hósdagur 16. apríl 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 72 - 16. apríl 2009
Skonnartin Norðlýsið
ger klárt at taka
móti ferðafólki í
summar. Í summar
verður møguleiki
hjá ferðafólki at vitja
Norðlýsið, ið fer at
liggja í Vágsbotni,
og nýggir túrar eru
settir á summar
ferðaætlanina
Mentan
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Norðlýsið spílar seg út, nú
summartíðin fer at nærkast.
Hon hevur um dagarnar
býtt um pláss við skonnar
tina, Torshavn, og er komin
yvir í Vágsbotn at liggja.
Summartíðin er enn ikki
rættiliga byrjað. Men um
vikuskiftið verður Norð
lýsið saman við hinum skip
unum hjá fyritøkuni, vertur
fyri 150 starvsfólk á dansk
ari fyritøku, ið ynskja at
koma inn undir húðina á
Føroyum, sum ferðamanna
land.
Hetta er triðja árið á
rað, at vit eru í hesum sam
starvi. 15 instruktørar eru
við í ferðalagnum, og fara
tey um vikuskiftið út við
okkara bátum, sigur Stein
bjørn í Dali, formaður í
felagnum fyri Norðlýsið.
Summartíðin hjá Norð
lýsinum byrjar annars 1.
mai. Frá tí degi fer Norð
lýsið at liggja í Vágsbotni
saman við Westward Ho,
og møguligt verður hjá
fólki at koma umborð at
síggja skipið. Harafturat fer
Norðlýsið at skipa fyri
nýggjum túrum í summar.
Einum spildurnýggjum túri
fyri fyritøkur.
Vit hava bygt ferða
skránna út í summar, so
nógv fokus verður á Nóls
oynna í summar. Umframt
vanligu túrarnar, fara vit at
hava ein túr fyri fyritøkur,
sum vit sigla út á Boruna,
har Tornið við heimsins
enda er at finna, og at síggja
gomlu bygningarnar har,
sigur Steinbjørn í Dali.
Summarsiglingin
hjá
Norðlýsinum fevnir um
útferðir til Nólsoyar, rund
ferðir, har siglt verður fram
við fuglabjørgunum, grotto
konsertferðir og fiskitúrar.
Strandfaraskip
Landsins hevur um
páskirnar roynt
Rituna, sum hevur
røkt svínoyarleiðina.
Skipið hevur riggað
avbera væl, men enn
er ov tíðliga at siga,
um svínoyarleiðin
fær eitt nýtt skip fyri
50 ára gamla Másan,
sum arbeitt verður
við at skifta út
SaMferðSla
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Um páskirnar hevur Ritan,
ið vanliga røkir nólsoyar
leiðina, verið í sigling á
svínoyarleiðini. Sum skilst,
hevur nógv fólk ferðast í
oyggjarnar hesar dagarnar,
og er fólkið væl nøgt við
Rituna.
Tað hevur gingið óal
mindiliga væl, sigur Jóhan
Petur Abrahamsen, skipsin
spektørur hjá Strandfaraskip
Landsins.
Ritan gevst í dag. Hetta
var ein roynd fyri at síggja
hvat skipið kann nýtast til.
Vit hava eina lítla játtan á
fíggjarlógini,
sum
ikki
røkkir til nýtt skip á svín
oyarleiðini. Tískil royna vit
at finna eina loysn við
teimum skipum, vit hava í
sigling, greiðir Jóhan Petur
Abrahamsen frá.
Másin, sum í ár hevur
fimti ár á baki, hevur ligið
á beding hesar dagarnar, og
fer aftur á beding seinast í
mánaðinum,
tá
nýggjur
rottangi skal setast í skipið.
Í løtuni er Strandfaraskip
Landsins í ferð við eftir
metingarnar av siglingini
hjá Rituni á svínoyarleiðini.
Tað er eingin loyna, at
Másin ikki er rætta skipið
til siglingina á svínoyar
leiðini, men støða skal
eisini takast til, um Ritan er
eitt hóskandi skip.
