Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 22 nr. 71 • 15. apríl 2009 Skelkurin av hesi vanlukku kom heilt til Danmarkar. Tað vóru nógvir mans úr Hósvík við Nólsoynni. Teir vóru missiónsmenn og limir í fráhaldsfelagnum Blái Krossur. Í felagsblaðnum stóð hendan grein: De Fare-Vande! TIL MINDE OM 20 FÆRØISKE FISKERE Af sognepræst M N Randkær. Havet kan ligge stille og spejlblankt. Men naar Stormen farer hen over det, kan det rejse sig i al sin Vælde. Og naar Havet er i oprør, og Stormen pisker Bølgetoppene til Skum, da er det svært for dem, som maa være paa Havet. Vore Venner paa Færøerne er fortrolige med Havet. En stor Del af deres Tid tilbringer de paa Bølgerne. Og i den gode Fisketid er de ofte langt borte fra Hjemmet. Færøiske Fiskere har et vanskeligt og farefuldt Hverv. Og ofte er de paa Havet i ugevis og maa tage mange haarde Tørn. Mange færøiske Fiskere finder deres Grav i Havet. Derfor hviler der ogsaa en vis Alvor over disse Mennesker. Mændene ved, at mange Farer møder dem, og ofte er de Døden nær. Og medens Mændene er borte, gaar Hustruer og Børn ofte i angst derhjemme. Mon de faar Far at se igen? Den 23. April sidste Aar drog en Flok færøiske Fiskere paa Langfart, idet de skulde fiske helt oppe under Island. De sejlede fra Thorshavn med kutteren "Nólsoy". Vejret var uroligt. Og det blev Storm. Og ved den Tid, da Kutteren skulde vende tilbage, var man paa Færøerne ængstelige for, at den var forlist, og at dens Mandskab var omkommet. Den 27. Maj fik man Vished for, at det var gået som man havde frygtet. En Mand blev fundet ved Eyrarbakka paa Island. Han havde Ring paa Fingeren, og i Ringen sad hans Kærestes Navn. Det blev da hurtigt opklaret, at Manden var en af Fiskerne fra Kutteren "Nólsoy". Den var forlist og dets mandskab var druknet. 20 Mand havde fundet deres Grav i Bølgerne. Skibets fører og enkelte andre havde været med til at stifte Lokalforeningen i Thorsvig. Mange af "Nólsoy's" Mandskab var Blaa Kors Folk. Vi mindes dem med tak til Gud Og saa tænker vi kærligt paa deres Kære, som er tilbage. Det er nogle Hustruer, som savner deres Mænd, og mange Børn, der ikke mere skal se deres Far her paa Jorden. Det er vor inderlige Bøn til Herren, at han vil velsigne hver enkelt af dem, og at han ved sin frelserhaand vil lede dem, indtil Maalet er Naaet. Men ak, de Fare-Vande, Befæst mig dog de Tanker Hvor kan jeg finde Spor Jeg snart i Himlen Staar! Minningarorð Minnisvarðin á Eyrabakka, har Bernhard varð jarðaður "Neptun" Her skal verða greitt frá um "Neptun". Keldurnar eru fyrst og fremst Siglingar­ søgan hjá Pàll Nolsøe og Dimmalætting Óla Jákup Christoffersen í Skálum keypti Neptun úr Noregi við skeyti, dagfest í Kristiansund 14.mai 1923. Hon var bygd í Mandal í 1908 og merkt til 89.49 br.t. Hann førdi hana til hon gekk burtur í 1934 við undantaki av 1932, tá ið Jákup Andreas Lamhauge í Vestmanna var skipari. Vit vita, at Neptun fór av Reykjavík 18. apríl 1934, og í einum politirætti, sum var hildin 26. januar 1935 á sýsluskriv- stovuni í Vestmanna viðvíkjandi Neptun greiðir Hans í Innarustovu frá, at Havfrúgvin, sum hann førdi, og Neptun tann 27. apríl lógu stutt frá hvørji aðrari og fiskaðu á Selvogsbankanum á Suðurlandinum. Tann 3. mai var eitt ræðuligt ódnarveður, og eingin hevði sæð