Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 71 - 15. apríl 2009 Tað var eitt vak­ urt “farvæl” til hekku trolaran, Kap Farvel, sum vest menn ing ar og onnur søgdu við sera væl møtta hugna­ løtu á Bryggjuni í Vestmanna leygar­ kvøldið Kap Farvel Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta leygarkvøld skip­ aði Bryggjan í Vestmanna fyri hugnaløtu saman við rithøvundanum aftanfyri bókina um hekkutrolaran, Kap Farvel, sum var heima­ hoyrandi í Vestmanna árini 1966­1975. Leiðari á Bryggjuni er Barry Bláhamar og tann, sum skrivaði bókina við heit inum “Teir tóku kjans­ in”, er Birgir W. Høgnesen. Tá bókin kom út til jólar í 2005, lá so nógv tilfar nið­ ur fyri, sum pláss ikki var fyri, og tað var hetta tilfar, sum nú varð lagt fram á hugnaløtuni. Tá løtan byrjaði um 21­tíðina hetta kvøldið, vóru eini 250 fólk møtt, flestu úr Vestmanna og bygd unum nærindis, men eisini fólk úr eitt nú Klaks­ vík, Vágum og Suðuroy, sum antin høvdu verið við skipinum ella vóru avvarð­ andi av teimum, sum okkurt skifti vóru við hekku trol ar­ anum, sum var hin fyrsti í Føroyum. – Eg var rættiliga ovfarin av stóru undirtøkuni og hevði ikki droymt um, at so nógv fólk fóru at vísa tiltak­ inum slíkan áhuga, sigur Birg ir W. Høgnesen. Tað var høvundurin sjálv­ ur, sum beyð vælkomin og segði, hvussu kvøldið fór at vera skipað. – Eg hevði fleiri enn 300 myndir við, sum vórðu sýnd ar á stórt lørift. Her kundu menn og kvinnur tosa um, hvørjir menninir á ymisku myndunum eru. Tá tú komst innar í gongd ina í lokalu pubbini, hoyrdust upptøkur frá mót­ tøkuni, tá skipið kom til bygd ar í 1966. Tað var tá ­ ver andi bygdaráðslimurin í Vestmanna, Jákup Follend, ið helt røðu, eins og prát var við reiðara og skipara. – Eg fekk eisini fleiri smal filmar í sambandi við arbeiði at skriva bókina. Hesar havi eg sett saman og gjørt til ein film, sum eisini varð sýndur á hugnaløtuni, sigur Birgir W. Høgnesen, sum er sera fegin um, at tiltakið eydnaðist so væl. Spurdur, hvat hann nú fer at gera við alt tilfarið, sum 250 fólk til Kap Farvel Benjamin (Benne) Joensen, sum eisini førdi Kap Farvel, í práti við aðrar Teir spældu undir og settu sín dám á tiltakið, tá sjómanssangir vórðu sungnir, Jákup Hendrik Egholm og Oskar Seloy Castro ikki nøgdur Fyrrverandi kubanski leiðarin Fidel Castro er ikki nøgdur við tey stig, sum Barrack Obama, forseti, hevur tikið fyri at bøta um viðurskiftini millum tey bæði grannalondini. Obama hevur givið kubanum í USA loyvi at fara til Kuba at ferðast og at senda skyldfólki og vinum í Kuba pengar, men sambært Castro er tað ikki nóg mikið. Í einari blaðgrein skrivar tann gamli leiðarin, at handilsbannið er tað, sum nívir mest, og hann mælir Obama til at taka tað av. Obama hevur hinvegin sagt, at handilsbannið verður ikki tikið av, fyrr enn ymisk viðurskifti í Kuba, so sum mannarættindini, koma í rættlag. Útflýggjan útsett John Demjanjuk, sum var vaktarmaður í einari týningarlegu hjá Nazitýsklandi undir seinna heimsbardaga, skuldi eftir ætlanini koma fyri rættin í München um stutta tíð, men nú er óvist, hvussu verður við tí. Tann nú 89 ára gamli John Demjanjuk flutti til USA í 1952 og hevur búð har síðani. Eftir áheitan frá týsku myndugleikunum hevur USA gjørt av at senda hann til Týsklands, so hann kann koma fyri rættin har, men nú hevur ein dómstólur útsett avgerðina. John Demjanjuk er skuldsettur fyri at hava havt ábyrgdina av, at 29.000 jødar vórðu tiknir av døgum í týningarleguni Sobibor. Í leguni gekk hann undir navninum "Ivan tann Ræðuligi".