Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 72 - 16. apríl 2009 Jóannes Eidesgaard fer ongantíð at ganga við til at lóggeva lønarsteðg. – Gera vit tað, sum Anfinn Kallsberg mælir til, oyðileggja vit álitið millum partarnar fyri allar ævir, sigur fíggarmálaráðharrin SamfelagS­ búSkapur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nógvar útmeldingar eru um, hvat mann nú eigur at gera, til tess at byrgja upp fyri afturgongdini í bú skap­ inum. Seinastur í røðini er An ­ finn Kallsberg úr Fólka­ flokk inum, sum í Sosial in­ um í gjár segði, at allar løn­ arhækkingar næstu árini skulu strikast, og at vildu fakfeløgini ikki sjálvboðin góðtaka tað, eigur Løgtingið at gera tað við lóg. Hetta hóvar landsstýris­ manninum í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, lítið. ­ Tað er ótrúliga óheppið, at tað koma so nógvar ym iskar útmeldingar um, hvat mann eigur at gera av ymiskum panikkloysnum. Henda, sum Anfinn Kalls­ berg nú kemur við, er bara ein av mongum, sum hava verið frammi seinastu tíð­ ina, og eg fari ongantíð at ganga við til at leggja eitt lógaruppskot fyri tingið, har mann vil lóggeva lønar­ steðg, og her haldi eg meg tosa fyri allan Javnaðar­ flokkin eisini. Mugu varðveita álitið Fíggjarmálaráðharrin legg­ ur dent á, at hóast tað gong­ ur aftur í búskapinum, so eigur mann at virða tær spælireglur, sum galda á arbeiðsmarknaðinum. Hann vísir á, at Fíggjarmálaráðið er ein stórur partur á ar ­ beiðsmarknaðinum, sum hevur avtalur við eini 30 fakfeløg um sáttmálar. ­ Og tað verður eisini Fíggjarmálaráðið, sum skal gera avtalur framyvir, og tí skal mann ikki niðurbróta tað álitið millum partarnar, sum er styrkt nógv seinastu tíðina. Vit eru í góðum dia­ logi við fakfeløgini, og tey skilja eisini ta truplu fíggj­ arligu støðu, vit eru í nú, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri. Landsstýrismaðurin er samdur í, at vit eiga at tálma útreiðslunum, og vísir á, at har er lønarparturin eisini sera stórur. Men hann stað­ festir, at tað eigur at verða gjørt í samráðingum við partarnar. ­ Vit hava uppbygt eitt álit millum partarnar, og hava fyri fyrstu ferð fingið trý­ára sáttmálar. Gera vit nú tað, sum Anfinn Kalls­ berg mælir til, oyðileggja vit álitið millum partarnar í allar ævir, ella í øllum før­ um nógv ár framyvir, heldur fíggarmálaráðharrin. Anfinn skal tiga Fíggjarmálaráðharrin skilur heldur ikki at tað er júst Anfinn Kallsberg, ið kemur við hesum útspælinum. ­ Hann tosar nevniliga um at vit nú skulu byggja tunlar fyri millióna upp­ hædd ir, at vit ikki skulu nerta fiskimannafrádráttin, umframt fleiri onnur ting. Men nú vil hann inn at lóg­ geva lønarsteðg á arbeiðs­ marknaðinum fyri at spara? Fíggjarmálaráðharrin held ur eisini fast við, at tað eru ongar heilagar kýr, nú útreiðslurnar skulu tálmast. Hann er samdur við tí, sum Hermann Oskarsson førdi fram í Kjakarínum í Kring­ varp Føroya í gjár, har hann sigur, at vit mugu halda skút una flótandi og syrgja fyri ikki at ræða fólk út í arbeiðsloysi. ­ Men tað er umráðandi at finna útav, hvar á leið útreiðslurnar koma at liggja komandi árini, og hvar polit isk undirtøka er fyri at fremja nakrar av teimum bygnaðarbroytingum, sum skulu til, sigur Jóannes Eidesgaard. Fíggjarmálaráðharrin legg ur eisini dent á, at tað eru ikki tær løttu loysnirnar, sum bjarga okkum, og at tað skulu munandi størri inn triv til. Nú kjakið um bú ­ skapin og fíggjar­ lógir koyrir við há trýsti, og alt fleiri sóknast eftir at loysnir koma úr Fíggjar mála ráð­ num, lovar lands­ stýrismaðurin at loysnirnar eru á veg SamfelagS­ búSkapur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Ákoyringarnar á lands­ stýris mannin í fíggjarmál­ um eru