mikudagur 15. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 15. apríl 2009
15
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Cecilia Kjærbo, Sumba,
vanliga nevnd Lillan,
andaðist 2. páska dag, 86
ára gom ul.
Sjúrður Jacobsen, Tórs
havn, ættaður úr Streym
nesi, andaðist á Tjarn
argarði 12. apríl, 79 ára
gamal. Bønarhald verður
á Tjarnargarði mikudagin
klokkan 18. Jarðarferðin
verður úr Havnar kirkju
hósdagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Sjúrð kunnu lata Sjón
deplinum eina peninga
gávu. Konta í Eik.
Andlát og jarðarferðir
Í dag, mikudagin 15. apríl,
fyllir listakvinnan Jórunn
Dánialsdóttir í Havn 60 ár.
Jórunn er úr Havn, dóttir
Elsebu, f. Wolles, av Trølla
nesi, og Dánial á Dul,
naviga tiónsskúlalærara, í
Havn. Hon er yngst av fýra
systrum.
Í 1977 varð Jórunn út
búgv in handar beiðs lærar
inna á Håndarbejds Fremme
Seminarinum í Keypmanna
havn, og var hon eitt ár á
vevstovuni hjá listakvinnuni
Margrethe Agger. Í 1978
fór hon at undirvísa í krea
tivari seyming á kvøld
skúlanum í Havn til fyrst í
1990unum.
Hon
hevur
ver ið virkin í Javna, felag
num hjá menningartarn
aðum í Føroyum.
Jórunn hevur skipað fyri
ymiskum framsýningum í
Havn sum t.d. mynda fram
sýning við brúðarmyndum
og barnamyndum í Til hald
inum og stóru Real skúla
framsýningini í 2007.
Í sambandi við 60 ára
føðingardagin hevði hon
eina framsýning í Smiðjuni
í Lítluvík fyrr í ár.
Hon hevur áður sýnt fram
í Smiðjuni saman við øðr
um, men hetta var hennara
fyrsta sjálvstøðuga fram
sýning har. Har vóru nógv
ymisk listaverk, sum hon
hevur seymað, broderað og
málað seinastu tíðina.
Jórunn hevur altíð verið
hugtikin av list og av at
arbeiða kreativt. Sum skilt
er hon við at fyrireika eina
nýggja
framsýning
við
uttanduramyndum
av
børnum í tíðarskeiðinum
frá 1900 til umleið 1970.
Jórunn er gift Jóan Paula
Poulsen, handilsskúlalærara
úr Havn, tey eiga fýra børn:
Durita
(1967),
Búgvi
(1972), Esther Maria (1987)
og Mats Andrias (1989).
Barnabørnini eru: Katrin
18, Teitur 5 og Ragnar 1 ára
gamal.
-red
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Johan K. Joensen
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Bjarna Bæk fyri troystarrík orð í kapellinum
og kirkjuni.
Takk fyri heilsanir og blómur og fyri peningagávur
til Leguhúsið í Nesvík.
Familjunnar vegna
Fridrikka, Heini og Óli
Okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi
Sjúrður Jacobsen
andaðist sunnudagin 12. apríl, 79 ára gamal.
Bønarhald verður á Tjarnargarði
mikudagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
hósdagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Ragnhild, Marjun og Arnfinnur
Tey, ið ynskja at minnast Sjúrð, kunnu lata Sjóndeplinum eina
peningagávu, konta í Eik.
Jórunn Dánialsdóttir 60 ár
Hósdagin 16. apríl letur
Edith Mørkøre upp lista
fram sýning í Snarskivuni í
Havn.
Á
framsýningini
verð ur abstrakt og ekspress
ionistisk list at síggja.
Framsýningin er opin fram
til 29. apríl.
Fernisering verður hós
dag in 16. apríl kl. 16.00,
har LENA Andersen luttek
ur við sangi.
Edith hevur verið við á
nógvum ymiskum fram
sýningum. Hon hevur m.a.
sýnt fram í Smiðjuni í
Lítluvík, Ribarhús í Fugla
firði, Lions Runavík, Lions
Tórshavn, Norðoya stevnu
fram sýningini,
Hafnia,
Keld uni, Gallarí Jinx, Snar
skivuni, 1825 Eik, Á
torginum í SMS, Gallarí
Oyggini, Gamla handlinum
á Heiðunum, LM Kambs
dalur, Københavns Kultur
Center og Lauritz í Kold
ing.
Við verkunum, sum sýnd
verða fram á hesi fram
sýningini í Snarskivuni,
hev ur hon arbeitt við struk
turi og formum í akryli.
Evni sum viðurskifti, ið
rørast í tí dagliga lívinum,
hava givið íblástur til máln
ingarnar..
Opið er meðan Snarskivan
hevur opið: Mánadag til
fríggjadag frá kl. 09.00 til
16.00. Tó er opið hósdag
frá kl. 09.00 til 18.00.
Dagurin
15. apríl. Dagurin eitur Olympia. Tær ljósu næturnar
byrja. Navnið Olympia er til minnis um halga konu,
sum varð tikin av døgum umleið ár 250 í Persiu.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Edith Mørkøre
í Snarskivuni
100 ára føðingardagur
Týsdagin 21. apríl verður Elsa
Olsen, Argir, 100 ár. Dagurin
verður hildin í Róðraneystinum á
Argjum frá kl. 15.00 til 19.00. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
29. apríl 2009 hava Solveig og Jens
Peter Arge, Tórshavn, verið gift í 50
ár. Dagurin verður hildin á Hotel
Føroyum leygardagin 2. mai kl.
19.00. Um tit ynskja at gleða
okkum við at koma, kunnu tit boða
okkum frá á tlf. 313173 ella 213171
innan 20. apríl 2009.
Brúdleyp
Leygardagin 11. apríl 2009 giftust
Eyð Svínoy úr Runavík og Jacob
Andreas (Dia) Hansen úr Klaksvík.
Edith Mørkøre