Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 • hósdagur • 11. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Leygardagin kapp- aðust 36 lið frá ymsum virkjum í afturvendandi firmakappingini hjá B36 FIRMAKAPPING Jákup Mørk Hóast landsdystur var á skíggjanum um sama mundið, sum B36 skipaði fyri árligu virkiskapping síni, so tóktist hetta á ongan hátt at órógva avgreiðsluna av hesari. Til bar sjálvandi hjá lut- takarunum at sita framman fyri sjónvarpstólinum og hyggja, hvussu landsliðið stóð seg í Slovenia, men so hvørt sum dysturin leið, mundi áhugin fyri tí, sum fyrifórst í Gundadali gerast alt størri. 36 lið høvdu teknað seg til kappingina, og at kalla allur leygardagurin varð nýttur til at avgreiða bólka- spæl og og teir avgerandi dystirnar eftir hetta. Sum tað framgongur nið- anfyri, so eydnaðist tað lið- num hjá Skipasmiðjuni at vinna kappingina framman fyri Skipafelagið, men tað vóru kortini ikki bert hesir, sum høvdu ein góðan leygardag í Gundadali. Hóast tað kanska gjørdist heldur heitt á vøllinum viðhvørt, so dugdu leikar- arnir eisini at hugna sær saman eftir dystirnar, so- leiðis at tað hóast alt var sjónligt, at talan var um eitt slag av motiónskapping. Sum heild eru fyrireikar- arnir úr B36 eisini væl nøgdir um kappingina, og eingin ivi tykist vera um, at kappingin aftur verður fyriskipað komandi ár. Niðanfyri síggjast mynd- ir av liðunum, sum gjørdust ávíkavist nummar eitt, tey og trý, og fingu spælararnir á hesum heiðursmerki frá Høgna Mikkelsen, sum var høvuðsstuðul fyri kapping- ina. Komandi vikuna fer føroyska U-17 landsliðið í fótbólti at spæla tveir dystir í EM-undakapp- ingini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Mánadagin komandi fer føroyska U-17 lands- liðið í fótbólti til Sveis, har tveir dystir móti ávíkavist Sveis og Wales eru á skránni. Dystirnir eru liðir í EM-kappingini fyri U- 17 lið, og sleppur vinn- arin av hesum bólkinum víðari í undankappingi. Spennandi dystir Fyrri dysturin verður leiktur mikudagin ímóti Wales, og fríggjadagin er so dysturin móti vertstjóðini, Sveis, á skránni. Hóast hetta sjálvandi er ein risa stór avbjóðing hjá okkara dreingjum, so er tó einki at ivast í, at liðið hesa ferð tykist hava størri ítróttarligar møguleikar, enn teir so ofta hava havt, tá stórar fótbóltstjóðir hava talst millum mótstøðuliðini. At ímynda sær Føroyar sum vinnara av bólkin- um, er tó eitt sindur torført, men liðið hevur áður fingið góð úrslit í EM-høpi, so møguliga – og vónandi – fáa teir gjørt ein vørr á ferðini. Ferðalagið verður aftur í Føroyum fríggjadagin, 20. oktober. Venjari hjá U-17 landsliðnum er Matthias Davidsen, og hevur hann tikið hesar leikarar út til dystirnar: Allan Kjærbo, Símun Samuelsen og Poul N. Poulsen úr VB. Hanus Thorleifsson úr Skála. Eli Thorsteins- son, Bárður H. Joensen, Rókur F. Jespersen, Gunnar Nielsen og Páll M. Joensen úr HB. Ras- mus Nolsøe úr TB. Jósup Henriksen úr KÍ. Marni Djurhuus og Búgvi Øster úr EB/ Streymi. Magni Skoralíð úr LÍF. Bergur Midjord og Jónas Tór Næs úr B36. Justinus R. Hansen úr NSÍ. Jóhan Petur Poulsen úr B68. Leiðar- ar á ferðini verða um- framt Mathias Davidsen Mortan Pouslen, Willi- am McLeod Jacobsen, Pætur Clementsen og Anna Jónsson. U-17 til Sveis Spennandi verður at vita, um U-17 landsliðið fer at gera ein vørr ímóti Sveis ella Wales Væl eydnað firmakapping Skipasmiðjan átti saman við ALS liðið, sum vann kappingina, so helst verða teir noyddir at stuðla kappingini komandi ár Liðið hjá Skipafelagnum kom í finaluna, men mátti tó taka til takkar við silvurmerkjunum Vinnararnir frá seinast, Høgni Mikkelsen, sum eisini var høvuðsstuðul hesaferð, gjørdust nummar trý C M Y K 18 Nr. 196 - 11. oktober 2001 19 TÍÐINDASKRIV Fríggjakvøldið 12. oktober kl. 20. 