ikki so fáar, nú kjak ið um búskapin, fíggj­ arlógir, útreisðluvøkstur og inntøkuminking er við tað heitasta. Serliga hava fleiri verið frammi í ymsu miðlunum og sóknast eftir at nakrar loysnir koma úr Fíggjar­ málaráðnum. Nú sigur Jóannes Eides­ gaard, ið varðar av fíggjar­ málum, at loysnirnar eru á veg. ­ Fíggjarmálaráðið ar ­ beið ir við hátrýsti upp á eitt mál til samtyktar, sum kemur í mai, og sum skal definera karmarnar fyri kom andi árini. Í tí sam­ bandi hava vit biðið Lands bankan um frágreið­ ingina, sum kom í gjár, sum eitt input, saman við fleiri øðrum inputtum, tí vit mugu finna útav hvar á leið útreiðslurnar komandi árini koma at liggja. Súrt og søtt Loysnirnar, sum koma í mai, verða ikki allar líka søtar. Tað staðfestir fíggj ­ ar málaráðharrin. ­ Eg arbeiði við eini bukett av tiltøkum, har nøkur ting eru øgiliga søt, og har onnur eru øgiliga súr. Tað er tíð til at allir politikarar og politiskir flokkar gera sær greitt, at áðrenn tú bítur í tað søta, má tú eisini hava bitið í tað súra. Hann leggur eisini dent á, at tað eru ikki tær løttu loysnirnar, sum bjarga okk um, og at tað mugu mun andi størri inntriv til. ­ Men eingin støða er so ring, at hon ikki er gott fyri okkurt. Vit hava havt eitt strukturellt hall á al mennu útreiðslunum í nøk ur ár, og tað hevur verið ein trupul støða hjá okkum at loysa. Nú sær kanska út til at vit fáa loyst henda trupulleika, sigur Jóannes Eidesgaard. Búskaparráðið liggur lamið Meðan kjakið um búskap­ in og fíggjarlógir er við tað heitasta, er ein tann mest umráðandi ráðgev­ andi stovnurin hjá lands­ stýrinum, Búskaparráðið, óvirkin. Tað liggur nevni­ liga á tingborðinum enn. ­ Vit arbeiða við at broyta bygnaðin í Búskap­ arráðnum, soleiðis at tað kundi styrkjast. Men tað málið liggur í nevnd í Ting inum enn. Tað er ikki virkið í løtuni, og tí mugu vit hella okkum til aðrar indikatorar, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur tó dent á at teir arbeiða við at fáa tað upp á beinini aftur beinan­ vegin, tí sum hann sigur, so er tað sera umráðandi í hesum tíðum at fáa alla tað ráðgeving, ein kann fáa. Jóannes Eidesgaard: Eg fari ongantíð at lóggeva lønarsteðg Loysnirnar koma Jóannes Eidesgaard lovar at loysnirnar koma. Hin­ vegin kann hann staðfesta, at tær verða bæði súrar og søtar, og at tær súru mugu svølgjast fyrst Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, heldur lítið um panikkloysnirnar, ið verða meldaðar út í eyst og vest. Hann leggur dent á, at allar lønarbroytingar skulu gerast í samráðingum við fakfeløgini, og ikki við lóg Í øðini um tveir dollarar Løgreglan í býnum Oak Creek í amerikanska statinum Wisconsin hevur skuldsett ein mann fyri at hava lopið á mammu sína og ein beiggja sín og gentu hansara við knívi og maskinbyrsu. Sjálvur hevur maðurin sagt løgregluni, at hann royndi bara at verja seg sjálvan, men løgreglan heldur fast um, at maðurin leyp á mammu sína, tí hon noktaði at læna honum tveir dollarar. Tað hevur mamman eisini sagt løgregluni. Sambært fjølmiðlunum í Wisconsin stakk tann 31 ára gamli maðurin mammuna og gentuna hjá beiggjanum, men tó ikki so meint, at tey eru í lívsvanda. Bygdafólk skulu førleikamennast Nakrir politikarar í Siumut­flokkinum í Grønlandi vilja hava tað almenna at seta pengar av á næstu fíggjarlóg til at menna førleikan hjá bygdafólki. Teir tríggir, Hans Enoksen, Per Berthelsen og Lars­Emil Johansen, siga, at førleikamenningin er ein fyritreyt fyri framtíðini hjá teimum grønlendsku bygdunum. Teir tríggir politikararnir siga, at í framtíðini verður tørvur á arbeiðsmegi innan olju­, ráevnis­ og aluminiumsvinnuna, og tí er tað umráðandi at geva bygdafólki betri førleika at átaka sær hesi arbeiði.