mikudagur 15. apríl 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 15. apríl 2009
23
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Chelsea og Liverpool
góvu milliónatals av
sjónvarpshyggjarum
kring knøttin ein
ógloymandi dyst.
Chelsea og Barce
lona eru klár til
hálvfinalurnar
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
»Episkur dystur«, »klassik
ari«, »ógloymandi dystur«.
Nógv eru spjøldrini, og
mong eru lýsingarorðini,
sum kunnu hangast á avrik
ið, sum Chelsea og Liver
pool løgdu fyri dagin á
Stamford Bridge leikvølli
num í norðurLondon. Óan
sæð, so er talan um ein hin
mest minniliga fótbólts
dystin nakrantíð. Verjuvillir,
málverjuvillir og skeivar
sendingar vóru í dystinum,
men tað lat dyrnar upp á
víðan vegg fyri undirhalds
virðinum.
Liverpool kroysti
Chelsea
Liverpool, sum var uttan
liðskiparan Steven Gerrard
spældi fyri sínum møgu
leika, og í fyrra hálvleiki sá
ljóst út hjá teimum reyðu úr
Liverpool. Áðrenn hálvur
tími var spældur, var Liver
pool á odda 20, og viðgekk
Chelseavenjarin
Guus
Hiddink aftaná dystin, at
fyrri hálvleikur var alt ann
að enn nøktandi fyri hansara
manning.
Fyrst
skoraði
Fabio Aurelio við einum
ótrúligum frísparki frá 37
metra fjarstøðu. Hetta var í
19. minutti. Meðan Chel
seamálverjan samskifti við
sínar verjuspælarar at dekka
væl upp inni í brotsteiginum,
sær Aurelio ein skáa við
høgra stólpa, og skýtur eitt
hart og vælplaserað skot í
málið hjá tí illa plaseraða
Petr Céch. Níggju minuttir
seinni økti Xabi Alonso
uppá eitt brotsspark, og tá
var hálvfinalan veruliga í
eygsjón.
Ræðuligt mistak
Liverpool fór út til seinna
hálvleik við góðum treysti,
men tá bert seks minuttir
vóru farnir av seinna hálv
leiki gjørdi Pepe Reina í
Liverpoolmálinum
eitt
ræðuligt
mistak.
Didier
Drogba skjýtur eitt skot frá
baklinjuni, sum Reina átti
at hildið. Men onkursvegna
misti
Reina
bóltin
úr
hondum og inn í málið, og
Chelsea var við aftur.
Løtu seinni Skeyt Rodrigo
Alex eitt rimmar fríspark í
netið, og tá Frank Lampard,
eftir fimm korter legði
Chelsea á odda 32 í einum
væl gjøgnumspældum álopi,
tyktist alt at vera avgjørt.
Men við tveimum skjótum
málum í 81. minutti og 83.
minutti, sum Lucas og Dirk
Kuyt skoraðu, var háspenn
ingur aftur í luftini. Liver
pool tevjaði blóð, tí ein 53
sigur hevði givið teimum
eitt pláss í hálvfinaluni. Men
tá góður minuttur var eftir
av vanligu leiktíðini gjørdist
Frank Lampard enn einaferð
bjargingarmaðurin
hjá
Chelsea, tá hann við einum
rimmar skoti javnaði til 44.
Chelsea
vann
sostatt
samlað 75. Ein ófatiliga
góður dystur, sum tænir
báðum liðunum til stóra
æru, og kundu áskoðarnir
ikki semjast um annað, enn
at takka teimum 22 spæl
arunum fyri eitt minniligt
kvøld. Chelsea er framvegis
við í trimum kappingum,
og leygardagin spæla teir
hálvfinalu
í
FA
Cup
kappingini ímóti Arsenal.
Liverpool fær nú konsen
trera seg 100% um Premier
League, og tað kann væl
fara at vísa seg at gerast ein
fyrimunur.
Avgreiðsluspurningur
Chelsea møtir Barcelona í
hálvfinaluni.
Barcelona
tørvaði bert ein hálvleiki til
at spæla seg í hálvfinaluna.
Fyrru
fjórðingsfinaluna
ímóti Bayern München á
Camp Nou Leikvøllinum í
Barcelona vann Barcelona
40. Hálvleiksstøðan var 4
0. Tí vóru vónirnar ikki tær
stóru hjá Bayern München
at kunna venda dystinum,
og dysturin gjørdist nærum
ein avgreiðsluspurningur.
Mongu áskoðarnir hjá
Bayern royndu tó at stuðla
sínum
monnum,
Fyrri
hálvleikur endaði málleysur,
men tíðliga í øðrum hálv
leiki eydnaðist tað Franck
Ribery at leggja Bayern á
odda 10. Seydon Keita fekk
tó javnvág í roknskapin fyri
Barcelona,
so
samlaði
sigurin
gjørdist
51
til
Barcelona. Jürgen Klins
mann er hart trýstur, sum
Bayernvenjari, og eru týskir
fjølmiðlar farnir at gita nær
hann verður sparkaður.
Ferdinand
verður við
Alex Ferguson
sigur, at Rio
Ferdinand byrjar
inni í kvøld
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Í kvøld kl. 19.45 spælir
Manchester
United
seinnu fjórðingsfinal
una ímóti FC Porto á
Estadio do Dragao Leik
vøllinum í Porto. Fyrra
fjórðingsfinalan á Old
Trafford Leikvøllinum
í Manchester endaði
við javnleiki 22, og
hevur Porto sostatt eitt
ógvuliga gott útgangs
støðið.
Venjarin, Alex Fergu
son sigur við BBC, at
Rio Ferdinand byrjar
inni í kvøld. Nú fáa
vit aftur samstarvið
millum Rio og Nemanja
Vidic upp at koyra.
Hetta samstarvið hevur
verið hornasteinurin í
frálíku avrikunum hjá
verjuni
hjá
okkum,
sigur Alex Ferguson.
Fyri Alex Ferguson er
tað stórtíðindi, at Rio
Ferdinand er tøkur aftur.
Fyrr í kappingarárinum
spældi
Manchester
United 14 dystir á rað,
uttan at lata eitt mál inn.
Men skaðar og leikbann
hava gjørt tað møguligt
hjá mótstøðuliðunum at
skora í fimm av teimum
seinastu fimm dystun
um, sum United hevur
spælt.
Vit halda, at Rio er
klárur.
Hann
vandi
bæði fríggjadagin, leyg
ardagin og sunnudagin.
Spælið hjá Rio er á
einum høgum støði, so
tað fer at gera mun, at
hann verður við, stað
festir Ferguson.
Um United vinnur í
kvøld, so vera teir
fyrsta enska liðið, sum
vinnur á Porto á Estadio
do Dragao Leikvøllin
um. Porto eru ósigraðir
í 20 teimum seinastu
dystunum, og teir liggja
væl fyri at vinna tað
fjórða
portugisiska
meistaraheitið á rað.
Porto manglar bert ein
spælara, og er talan um
verjuspælaran,
Jorge
Fucile.
Minniligi dysturin
á Stamford Bridge
4-4 javnleikurin á Stamford Bridge fer uttan nakran sum helst iva í søgubøkurnar sum ein tann mest undirhaldandi dysturin í europiskari fótbóltssøgu
Mynd: Polfoto/AP