Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 15. apríl 2009 16 Glaðir pensionistar Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tey eru blíð, hesi hjúnini, sum taka ímóti ein seinnapart í Klaksvík. Ásla situr og bindur, og Haldor kemur úr garasjuni og setist við borðið í stovuni. Tey búgva á Vágsheygnum í Klaksvík, í somu húsum, tey fluttu inn í fyri 55 árum síðan, tá tey vórðu gift. – Tað vera 56 ár til jóla. Vit bygdu hesi húsini, og her hava vit trivist væl. Vit hava fittar grannar her, og tá børnini vuksu upp, var grannalagið fult av børnum, greiðir Ásla Johansen frá. Haldor Johansen er kendur maður í Klaksvík, og serliga er tað góða handalagið, fólk kenna hann fyri. Hann er útbúgvin bygningssnikkari og skipari. Seinast hann taldi upp, hevði hann staðið á odda fyri bygging­ ini av átta húsum. Hann sigldi í nógv ár, sum honum eisini dámdi væl, men hevur til fyri stuttum gjørt fyrifallandi snikkaraarbeiði fyri fólk, hann kennir. – Tað eru fleiri, ið ringja og biðja meg koma at gera okkurt fyri teir, men eg havi sagt nei við fleiri nú, tí eg klári tað ikki longur. Eg havi fingið tveir blóðtøppar, sum gera at tað ikki riggar so væl at arbeiða. Tað, sum eg nú geri, er at hjálpa synunum, tá teir fáa brúk fyri tí, sigur Haldor Johansen. Skúli var einki fyri gentur Haldor fekk ikki minni enn tvær útbúgvingar sum ungur maður. Men konan, Ásla Johansen, fekk onga. – Tað var soleiðis, tá eg var ung, at eg fekk at vita, at eg skuldi í millumreal, tí tað lá so væl fyri hjá mær. Men heima fekk eg at vita, at skúli var einki fyri gentur, og tí var útbúgving av ongum fyri meg, sigur Ásla. Hon hevur kortini ikki kett seg øll hesi árini hon hevur gingið heima. Tey bæði eiga níggju børn. Átta dreingir og eina gentu. Gentan hevur seinastu nógvu árini búð í Íslandi, men dreing­ irnir búgva nakað tættari, í Klaksvík, í Hvannasundi og í Havn. Ommubørnini eru 15 í tali, og eru tey at finna í aldri­ num 2 til 35 ár. Onkuntíð hevur tað helst verið ríkiligt at sæð til við níggju børnum í húsunum. Nú eru allir ungarnir floygdir, og tey sita tveyeini eftir á Vágsheyg­ num. – Vit sita her, og hyggja upp á hvørt annað, sigur Haldor Johansen og blinkar til konuna. Bilin í túninum kunnu Ásla og Haldor ikki vera fyri uttan. Tey koyra nógv, og dáma væl at gera túrar til Havnar at vitja børnini, ið hava búsett seg har. Tað er alt vorðið so nógv lættari, nú Norðoyatunnilin er komin, eru tey á einum máli um. Og tá tey seta seg í bilin, er førarin Haldor. – Eg havi akkurát fingið mítt koyrikort góðkent aftur, so tað var so deiligt, sigur Haldor Johansen. Gekk av Ánunum at fríggja Tá børnini vóru smá, hevði Ásla úr at gera við at binda hostur og troyggjur uppá tey. Hon hevur sjálv lært seg at binda. – Mær dámar væl at seta meg við stokkunum, nú eg havi góða tíð. Eg eri farin frá at binda klæðir uppá børnini til at fáast meir við kunstbinding. Til dømis bindi eg dúkar, sum eg brúki til gávur, sigur Ásla Johansen, og vísir fram ein dúk, hon hevur liggjandi. Haldor og Ásla eru familjukær fólk, og taka myndir at vísa fram av ommu­ og pensi nistar Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo gladir Nýforelskað eftir 55 ára hjúnalag Ásla og Haldor Johansen hava verið gift í 55 ár. Tey hittust fyri mongum árum síðan, tá hann spældi til dans í biografsalinum, har hon trúliga møtti upp. Nú 55 ár, níggju børn og 15 ommubørn seinni, sita tey í somu húsum og hyggja uppá hvørt annað. Pensjónin kundi heilt víst verið betri, men tey klaga ikki um umstøðurnar