Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 196 - 11. oktober 2001 Nr. 196 - 11. oktober 2001 17 OLJULEITING Jan Müller Hósdagin var evaluerings- fundur í hølunum hjá Stat- oil í miðbýnum í Havn. Umboð fyri Staoil, Phillips, Veba og Enterprise møttust fyri fyrstu ferð at taka samanum um úrslitið av fyrstu boringini á føroyska landgrunninum. Hetta var ein sonevndur OCM/TCM fundur (operating comm- itee meeting/technical commitee meeting) Man kann siga, at hetta var "startskotið" hjá operatør- felagnum, sum hevur staðið fyri boringini, at gjøgnum- ganga úrslitini saman vid hinum feløgunum í bólkin- um tað veri seg jarð- frøðisliga, boring, øko- nomiskt, kontraktir, før- oyska luttøku osfr. Rúni M. Hansen, stjóri hjá Statoil sigur, at teir nú hava samlað træðrinar til at evaluera víðari, umframt at skulu leggja eina ætlan framyvir. - Vit mugu sjálv- andi arbeiða víðari vid úrslitunum saman við okk- ara samstarvsfeløgunum, áðrenn vit kunnu fastleggja ætlanirnir framyvir. Tá fleiri feløg eru í einum samtaki, er tað týdningar- mikið, at øll feløgini halda somu kós, soleiðis at vit eisini troyta teir resursir, ið eru í bólkinum, til frama fyri øll feløgini. Tí er tað av týdningi, at vit formelt møtast á henda hátt um- framt tað sambandið vit hava í gerandisdegnum sigur Rúni M. Hansen, sum leggur aftrat, at fundurin legði støði undir tí fram- haldandi evalueringsar- beiðinum sum verður kom- andi mánaðirnar. Budget og onnur fíggjarlig viðurskiftir vórðu eisini viðgjørd. Í hesum sambandi spurdi Sosialurin ovasta stjóran fyri altjóða leiting hjá Statoil, Rolf Magne Larsen, hvussu tey í Statoil meta hesa fyrstu boringina við Føroyar. Kemur hon at minka áhugan hjá Statoil fyri økinum? - Vit evaluera í løtuni úrslitið av hesum fyrsta brunninum. Tað er eingin loyna, at úrslitið er eitt vónbrot, serstakliga tá vit eisini síggja, at BP hevur borað eitt turran brunn. Hvat viðvíkur framtíðar vónum okkara til hetta økið, so er greitt, at eisini úrslitið hjá Amerada Hess hevur stóran týdning. Rolf Magne Larsen sigur víðari, at Statoil hevur enn ikki avgjørt, nær farið verð- ur at bora næsta brunnin, men tað verður ikki í 2002. Teir hava annars ikki tosað um, antin teir fara at luttaka í eini nýggjari útbjóðing ella ikki. Nú Statoil er eitt av teimum oljufeløgunum, sum hevur lagt størsta dentin á at leita eftir olju og gassi á Atlantsmótinum og í Norðuratlantshavi og nú hevur borað turran brunn bæði við Írland, Føroyar og somuleiðis við Grønland spurdu við leitistjoran hjá felagnum, um vónirnar til hesi økini sum heild eru vornar minni? - Tað er greitt, at úrslitini hava ikki verið so góð, sum vit høvdu vónað. Kortini hava vit gjørt eitt fund út fyri Írland, sum nú verður útviklað. - Statoil er við í 19. útbjóðing í bretskum øki saman við Philips sum fyristøðufelag. Hvussu stóran týdning leggja tit í bretska partin av Hvítu sonuni? - At vit søktu eftir einum blokki og fingu ein vísir, at vit hava áhuga. Men aftur er tað so, at úrslitini við Føroyar minka eitt sindur um potentialið. Vit fara at bora har í 2002 ella 2003. Tá vit spyrja Rolf Magne Larsen, hvussu stórar vónir teirra eru fyri eini nýggjari oljuprovins í økinum mill- um Føroyar og Hetland sigur hann, at teir meta ikki júst Føroyaøkið sum so sum eina nýggja oljupro- vins men heldur sum eitt framhald av tí, sum longu er ávíst við Schiehallion- fundinum. Og tá komið verður inn á vónirnar til fund í norskum øki sigur leitistjórin, at teir hava góðar vónir um at finna kanska meira gass enn olju. Tað hann her sipar til eru útlitini til at gera stór gassfund eitt nú á tí part- inum av Atlantsmótinum, sum liggur út fyri Mið- noreg. Her eru longu gjørd stór gassfund sum eitt nú Ormen Lange. TÍÐINDASKRIV Tungmálmur og tøkni í Gøtu um vikuskiftið. Leyg- arkøldið 13. oktober verður rimmar konsert í Losjuni í Gøtu. Sum yvirskrivtin kanska bendur á, verða tað bólkarnir Krit, Human Chaos, Happy? og Side Effect, ið stíga um fast á pallin í Gøtu. Nakrir av hesum eru millum harðastu og tyngstu rockbólkaunum vit hava í landinum. Allir hesir bólkarnir mugu eisini sigast at hava sín sermerkta stíl og allir hesir vóru við til Prix Føroyar-undankapp- ingarnar fyrr í ár. Krit eru allarhelst tyngsti og ógvusligasti bólkurin í landinum í løtuni, teir hava spælt og vant nógv og hava ment seg stórliga síðan Prixið, tá teir jú eisini fingu sera góð ummmæli. Human Chaos við Gulla úr Klaksvík stendur tó ikki nógv aftanfyri tá ógvus- ligheit umræður. Gulli hevur higartil givið út tríggjar fløgur og onkur er eisini á veg, skilst. Happy? eru ikki heilt nýggir í føroyskum rock- høpi, teir vóru m.a. við á TUTL útgávuni "Grót Føroyskt" fyri nøkrum árum síðani við lagnum "aldrin gloyma at droyma". Tað munnu vera fleiri sum, um ikki aldrin, so seint, munnu fara at gloyma teirra sera góðu framførslu á Prix-umfarinum í Mið- vági í ár. Side Effect hava gjørt vart við seg fleiri ferðir, eftir at teir, sum Føroya fyrsti techno/industrial- bólkur, frumframførdu í Prix-undankappingini á Strondum fyrr í ár. Teir hava síðani spælt m.a. á Margarinfabrikkini og til Free Føroyar konsertir. Eingin ivi um, at hesin bólkur hevur og kemur at hava (hjá)árin á føroyska tónleikaheimin. Hetta er fyrstu ferð, at Human Chaos og Side Ef- fect royna seg á palli hjá Grót, virknasta tónleikafe- lagnum í landinum, ið sum ikki einaferð skipar fyri. Konserin verður Leygar- kvøldið klokkan 20.30 Kritahvítur menniskjaligur ruðuleiki við eydnusomum hjáárini Statoil ikki mist vónina til Atlantsmótið Frá fundinum millum feløgini í Statoilsamtakinum herfyri Mynd: Jens K. Vang C M Y K 17 16