30 hava tær báðar Monika Stauss Joensen úr Leirvík og Helene Ring- enberg úr Schweits konsert í Leirvíkar kirkju, har tær spæla urgu, violin og cembalo. Á skránni eru verk eftir m.a. J.S.Bach, Archangelo Corelli og Johan S. Svend- sen. Monika og Helene hava áður havt konsertir saman, men hetta er fyrstu ferð tær hava konsert í Leirvíkar kirkju. Í fjør spældu tær á altjóða Bach-festivali í Schaffenhausen í Schweits, og í mai í ár vóru tær á konsertferð í USA. Monika Stauss er lærari í Føroya Musikkskúla og Helene Ringenberg er urguleikari í eini stórari kirkju í Bern. Helene Ringenberg vitjar í hesum døgum í Føroyum, og saman venja Helene og Monika til eina konsert í Schweits í næstum. Tað er í hesum sambandi, at tær hava hesa einu konsertina í Leirvíkar kirkju fríggja- kvøldið. Konsertrin er ókeypis, men tey sum hava hug, kunnu lata eina peninga- gávu til Missión uttan landamørk - stuðul til barnaheim í Rumenia. Á hvørjum ári plaga skúlanæmingar at luttaka í skúlarenn- ingini. Í ár er heldur einki undantak, og ætlanin er at fara at renna nú fríggjadagin RENNING Heri á Rógvi Onkur kennur kanska sjónina, tá hundraðtals skúlanæmingar fara tusk- andi eftir vegnum. Onnur minnast kanska sjálvi at hava runnið, meðan upp- aftur onnur renna kanska sjálvi. Skúlarenningin hev- ur verið fastur táttur hjá fólkaskúlunum síðani einaferð í áttatiárunum. Hóast onkur skúli kanska longu hevur runnið í ár, so hevur Føroya ítróttarlær- arafelag sett skúlarenning- ina á skránni fríggjadagin komandi (í morgin). Í tíðandaskrivi sigur Før- oya ítróttarlærarafelag, at hetta er 18. ári á rað at skipað verður fyri skúla- renningini. Føroya ítróttarlærara- felag sigur í tíðindaskrivi, at hetta er einasta lands- umfevnandi skúlaíttatiltak, sum stendur næmingunum í boði í ár, eftir at skúla- ítróttadagur fyri 6. flokkar varð avlýstur í vár. Vónandi verður skúlaítróttadagurin tikin upp aftur í hesum, men tað velst um vælvild frá myndugleikunum og lærarum, sum vilja átaka sær at fyrireika. Tað eru skúlarnir sjálvir sum leggja strekkini, tey kunnu vera longri ella styttri og rennast fleiri ferð- ir um næmingarnir orka. Einki mark er fyri, hvussu langt næmingarnir skulu renna. Tað eru lærararnir á teimum ymsu skúlunum, sum hava til uppgávu at ansa eftir, at alt gongur fyri sum tað skal, og eingin fær skaða meðan runnið verður. Øll tey, sum renna, fáa prógv, har tað stendur, hvussu langt tey hava runnið. Eisini verður gjørt upp, hvussu nógvar kilo- metrar føroyskir næmingar- nir renna tilsamans. Hetta verður vanliga samanborið við næmingar í hinum norðanlondum. Føroysku næmingarnir hava at kalla bert góð úrslit at vísa á, og tað er bert at vóna, at næm- ingarnir vera líka raskir í ár. TÍÐINDASKRIV Hós- fríggja- og leygar- dagin hevur Forlagið Sprotin forkunnugt og spennandi sølutiltak á Torginum í SMS. Forlagið Sprotin hevur givið íalt umleið 70 bøk- ur út, síðan tað var stovnað í 1993. Hesar útgávur eru allar góðar bókur, sum forlagið kanska hevur gjørt ov lítið burturúr.Við átakin- um á Torginum í SMS hósdagin, fríggjadagin og leygardagin vil Sprotin vísa á mongu útgávur forlagsins, sum eru verdar at lesa, men sum tíverri ov fá vita um. Hesar báðar dagarnar kunnu vitjandi á Torgin- um í SMS ogna sær flestu av hesum íalt 70 útgávum felagsins fyri spottprísir. Eitt nú verða allars allar bøkur eldri enn 3 ár seldar fyri 48,- og t.d. verður nógv um- rødda myndlistabókin eftir Bárð Jákupsson seld fyri einans 280,- Fyri tveimum árum síðan setti forlagið á stovn ein bókaklubba, sum hevði til endamáls, at geva út í bók nógvar av teimum týðingum, sum millum ár og dag eru gjørdar, men ongan- tíð komnar longur enn til handrit. Av hesum tilfari hevur forlagið givið eini 20 skaldsøgur út. Hesar skaldsøgur eru ein blandingur av klass- ikarum og nýggjum skaldsøgum. Og hesar bøkur verða seldar við 25% í avsláttri hesar dagararn forlagið heldur til á Torginum. Til ber eisini hjá áhugaðum at tekna seg um lim í bókaklubba Sprotans, og binda seg at keypa 4 bøkur árliga. Teknar tú sum lim í bókaklubba Sprotans í SMS, kanst tú velja tær eina bók fyri einans 10,- Nevnast kann eisini, at skúlar, sum keypa floks- sett av skaldsøgum ella t. d. søgubøkurnar hjá Hans Jakku Debes, mállæruna eftir Jeffrei Henriksen ella litprydda sagnasavnið "Fram við strendur" fáa bøkurnar fyri helvtarprís. Eisini er vert at leggja til merkis, at um tú keypir fleiri enn 10 bøk- ur - sum kanska fleiri gera, nú jólini nærkast, og jólagávurnar skulu keypast - fáa allar tíggju bøkurnar fyri helvtar- prís. Sølutiltakið hjá Sprotanum í SMS heldur fram Skúlarenningin stendur fyri durum Aftur í ár fara skúklanæmingarnir at luttaka í árligu skúlarenningini. Konsert í Leirvíkar kirkju Monica Strauss er ættað úr Sveits 19