mikudagur 15. apríl 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 71 - 15. apríl 2009 ]
Kappingin í einmansleiki
hjá kvinnum kemur at vera
merkt av luttøkuni hjá
Sigrun
Smith,
sum
er
Føroyingur
búsitandi
í
Danmark. Hon er ein klassa
badmintonspælari,
sum
dagliga spælir í Danmark
sum er ein av sterkastu
badmintontjóðum
í
heiminum.
Tá
ið
oyggjaleikir
vóru
í
Grønlandi fyri 2 árum
síðani gjørdi hon eisini bart
og vann gull til Føroyar.
Hon var eisini ein týðandi
orsøk til góðu úrslitini hjá
landsliðnum,
sum
fekk
silvur í liðkappingini.
Rivalarnir
í
Føroyum
seinastu nógvu árini hava
verið Guri Poulsen og
Brynhild Carlsson. Guri er
eftirhondini
ein
royndir
Badmintonspælari.
Hon
hevur vunnið 7 FM-heiti,
umframt hópin av FM-
heitum í tvímansleiki og
blandaðum
tvímansleiki.
Unga
talentið
seinastu
nógvu árini hevur verið
Brynhild Carlsson. Hon
hevur
verið
í
finaluni
tríggjar ferðir á rað. Enn
hevur hon tó ikki megnað
at koppa Guri í FM-finaluni;
men fyri einum mánaði
síðan vann hon rættiliga
sannførandi á Guri í Hvonn
Open kappingini. Hinvegin
so vann Guri Grand Prix
kappingina. Eitt er vist, og
tað er at um Guri ella
Brynhild skulu hava nakran
møguleika
at
vinna
á
Sigrun, so mugu tær spæla
upp til sítt allarbesta og eitt
sindur afturat.
Skal ein einstøk or søk
nevnast til før oya
meist araheitið hjá
H71, slepst neyvan
und an breiddini, sum
í vetur hevur verið
so mikið stór og góð,
at liðið megnaði at
mynstra við besta lið
num, so hvørt sum
av ger andi dystirnir
komu – og ikki minst
finalur nar
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Sjálvandi eru fleiri orsøkir
við virk andi til, at yngsta
hond bólts felagið í bestu
mans deild ini
langt
um
leingi rakk heilt upp á tindin
og av røttum kann kalla seg
føroya meistara. Og aftan
fyri orðið breidd liggja ei si-
ni fleiri av hinum or søku-
num, hóast breiddin helst er
frems ti lykilin til meistara-
heitið.
Ein orsøk, ið liggur aftan-
fyri, er miðvísa og vælrikna
ung dómsarbeiðið í H71,
sum seinnu árini er blómað
og vaksið við ferð. At fe lag-
ið fekk egna ítróttarhøll í
2002, hevur gjørt sítt til, at
karmar nir eru bøttir nógv
til tað betra, tí nú hevur
H71 eitt ítróttarligt heim, ið
sakn ur mundi vera í fyrru
árini.
Aftur her hevur ung-
dóms ar beiðið lagt lunnar
und ir breiddina, tí tað er í
størst an mun við egnum
fólki, at H71 hevur bygt
sær eitt gott og sterkt lið
upp, og ferð eftir ferð hevur
tað eisini víst seg, at sjálvt
teir yngstu á liðnum hava
havt hegni og dirvi til at
taka á seg ábyrgd og tora at
ganga undan.
Nokk sær út til at vera til
av fólki, tí í vetur er alla
tíðina komin maður í mans
stað, tá brúk hevur verið
fyri tí. Hetta hevur ikki
minst víst seg, nú avgerandi
dystir nir komu og enntá
finalur nar vóru á skránni, tí
með an
mótstøðuliðini
gjørdust alsamt meira slitin,
setti H71 bara meira og
meira ferð á!
Ein annar trumfur, ið
eisini avspeglar breiddina,
hava verið teir tríggir mál-
verjarnir, sum dúgliga hava
kapp ast um hetta eina pláss-
ið, men sum allir eru so
mik ið góðir, at teir høvdu
kom ið flúgvandi á liðið hjá
øllum hinum feløgunum.
Teir hava kappast, men
sam stundis staðið væl sam-
an.
Nú felagið hevur rokkið
sínum hægsta málið, gevst
ein av teimum, Jens á
Skipa gøtu, og tað sama ger
stóri H71-profilurin úti á
vølli num, Halgir Dahl Ole-
sen. Teir eru báðir ímyndin
av tí felagsanda og sál, sum
øll árini hevur gjørt felagið
í Hoyvík til nakað serligt –
og nú eisini til føroya-
meistara.
