Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 72 - 16. apríl 2009 Byggireglur ikki hildnar Serfrøðingar í byggiviðurskiftum hava staðfest, at nógvir bygningar, sum rapaðu ella fingu stóran skaða í jarðskjálvtanum í Italia tann 6. apríl, vóru ikki bygdir sambært galdandi byggireglum. Millum annað rapaði eitt sjúkrahús, sum ikki var bygt sambært reglunum. Millum feløgini, sum stóðu fyri byggingini, var eitt italskt byggifelag, sum eitur Impregilo, og sum er landsins størsta á sínum øki. San Salvatore-sjúkrahúsið er bara níggju ára gamalt og skuldi eftir ætlanini halda til munandi harðari jarðskjálvta enn tann, sum fyri 6. apríl. USA eftir sjórænarum Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sigur nú, at USA er til reiðar at standa fyri bardaganum ímóti sjórænarunum, sum herja leiðirnar úti fyri eysturafrikonsku strondini. Hon sigur eisini, at USA fer at kanna, um tað ber til at finna pengarnar hjá sjórænarunum og at leggja hald á teir. Í danska reiðarafelagnum eru tey fegin um amerikanska tilboðið. Jan Fritz Hansen, varastjóri í reiðarafelagnum, sigur við DR, at tað hevur stóran týdning, at USA fer upp í stríðið ímóti sjórænarunum. Hann vísir á, at amerikanararnir hava fylgisveinar og aðra tøkni, sum kann vera hent í stríðnum ímóti sjórænarunum. Fakfeløg fara nú at tosa saman um útsøgnina hjá formanninum í fíggjarnevndini um at steðga øllum lønarhækkingum Lønarsteðgur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fakfeløg á almenna ar - beiðsmarknaðinum fara nú at tosa saman um útsøgnina hjá Anfinni Kallsberg, for- manni í fíggjarnevndini, í Sosialinum í gjár um, at eftir hansara tykki er tað ein asta rætta at steðga øllum lønarhækkingum tey næstu árini, bæði á privata og almenna arbeiðs mark n- aðinum fyri at fáa búskapin aftur Jarvin Feilberg Hansen, for maður í Pedagog fe lag- num ivast ikki í, at hetta er eitt mál, sum fakfeløgini fara at taka upp, tí eftir sum, at talan er um sjálvan formannin í fíggjarnevndini, er neyðugt at taka tey í álvara. Sáttmálarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum ganga út 1. oktober næsta ár, men 1. oktober í ár skulu lønirnar hækka trý prosent. Hann sigur, at á hesum fundinum væntar hann, at fakfeløgini fara at koma til eina felags niðurstøðu um tey yvirhøvur fara at góð- taka lønarsteðg. Kortini vísir hann á, at ger løgtingið tað við lóg, er onki, sum kann forða tí. - Og tað hevur Løgtingið gjørt fyrr í kreppuni í níti- árunum, so vit fara fordømi, leggur hann afturat. Í øllum førum heldur hann, at tað er sera óheppið at ein slík fráboðan kemur frá einum topp politikara í samgonguni, áðrenn málið yvirhøvur er umrøtt við fak feløgini. Hann væntar eisini, at fakfeløgini fara at venda sær til landsstýrið við mál- inum. - Tað er fíggjarmálaráðið, sum er okkara beinleiðis samráðingar mótpartur so tað verður fyrst og fremst Jóannes Eidesgaard, sum skal svara fyri tað, sum Anfinn Kallsberg hevur boðað frá. Hann sigur, at fakfeløgini eru sjálvandi ikki samd í tí, at lønirnar skulu lækka. Hinvegin eru fakfeløgini mest áhuga í at keypiorkan ikki fer at lækka og í hesum sambandi hava onkrir fund- ir verið við fíggjarmála ráð- ið. Onkrir fundir hava verið um tað, at keypiorkan er mink að og um, hvussu inn- tøkur kunnu útvegast til landskassan. Kortini staðfestir hann, at talan er ikki um at hækka skattir ella avgjøld, men enn er ongin niðurstøða av tí samskiftinum. Aðrir møguleikar hava verið nevndir bóltar, sum eru tveittir í luftina, uttan nøkur avgerð er tikin, er at strika sjómannafrádráttin, avmarka rentustuðulin, av - marka tollfría sølu, at áleggja tilfeingisgjald og ogn arskatt. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag fer undir ongum umstøðum at góð­ taka kravið frá Anfinni Kallsberg í Sosialinum í gjár um at ongar lønir skulu hækka næstu árini Lønarsteðgur Áki Bertholdsen Sosialurin.fo - Hatta kann Anfinn Kalls- berg ikki vera bekentur! Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, er ikki sørt argur inn á tað, sum Anfinn Kallsberg, for- maður í fíggjarnevndini, førdi fram í Sosialinum í gjár, um at eftir hansara tykki er tað einasta rætta at steðga øllum lønar hækk- ingum tey næstu árini, bæði á privata og almenna ar beiðsmarknaðinum fyri at fáa búskapin aftur á beint. - Vit skulu til lønar sam- ráðingar aftur um eitt ár og sjálvandi fara vit at krevja lønarhækking, staðfestir formaðurin í Havnar Ar - beiðsmannafelag. Hann heldur, at Anfinn Kallsberg skuldi skamma seg, at koma við eini útsøgn sum hesari. - Eg skilji ikki, hvussu An finn Kallsberg kann hugsa um at nokta okkum lønarhækking, eftir at allir prísir eru farnir upp í loft hesi seinastu árini. - Síðani vit gjørdu sátt- málan fyri tveimum árum síðani, er prísirnir hækkaðir so nógv, at keypiorkan er minkað og sostatt er í veru- leikanum talan um eina lønarlækking, staðfestir hann. Mugu taka avleið­ ing arnar Hann heldur, at tað er ein spurningur, hvussu leingi borgarin fer at finna seg í slíkari framferð og taka politikararnir nú rættin frá fakfeløgunum at samráðast um lønarhækkingar, mugu teir eisini vera til reiðar at taka avleiðingarnar av tí. Hvørjar tær avleið ing ar- nar vera, vil hann ikki siga nakað um enn. Kortini ivast hann ikki í, at vandin fyri álvarsligum avleiðingum er avgjørt til staðar, tí fólk eru rættiliga kroyst. Men hann staðfestir, at skal talan verða um lønar- steðg, skulu heilt aðrir bollar í súpanina. - So verður treytin tann, at landsstýrið kemur við í samráðingarnar ímillum fakfeløgini og arbeiðs gev- aran fyri at tryggja okkum, at ongi avgjøld verða løgd á borgaran og at onnur av gjøld koma at lækka so at keypiorkan kann veksa. - Tað ber ikki til at krevja lønarsteðg so leingi allir prísir fara upp, leggur Hans Joensen afturat. Fakfeløg tosa um Anfinn Kallsberg Hans Joensen fer at krevja heilt aðrar bollar í súpanina Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðs­ mannaf elag, heldur, at Anfinn Kallsberg kann ikki vera bekentur at krevja at lønirnar ikki skulu hækka og næstu ferð, samráðingar verða, fer Havnar Arbeiðsmannafelag sjálvandi at krevja lønarhækkingar Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum heldur, at Anfinn Kallsberg brýtur spælireglarnar og tað fara fakfeløg at tosa við Jóannes Eidesgaard um