Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 72 - 16. apríl 2009 Amerikanarar keypa sær vápn Hóast amerikanarar kæra seg um, at teir hava minni pengar at ráða yvir orsakað av fíggjarkreppuni, so keypa teir framvegis minst líka nógv vápn sum undan kreppuni. Tað sæst eisini á virðisbrævamarknaðinum. Har eru at kalla øll virðisbrøv minkað í virði, men um somu tíð er virðið á partabrøvunum í skammbyrsufyritøkuni Smith & Wesson næstan tvífaldað. Summir eygleiðarar siga, at fólk eru farin at leggja vápn inn undir seg, tí Barrack Obama, forseti, hevur sagt, at hann fer at hækka avgjaldið á hondvápnum. BÚSETING Tíðindaskriv Samlaði Bústaðarpakkin er nú latin Løgtinginum. Ætlanin við bústaðar­ pakk anum er at víðka um møguleikarnar og útboðið á bústaðarmarknaðinum. ­ Bústaðarpakkin er størsta frambrot á føroyska bústaðar marknaðinum í áratíggju. Í dag eru bústaðarmøguleikarnir í okkara samfelag skerdir. Nógv tann størsti parturin av útboðnum á bústaðar­ marknaðinum eru sethús, tvíhús ella raðhús. Ungar familjur, sum vilja hava føtur undir egið borð, noyð ast at skuldarbinda seg fyri millióna upp­ hæddir. Fólk við lágari inntøku hava lítlan og ongan møguleika at ogna sær egnan bústað. Eldri fólk hava ikki møguleika at skifta hús síni út við eina bíligari íbúð. Við Bústaðar­ pakkanum fáa hesir sam­ felagsbólkar størri frælsi at velja og ogna sær bústað, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Bústaðarpakkin er settur saman av trimum pørtum: Lutaíbúðalógini, leigulóg­ ini og broytingar í skatta­ lóggávuni. Endamálið er: ­ at skapa eitt størri og meira fjølbroytt útboð á bústaðar marknaðinum ­ at geva fólki við lágari inntøku betri møguleika at ogna sær egnan bústað ­ at skipa viðurskiftini á leigumarknaðinum ­ at skapa størri virksemi í samfelagnum Lutaíbúðalógin ger tað møguligt at fyriskipa bygg­ ing av lutaíbúð um í Føroy­ um. Ásetingar í lógini gera tað eisini møguligt at skipa vardar bústaðir til fólk við serlig um tørvi, sum skulu skip ast sum serstøk luta­ íbúð arfeløg. Leigulógin skal regulera leigu marknaðin og setir minstukrøv til leigu sátt­ málar fyri at tryggja rætt­ indi hjá leigara og útleig­ ara. Málið er at eggja fólki at leiga út og harvið økja um útboðið á leigu markn­ aðinum. Broytingarnar í skatta­ lóg gávuni innibera m.a., at luta íbúðar feløg verða javn­ stillað við privatpersónar, sum byggja sær hús, viðvíkj andi MVG­endur­ gjaldi og rentustuðli. Bústaðarpakkin fyri tingið 18 eysturslavonar hava fingið varandi uppihaldsloyvi ÚTLENDINGAR Danski ráðharrin í innflytaramálum hevur í brævi til Høgna Hoydal upplýst, at 18 av teimum 22 eystur­ slavonunum hava fingið varandi uppihaldsloyvið í Føroyum. Málið um varandi uppihaldsloyvi til eystur slavon­ arnar er nú partvíst avgreitt. Tað hevur Birthe Rønn Hornbæk, danski ráðharrin í innflytaramálum váttað. Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, hevur sett ráðharr­ anum § 20 spurning um málið og fekk í fyrstu atløgu svarið, at ráðharrin hevði givið boð um, at málini skuldu avgreiðast sum skjótast. ­ Í dag hevur Høgni Hoydal, í framhaldi av § 20 spurninginum, fingið váttað frá ráðharranum, at 18 av teimum 22 málunum nú er avgreidd, sigur Norður­ atlantsbólkurin í tíðindaskrivi. Í svarinum skrivar Birthe Rønn Hornbech: ­ I forlængelse af min besvarelse af S 1845 vedrørende meddelelsen af tidsubegrænset opholds­ tilladelse til en gruppe på 22 personer fra Østslavon­ ien, kan jeg oplyse, at der på nuværende tidspunkt er meddelt tidsubegrænset opholdstilladelse i 18 af de 22 sager. – Vit hava ringar royndir av at vísa sam felagssinni, so tað verður ikki við góðum, at lønar­ hækk ing arnar verða strikaðar, sigur Vár í Gong, forkvinna hjá sjúkra røktar frøðing­ unum LøNARSTEðGuR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta líkist ongum av Anfinni Kallsberg! Vár í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar, átalar harð­ liga útsøgnina hjá Anfinni Kallsberg, formanni í fíggj­ arnevndini, í Sosialinum í gjár um, at tað einasta rætta at steðga øllum lønar hækk­ ingum tey næstu árini, bæði á privata og almenna ar ­ beiðsmarknaðinum fyri at fáa búskapin aftur. Hon heldur ikki, at slíkar útsøgnir gagna ikki nøkrum sum helst, serliga nú Fíggj­ ar málaráðið hevur lagt upp til betri samskiftið við fak­ feløgini. Hon staðfestir, at sjúkra­ røktarfrøðingarnir eru ein lág lønarbólkur og ætlar Løgtingið at lækka nakrar lønir, verða tað tær høgu løn irnar, sum skulu lækkast, áðrenn bólkarnir við teim­ um lægru lønunum verða rørdir. ­ Tað verða ikki vit, sum skulu fyrst niður í løn, legg­ ur hon afturat. Betri kort á borðið Forkvinnan í sjúkra røktar­ frøðingafelagnum sigur, at tað skulu nógv betri grund­ gevingar á borðið, áðrenn tey góðtaka at seta lønar­ steðg í gildi. Lønarhækkingarnar í fjør og fyrrárið fóru mest til eftir løn og annað og lønar­ hækkingunum, sum er av talað fyrst í oktober í ár, hevði verið tann hækk ing­ unum, sum veruliga hevði sæst aftur á sjálvari lønini, so tað verður ikki við góð­ um, at vit góðtaka, at hækk­ ingum verður strikað. Hon leggur kortini aft­ urat, at tey hava ikki fingið tosað saman um útsøgnina hjá formanninum í fíggjar­ nevndini. Hon leggur afturat, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava ikki serliga góðar roynd ir av at vísa samfelags­ sinni. ­ Tað gjørdu teir í nítiárini, saman við øðrum fakfeløg­ unum, tá ið lønirnar bein­ leiðis lækkaðu, men tá ið tíðirnar batnaðu, hækkaðu lønirnar ikki aftur. Og hetta er ein spurningur, sum fyllir nógv í huga heim­ inum hjá sjúkrarøktar frøð­ ingunum. ­ Næstan á hvørjum ein­ asta fundi, vit hava, stað­ festa sjúkrarøktarfrøðing­ arnir, at hetta gera vit aldrin aftur, sigur Vág í Gong. Hon sigur, at tað sær út til, at fakfeløgini skulu bara vísa samfelagssinni tá ið tað gongur illa, men tá ið tíðirnar batna, er ongin vilji til at geva teimum alment løntu nakrar sømdir aftur. Hon væntar eisini, at fak­ feløg á almenna arbeiðs­ mark naðinum fara at tosa saman um málið. - Vit skulu ikki bara bukast niður í ringum tíðum, tí í góðum tíðum, fáa vit ongar sømdir, sigur Vár í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Hetta gera vit aldrin aftur