Undan
føroya meistara-
heiti num leygardagin, var
størs ti sigurin at finna afturi
í 1998, tá H71 vann steypa-
kapp ingina. Og so kann
nevnast, at felagið eisini
okk urt árið hevur vunnið
silv ur, tá tað tó ikki gav
at gongd til FM-finalur, sum
eitt pláss millum tvey tey
bestu í landskappingini ger
nú.
Vøksturin í Hoyvík
Leygardagin,
tá
stóru
triumf urin hjá H71 var
veru leiki, sást tú mong
blonk eygu, tí her vóru fólk
í hópatali, sum í skjótt eitt
manna minni
hava
fylgt
felag num í viðgongd og
mót gongd, og tað fekst sjón
fyri søgn, at meistaraheitið
fyri tey merkti so nógv
meira enn bert gull heiðurs-
merki og steyp.
Hetta er størsta ítøkiliga
úrs litið av tí, sum nakrir
smá dreingir og unglingar
tóku stig til í 1971, tá Hoy-
víkin bert taldi um 70
íbúgv ar og var fyri einki at
rok na, um samanborið var
við fleiri av stóru bygd-
unum, sum í mong harrans
ár hava myndað og fram-
vegis
mynda
føroyskan
topp hondbólt.
Upprunaliga var tankin
helst, at eitt fótbóltsfelag
skul di stovnast, men fólka-
grundarlagið var alt ov lítið
til tað, og tí hevur H71 bygt
á einstaklingaítrótt, so sum
borðtennis og badminton,
um framt hondbóltin, sum
nú er skjaldramerkið hjá
felag num og hevur verið
tað tey mongu seinnu árini.
Samstundis er við árunum
far in fram ein vøkstur uttan
líka í Hoyvík og langt niðan
í hagan, so talið á borgarum,
ið hava náttúrligt tilknýti til
H71, telur fleiri túsund.
Hetta sæst eisini aftur í
ar beið inum kring H71, ið
fevn ir um eina rúgvu av
lið um, umframt venjarar,
hjálpar fólk og onnur.
Væl hevur verið smíðað í
Hoy vík, tí felagið hevur
dug að sera væl at fylgt við
tíðini og vøkstrinum annars,
so H71 í dag telist millum
stóru
hondbóltsfeløgini.
Evnini eru góð og verða
væl røkt, so tí skulu vit
helst rokna við at síggja
hoyvíkingar
fremst
í
fremstu røð í mong ár
aftrat.
Hoyvíkingar bæði
bestir og breiðastir
Hoyvíkingar vunnu um páskirnar
fyrsta FM-heitið í søgu felagsins.
Men tað er nógv, sum bendir á, at
hetta so langt ífrá verður tað seinasta
hjá felagnum
Mynd: Jens Kr. Vang
Guri Poulsen hevur verið
sterkasta kvinnan á
badmintonbreytini seinnu
árini, men í ár verður sera
trupult hjá henni at verja
heitið, nú Sigrun Smith eisini
er við í kappingini
Nýggjur favorittur hjá kvinnum
Súni Fríði dugir framvegis
Súni Fríði Barbá, fyrr Johannesen, var í nítiárunum millum
mest støðugu málskjúttarnir í føroysku landskappingini. Nú
er framherjin vorðin 36 ára gamalur, men hann finnur
framvegis vegin til málið. Súni Fríði Barbá, leikandi venjari
hjá eykaliðnum hjá B68, stóð fyri einasta málinum í
dystinum í gjárkvøldið, tá B68 á heimavøllinum á Toftum
vann á Skála. Málið kom, tá tíggju minuttir restaðu av
dystinum. Málsetningurin hjá toftamonnum er at varðveita
sætið í næstbestu deildini. Eftir tvey umfør hevur B68 fult
stigatal. Skála hevur framvegis einki stig.
Porto uttan venjara
Tá FC Porto í kvøld skal royna at spæla seg víðari til
hálvfinalurnar í Champions League, verður tað uttan
venjaran hjá liðnum, Jesualdo Ferreira. Eftir sigurin hjá
Porto í 1/8-finaluni móti Atlético Madrid fekk Ferreira
leikbann fyri atburð sín mótvegis dómaranum. Porto
kærdi úrskurðin, og tí sat Ferreira á beinkinum, tá Porto
spældi 2-2 á Old Trafford fyri átta døgum síðani, men
leikbannið er nú staðfest enn einaferð, og tí sleppur
venjarin als ikki við til dystin hesaferð.