsmaðurin hjá Hvítu Húsun-
um, Robert Gibbs, at Norðurkorea má halda altjóða samtyktir og reglur
og virða viljan hjá altjóða samfelagnum.
Sjálfstæðisflokkurin veksur
Sjálfstæðisflokkurin, sum í mong ár var tann størsti í Íslandi,
tykist fáa altsamt fleiri veljarar, nú altingsvalið nærkast.
Tann seinasta meiningakanningin vísir, at var valið nú, hevði
flokkurin fingið 27,3 prosent av atkvøðunum, og tað er trý
prosentstig meiri enn fyri bara einari viku síðani. Sam-
fylkingin er kortini tann størsti flokkurin og hevði sambært
kanningini fingið 32,2 prosent, var valið nú. Hin stjórnar-
flokkurin, Vinstri grønir, hevði fingið 25,7 prosent, og
sostatt fáa teir báðir stjórnarflokkarnir stuðul frá 57,9
prosentum av veljarunum.