Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 71 - 15. apríl 2009 er fjølritað og liggur eftir, sigur hann, at hetta nú verð­ ur goymt burtur – á tryggum stað. – Hugnaløtan í Vestmanna skuldi vera og varð eisini rein “hygga”, sum høvund­ urin tekur til, og nú verður so ikki meira gjørt burtur úr Kap Farvel á hesum sinni, leggur hann aftrat. Tiltakið á lokalu pubbini í Vestmanna hetta kvøldið var liðugt um 23.30­tíðina, og tá fóru fólk heimaftur, meira vitandi og ríkari, enn tá tey komu. – Jú, eg haldi, at hetta eydn aðist stak væl. Fólk høvdu nógv upp á hjarta, og fleiri ferðir hetta kvøldið var lívligt prát um ymisku myndirnar og persónarnar á myndunum. Birgir sigur, at endamálið við tiltakinum var at fáa til­ farið, sum liggur eftir um Kap Farvel, víst fram, og heilt fram til leygarkvøldið komu fólk við nýggjum myndum. – Vit kunnu kanska siga, at hetta var eitt vakurt “far­ væl” til Kap Farvel, sigur Birgir W. Høgnesen. At hjálpa sær við tí tekn­ iska partinum, hevði høv­ und urin vestmenningin, Páll Hellu. Kap Farvel varð á manna­ munni mangan róptur ”skúl a skipið” í Vestmanna. Nógvir mans og nógvir ungir dreingir vóru við hes­ um skipi, flestu úr Vest­ manna, men eisini úr øðrum bygdum kring landið. Tiltakið á Bryggjuni í Vestmanna um Kap Farvel hevði stóran áhuga, og fólk vóru komin heilt úr Norðoyggjum, Vágum og Suðuroy Erling Davidsen (høgrumegin), sum var dekkari umborð á Kap Farvel, tosar við Jónleif Joensen og aðrar Hjúnini, Elisa og Edvard Ingebrigtsen, sum var fjarritari umborð á Kap Farvel Joen Pauli Johannesen, sum førdi Kap Farvel og Erling Davidsen, dekkari Vinnuhugaðir tingmenn Næstan helmingurin av limunum í íslendska Altinginum eru skrásettir í partafelagsskránni sum stjórar, grannskoðarar, nevndarformenn, næstformenn ella vanligir nevndarlimir. Tilsamans eru tinglimirnir knýttir at 55 ymsum vinnufeløgum, skrivar Morgunblaðið. Fyri einum ári síðani vóru 34 tinglimir eisini partaeigarar í vinnufeløgum, men í daqg eru bara fýra eftir. Sjálfstæðisflokkurin er tann best umboðaði flokkurin í vinnulívinum. Av teimum 26 tinglimunum hjá flokkinum eru 17 stjórar, nevndarlimir ella grannskoðarar í vinnulívinum. Samfylkingin er næstbest umboðað við sjey av sínum 17 tinglimum. Kreppan rakar Hollywood Virksemið í filmsupptøkuhølunum í Hollywood er minkað nógv í seinastuni orsakað av fíggjarkreppuni, og sambært blaðnum Los Angeles Times hava upptøkurnar ongantíð verið so fáar sum nú. Árið byrjaði annars væl hjá filmsfeløgunum, og fleiri fólk hava verið í biograf, men nú er so lítið at gera, at fleiri túsund fólk eru ella verða uppsøgd. Hagstovan í Kailfornia sigur, at 22.000 fólk í films­ og undirhaldsvinnuni mistu arbeiðið í januar, og tað svarar til 10 prosent av teimum, sum arbeiða í hesari vinnugreinini. Los Angeles Times skrivar, at býarmyndugleikarnir har fáa nú nógv færri umsóknir um loyvi at gera filmsupptøkur í býnum.