mikudagur 15. apríl 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 15. apríl 2009
17
abbabørnum, ið hvørt er fittari
enn annað. Tey síggja stórt í
teimum smáu, og er tað stórt at
verða uppkallaður á gamals
aldri. Tey lívgast rættiliga upp
av at tosa um hvat tey plaga at
spæla við børnini. Tey skiftast
um at taka orðið, og er tað
týðiligt, at tey trívast saman.
Hóast Haldor ikki setir sær fyri
at smíða longur, forðar einki
fyri at hann av og á tekur
harmonik una fram. Hon hevur
fast pláss á kommod uni undir
familjuveggin um. Tað var eisini
hon, ið førdi hann til Áslu fyri
mongum árum síðan.
– Eg plagdi at spæla til dans í
biografsalinum, sum var har,
Atlantis er í dag. Og har fann eg
Áslu, sigur hann og hyggur uppá
hana.
– Tá vóru tíðirnar heilt øðrvísi
enn tær eru nú. Tá fór mann í
dans klokkan 22, og alt var liðugt
klokkan 24, skoytir Ásla uppí.
Tá Haldor so var úti og sigldi,
keypti hann henni kjólar úr
Noreg, sum enn standa fastir í
minninum.
– Eina ferð var eg í dans í
einum so vøkrum kjóla, sum
hevði so nógvar blómur á,
minnist eg. Tá søgdu tey, at
Haldor hevði málað tær, sigur
hon og flennir.
Haldor er ættaður úr Ánunum,
og hon úr Uppsulum, ið er
nærhendis har tey bæði búgva í
dag. Tey vórðu forlovað í 1950
51, og tá var eingin bilur.
– Tá plagdi eg at ganga úr
Ánunum og niðan í Uppsalar at
vitja Áslu.
Pensjónin kundi verið hægri
Tað er friðarligt inni. Tað einasta
sum hoyrist er sjónvarpið.
Frensurin Tom býr saman við
Áslu og Haldor, men hann er
onganstaðni at síggja hendan
dagin.
Tey eru komin nakað upp í
árini nú, men hava ikki hug at
klaga um lívið sum pensionistar.
Tey klára seg sjálvi, og eru fegin
um, at børn og ommu og abba
børn leggja leiðina framvið av og
á.
– Men eg haldi, at pensiónin
kundi verið hægri. Vit kláraðu
okkum betur, tá bara Haldor
arbeiddi, enn vit gera nú. Alt er
vorðið dýrari, men pensjónin er
ikki hækkað. Ja, tíðirnar eru
sanniliga broyttar, sigur Ásla.
Hon samanber við tíðina, tá
børnini vóru smá og Haldor var
nógv burturi. Tá var hann burturi
í minsta lagi tíggju vikur í senn,
og eingin telefon var. Tá visti
mann ongantíð nær hann kundi
væntast aftur. Nú sita tey og
hyggja uppá hvørt annað, sum
tey skemta sær við at siga, koyra
biltúrar og hyggja at sjónvarp
inum.
Haldor plagdi at ganga
úr Ánunum og niðan í
Uppsalar í Klaksvík at
fríggja, tá hann og Ásla fyri
mongum árum síðan hittust
í biografsalinum í Klaksvík.
Tey kunnu halda sín 56 ára
brúdleypsdag til jóla
Mynd: Álvur Haraldsen