Neptun aftan á hetta veðrið. Í sama politirætti verður greitt frá, at Albert av Tvøroyri tann 6. mai hevði funnið tann minna bátin hjá Neptun í Grindavíkini. Skiparin á Neptun Á fundi í Føroya Skipara- og Navigatørfelag tann 11. novemb- er 1934 helt formaðurin Kvíviks Tummas røðu um skipararnar, sum vóru farnir við "Nólsoy" og "Neptun". Henda røðan var prentað í Varðanum. Hann segði um skiparan á "Neptun": "Óla Jákup var ein merkismaður í allari síni ferð. Hansara ídni og strevan var at gagna landi sínum og gera tí æru og heiðursumdømi, hvar hann kom í útheiminum. Til dømis í Íslandi eru mangir føroyavinir vegna hansara riddaralyndi og stóru mentan. Hann tosaði íslendskt mál so til fulnar sum bert fáir føroyingur nú á døgum dugir. Hann var sera væl inni í søgu norrønu manna og vann sær tessvegna nógvar vinir millum mentaðar menn. Mentir sínar vann hann á Før- oya Fólkaháskúla, har hann var á ungum árum. Síðan tók hann skiparaprógv hjá Jens Paula. Tá fyrstani sá hann at ov lítið var lært og fór síðan aftur á Føroya Fólkaháskúla. Tá bleiv hann heil- stoyptur maður. Tí var hann so søgu- kunnugur og vitur í tosi. Hvør maður ið kendi hann, man halda sum eg, at tann løtan ein var saman við Óla Jákupi var ein góð løta. Vit minnast hansara róliga lyndi, tá hann varð tikin av eingilskum herskipi til Onglands við sluppini Mary Boyes. Tá hann var leysur og fór til Føroya við sluppini aftur, rakst týskur kavbátur á hana og skeyt hana niður. Hetta var millum Lewisoyar og Føroyar. Hann fór í bát sín við monnum sínum og róði líka til Vestmanna. Teir komu fyrst á land í Suðuroy, men løgdu als ikki at landi. Hann helt leiðina líka heim. Óla Jákup var av bestu sjómonnum, fróur kurteisligur í vertskapi, trúfastur og íðin í føroyskum samfelagsstarvi. Ein av Føroya bestu sonum." Teir ið fórust við "Neptun" vóru: · Óla Jákup Christoffersen, Vestmanna, skipari · Johannes Jacobsen, Vestmanna, bestimaður · Jacob Jacobsen hjá Mykines Jákupi, Vestmanna, motorpassari · Niclas Michael Joen-Mikkelsen, Mykines · Johan Jacobsen, Mykines · Jákup Egholm, kokkur, úr Hoygarðinum í Leynum · Jesar Andreas Joensen, Mykines · Zahle Johannes Joensen, Mykines, sonur Jesar · Thorstein Johannesen, Hvalvík · Hans Jacobsen, Mykines · Hilmar Danielsen, Mykines · Harald Haraldsen, Miðvágur · Hjalmar Haraldsen, sonur Harald · Arendahl Haraldsen, sonur Harald · Olivar Wejhe, Mykines · Hans Jacob Petersen á Bakkanum, Vestmanna · Gunnar Petersen, sonur Hans Jacob · Poul Thomasius Egholm hjá Tummas í Streymnesi, Vestmanna · Jacob Pauli Joensen, Mykines · Julius Joensen úr Útistovu í Hvalvík, Vestmanna · Joen Arnold Joensen hjá Nikláa, Vestmanna · Hans Johannesen á Deild, ættaður frá Við Neyst í Hvalvík, Vestmanna · Julius Joensen, Mykines Óla Jákup Kristoffersen og Johan Hendrik Joensen, seinni Vatnsdal, á veg til Gásadals at biðja fólk til Neptun Komandi partur Í komandi parti verður millum annað frásøgn hjá Johan Hansen úr Kollafirði, sum hevur eina støðu til spurningin um Neptun og Nólsoy stoyttu saman. Eisini hava vit frásøgn hjá Julionnu Samuelsen úr Vestmanna, sum misti pápan við Neptun Er nakar sum kann geva eitt íkast, eisini myndir, til søguna um Neptun og Nólsoynna, vilja vit fegin frætta Málningur av Neptun eftir Kristoffer Kristoffersen, son skiparan