Tølini vísa, at 74 fólk
vóru við ein túr, og 79 ein
annan. Men dagliga ferðast
kanska sjey fólk við Mása
num. Tá kann tað ikki loysa
seg at seta eitt skip í sigling,
sum tekur 100 fólk.
Jóhan Petur Abrahamsen
leggur afturat, at onkrar
tillagingar skulu gerast, um
eitt skip sum Ritan verður
sett í sigling. Havnaviður
skiftini mugu til dømis
broytast, umframt aðrar
tillagingar við skipinum.
Men afturmeldingarnar
vóru óalmindiliga góðar frá
ferðafólki, ið gjørdi brúk av
Rituni um páskirnar. Og tað
er sera umráðandi fyri
okkum at vita, sigur hann.
Másin á pensjón
Meðan Ritan hevur siglt á
svínoyarleiðini, hevur Sam
røkt nólsoyarleiðina, og
Ternan
leiðina
millum
Klaksvík og Kalsoynna.
Ternan er eykaskip hjá
Strandfaraskip
Landsins,
men hóskar ikki til sigling
út til Svínoyar og Fugloyar.
Nú fer Strandfaraskip Land
sins at gera eftirmetingar,
og tilmæli til landsstýris
mannin, sum tekur avgerð
um hvat skal gerast.
Vit hava nú roynt bæði
við
Rituni
og
einum
lokalum báti, sum møguliga
kunnu avloysa Másan, og
báðir hava víst seg at rigga
sera væl. Vit arbeiða í móti
at skifta Másan út. Spurn
ingurin er bara hvussu. Til
tað gera vit eitt tilmæli,
sum verður sent lands
stýrismanninum,
sigur
Conrad
Gaard
Joensen,
rakstrarleiðari hjá Strand
faraskip Landsins.
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum, Jóhan Dahl,
var ikki at hitta á telefonini
í dag.
Norðlýsið summarklárt
Ritan hóskandi avloysari fyri Másan
Væl løntur rithøvundur
Hvítu Húsini hava nú almannakunngjørt sjálvuppgávuna hjá Barrack og
Michelle Obama fyri 2008, og talan er um stór tøl, skrivar Washington
Post. Sjálvuppgávan vísir, at meginparturin av inntøkunio hjá hjúnunum
stavaði frá bókunum «The Audacity of Hope» og «Dreams From My
Father». Sambært Washington Post fingu tey umleið 15 milliónir krónur
burtur úr bókasølu í fjør. Aðrar inntøkur góvu umleið eina millión krón
ur. Obama forvann væl meiri burtur úr bókasølu í 2007. Tað árið seldi
hann bøkur fyri næstan 25 milliónir krónur. Washington Post skrivar, at
Obamahjúnini rindaðu 5 milliónir krónur í skatti í fjør. Herumframt
góvu tey ymsum vælgerðarfelagsskapum eina millión krónur.
40 procent er hjáveiði
Uppgerðir hjá Heimsnáttúrugrunninum WWF vísa, at
umleið 40 prosent av tí fiski, sum verður veiddur í høvunum
kring heimin, er hjáveiði. Grunnurin sigur hetta vera sera
óheppið, tí at kalla øll hjáveiðan verður tveitt aftur í havið.
WWF sigur, at heimsins fiskiveiðilond mugu leggja seg eftir
at skipa veiðina so, at tað slepst undan hjáveiði í mest
møguligan mun. Tað, sum nú fer fram, er einki minni enn
ein umhvørvislig, búskaparlig og menniskjalig vanlukka.
Sambært grunninum verða 95 milliónir tons af fiski veidd
árliga, og av hesum eru 39 milliónir tons hjáveiði.
Í summar fer Norðlýsið
at liggja í Vágsbotni, har
møguleiki verður hjá
ferðafólki at koma umborð
at síggja skipið. Eisini er
ferðaætlanin útbygd soleiðis,
at meir fokus verður á
Nólsoynna í summar.
Mynd: Jens Kristian Vang
50 ára gamli Másin skal skiftast út. Spurningurin er bert hvussu. Ritan, sum hevur røkt svínoyarleiðina um páskirnar, vísir seg at vera ein góður avloysari fyri Másan
Savnsmynd