mikudagur 15. apríl 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 71 - 15. apríl 2009 ]
Gudmundur Joensen
varð greiður vinnari,
tá páskiatriathlon
var á skránni um
høgtíðina
TriaThlon
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Føroya
Triathlon
Felag
skipaði í 2 páskadag fyri
Sprint triathlon, sum er 750
m svimjing, 20 km súkkling,
5,75 km renning.
Ikki óvantað var Gud
mundur Joensen skjótastur
á øllum teinunum. Hann og
Susanna Skylv Sørensen
royndu seg í nýggju vát
draktunum, og vísti tað seg
at vera ein stórur fyrimunur,
tey svumu væl skjótari enn
í vanligum svimjiklæðum.
Draktirnar eru gjørdar at
verja móti kulda, so í
svimjihyli eru tær heldur
heitar, men á 750 m gongur
tað. Og sjálvt um draktirnar
eru ringar at sleppa úr, so
gingi skiftini hjá báðum
væl og skjótt.
Gudmundur hevur tikið
seg væl fram í súkkling, og
súkklaði hann eisini framúr
væl, at eingin fylgdi honum.
Hann kundi tí púra einsa
mallur renna um málstrik
una, við føroya bestu tíð á
hesum
sprint
teininum.
Súsanna Skylv Sørensen
svam eisini væl, og var nr 2
úr hylinum. Gunnar Dahl
Olsen, sum var triðjur úr
hylinum,
fekk
Súsonnu
aftur
á
súkkluteininum,
men hon svaraði aftur á
renniteininum og vann seg
fram um aftur, og kom á
mál sum nr. 2 og gunnar
sum nr 3.
Andrass Joensen svam
sína bestu tíð, men hevði
ein ringan dag á súkkluni.
Hann var so óheppin, at
bakhjólið skeyt seg, so tað
tók í, og av ótta fyri teimum,
ið komu aftan á honum,
helt hann fram uttan at rætta
brekið. Honum eydnaðist at
koma á mál áðrenn Evald
Rasmussen og Kári Simon
sen, og sloppin á renniteinin,
kom aftur ferð á , og bleiv
hann næstbestur á renni
teininum.
Veteranarnir báðir Evald
Rasmussen
og
Kári
Simonsen, kappaðust sum
vanligt aftur hesaferð. Í
svimjingini stóð á jøvnum,
men á súkkluna vann Evald
so mikið fram um Kára, at
hann, sjálvt um hann rann
skjótari, ikki vann missin
inn aftur. Kári hevur ikki
súkklað so nógv í vár. Hann
hevur hinvegin runnið nógv,
tí ætlanin er at renna keyp
mannnahavn Marathon, og
verður tað fyrstu ferð at
Kári fer at renna so langt.
Leygardagin verur stóri
finaludagurin í badmin
tonhøllini í Havn. Seinnu
árini er ein fantastisk
siðvenja komin í lag, har
einstaklingaítróttargreinar
nar badminton, judo og
borðtennis rættiliga hava
fingið vind í seglini í eini
felags roynd, at fáa meira
fokus á hesar ítróttar
greinarnar. Sjónvarpið vís
ir finaludagin beinleiðis.
Men áðrenn finalistar
nir eru funnir í Bad
minton, eru nógvir fjaðra
bóltar slitnir upp uppi í
badmintonhøllini
hós
kvøldi og fríggjakvøldi.
Tá eru innleiðandi kapp
ingarnar í Badminton, og
tað hevur sjáldan verið so
spennandi sum í ár.
Stórur spenningur er
um, hvør kemur í finaluna
í einmansleiki hjá monn
um. Partvís tí at tað eru
rættiliga nógvir spælarar
sum kunnu spæla seg í
finaluna í ár, og sjálvandi
eisini tí, at finalan verður
víst beinleiðis í sjón
varpinum.
Fremsti spælarin seinnu
árini hevur verið Niklas
Eysturoy,
men
hann
verður ikki við, nú hann
er skaddur.
Tað letur upp fyri øðr
um møguleikum, og ein
teirra er Aksel Poulsen,
sum hóast fýra finaluplás
enn ikki hevur vunnið
FM.
Eisini eru Bjartur Lam
hauge, Ragnar Jacobsen,
Rógvi Poulsen, Magnus
Gaard og Absalon Eystur
oy góð boð upp á nýggjan
føroyameistara, so alt í alt
bendir tað mesta á eitt sera
spennandi finaluumfar.
Gudmundur vann
Páskiatriathlon
Saman við fleiri øðrum tykist Bjartur Lamhauge at vera
eitt gott boð upp á nýggjan føroyameistara í badminton
FM-dysturin
er víðopin
Páskatriathlon
Menn
Svimjing
skift
Súkkling
skift
Renning
Gudmundur Joensen
9.02
1.46
31.45
0.23
19.22
Gunnar D. Olsen
11.36
2.07
32.49
0.21
25.53
Andrass Joensen
12.28
1.35
39.47
0.20
22.56
Kvinnur
Súsanna S. Sørensen
9.56
1.55
36.19
0.07
23.03
Veteranar
Evald Rasmussen
13.49
1.57
40.11
0.23
27.59
Kári Simonsen
14.11
2.51
43.31
0.35
27.22
Gudmundur Joensen
úr Havn var fyrstur
um málstrikuna, tá
páskatriathlon varð hildið
Tunt í verjuni hjá Arsenal
Í kvøld kl. 19.45 tekur Arsenal ímóti spanska liðnum Villareal á
Emirates Leikvøllinum í London. Talan er um seinnu fjórðings
finaluna í Champions League kappingini. Fyrri dysturin í Spania
endaði við javnleiki 11. Tunt er í verjuni hjá Arsenal, tí London
liðið má síggja burtur frá Johan Djourou og Gael Clichy, sum
báðir eru skaddir í ávikavist knænum og rygginum. Haraftrat er
William Gallas eisini skaddur í knænum. Villareal má síggja
burtur frá miðvallaranum, Marcos Senna, sum fekk ein skaða
farna vikuskiftið.
Fjórðingsfinalurnar um
Løgmanssteypið
Nú er greitt, hvussu tey átta liðini, sum eru eftir í steypa
kappingini, møtast í fjórðingsfinalunum í kappingini um
Løgmanssteypið um tvær vikur. Lutakast var í gjárkvøld
ið, og er talan um hesar dystir. EB/StreymurFC Hoyvík,
TBAB, 07 VesturÍF, VíkingurHB. Vinnararnir koma í
hálvfinalurnar, sum verða spældar 13. og 28. mai. Sjálv
finalan um Løgmanssteypið verður á ólavsøku, 29. juli.