Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 72 - 16. apríl 2009 Tað er ikki fallið í góða jørð í Hetlandi, at tveir hetlendskir trolarar fyrr í vikuni fingu slakar 400.000 krónur í bót fyri at fiska ólógliga á stongdari leið undir Føroyum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hetlendingar vilja nú hava at vita, hvør hevur ábyrgdina av, at tveir hetlendskir trolarar, sum herfyri vórðu tiknir fyri at fiska ólógliga undir Føroyum, ikki høvdu fingið fráboðan um, at leiðin, teir royndu á, varð stongd eftir kunngerðini um ungfisk. Tað var sunnunáttina, at vaktar-og bjargingarskipið Tjaldrið kom á Havnina við trolarunum, Venture og Mizpah, sum um fylgis- sveinaeftirlitið hjá Fiski- veiðieftirlitinum vórðu sæddir á stongdari leið á Munkagrunninum. Skipararnir, sum áður hava verið í føroyskum sjógvi, vistu ikki, at leiðin, teir royndu á, varð stongd hin 6. apríl og í tríggjar vikur fram. Teir vóru komnir í før- oyskan sjógv, eftir at kunn- gerðin hjá Fiskiveiði- eftirlitinum varð lýst. Tá Tjaldrið “troppaði” upp á leiðini og bað skipini fylgja við til lands, vóru skipararnir í góðari trúgv og royndu at fáa sum frægast burtur úr á Munka- grunninum. At teir ikki vistu um lýsta bráðfeingis veiðibannið, kom at kosta teimum dýrt, slakar 400.000 krónur tilsamans. Skipararnir fingu hvør sínar 100.000 krónur í bót umframt ávikavist 97.000 og 91.000 krónur fyri veiði, reiðskap og sakarmáls- kostnað. Tilsamans gjørdist rokningin, sum teir noydd- ust at veita trygd fyri, áðrenn skipini kundu loysa aftur, slakar 400.000 krónur. Í øðini Nú hevur bótin hjá skiparunum og tað, sum reiðaríini annars noyddust at borga fyri, elvt til øði í Hetlandi. Sambært Shetland News vilja hetlendingar nú hava at vita, hvør hevur ábyrgdina av, at skipararnir einki fingu at vita um lýsta bráðfeingis veiðibannið. Tað er hetlendska fiski- mannafelagið, sum serliga hevur gjørt vart við seg og sambært blaðnum hevur vent sær til ES-myndug- leikarnar fyri at fáa staðfest, hvør hevur ábyrgdina av, at skipararnir einki vistu. Í Føroyum hava hetlend- ingar fingið at vita, at før- oyskir fiskiveiðimyndug- leikar høvdu kunnað ES- myndugleikar um stongdu leiðina, men hesi boð eru eftir øllum at døma ongantíð komin til skipararnar á Venture og Mizpah. - Skipanin hevur svikið, og tað er neyðugt at fáa greiði á, hvat er hent, skrivar Shetland News. Dýrt mistak Blaðið skrivar eisini, at hetta er eitt dýrt mistak hjá hetlendsku trolarunum, tí umframt at fáa bót, mistu teir eisini fiskitíð, sam- stundis sum fiskurin í lastini er eldur av hesum ávum. - Hetta er ein stórur missur fyri trolararnar, sum teir ikki hava ráð til. Vit fara sjálvandi at royna at fáa endurgjald, men fyrst mugu vit fáa greiði á, hvør hevur ábyrgdina av, at trolararnir ikki fingu boðini - og so taka vit tað haðani, sigur hetlendska fiskim- annafelagið við blaðið. Føroysk bót elvir til øði í Hetlandi - Hetta er ein stórur missur fyri trolararnar, sum teir ikki hava ráð til. Vit fara sjálvandi at royna at fáa endurgjald, men fyrst mugu vit fáa greiði á, hvør hevur ábyrgdina av, at trolararnir ikki fingu boðini, skrivar Shetland News. Myndirnar hevur Aksel á Botni, sum siglir við Tjaldrinum, tikið - Enn havi eg ikki verið í samband við Fiskiveiðieftirlitið um, hvussu slíkar fráboðanir fara fram, men eg vil gjarna vita, hvussu hetta verður gjørt, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í fiski- vinnumálum, Jacob Vester- gaard, sigur seg ikki vita meira um málið um het- lendsku trolararnar enn tað, sum frammi hevur verið í fjølmiðlunum, eisini teim- um hetlendsku. - Nei, eg havi ikki verið í sambandi við Fiskiveiði- eftirlitið enn, og eg veit tí heldur ikki, hvussu slíkar fráboðanir fara fram. Hann vísir á, at tá før- oyskir trolarar royna í Barentshavinum, og bráð- feingis veiðibann verða lýst, hevur hann skilt, at føroyskir skiparar noyðast at fylgja við slíkum fráboðanum á heimasíðuni hjá myndugleikunum í viðkomandi landi. - Eg veit ikki ítøkiliga, hvussu hetta verður gjørt her heima, men í øllum førum er greitt, at eisini útlenskir fiskimenn, sum fiska í okkara sjógvi, eiga at hava ein møguleika at fáa slíkar fráboðanir at vita. Jacob Vestergaard hevur í løtuni ongar viðmerkingar um, hvørt nakað kundi verið gjørt øðrvísi, tí sum hann sjálvur sigur kennur hann ikki skipanina nóg væl. - Sjálvandi havi eg áhuga í at vita, hvussu slíkar fráboðanir verða framdar, og eg fari eisini at kunna meg um hesi viðurskifti hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Eg eri bara ikki komin so langt enn, leggur hann aftrat. Landsstýrismaðurin sigur, at kanska kundi ein møguleiki verið, at skip, sum koma í føroyskan sjógv, eftir at slík veiðibann verða lýst, vórðu kunnaði um hesi. - Skip, sum koma í okkara sjógv, hava sína fráboðan- arskyldu, og tað er møguligt, at tey tá kundu fingið eina slíka kunning. Men, sum sagt, eg kenni ov lítið til hetta ítøkiliga málið og hesi viðurskifti annars til at siga nakað ítøkiligt um hetta beint í løtuni, sigur Jacob Vestergaard. Vestergaard fer at kunna seg um fráboðan Franskur ivi um Turkaland Tað er ikki nakað nýtt, at Frakland og serliga forseti landsins, Nicolas Sarkozy, eru ímóti, at Turkaland fær limaskap í Evropasamveldinum, men at uttanríkisráðharrin, Berhard Kouchner, hevur verið meiri vinarliga sinnaður mótvegis Turkalandi. Men soleiðis er ikki longur. Uttanríkisráðharrin sigur við blaðið Liberation, at hann var sera vónsvikin av turkisku royndunum at arbeiða ímóti, at Anders Fogh Rasmussen bleiv aðalskrivari í NATO. Ja, hann var so vónsvikin og argur, at nú er hann ímóti, at turkar sleppa upp í ES, sigur hann. Myrdu fýra irakar Ein 40 ára gamal amerikanskur hermaður varð í gjár funnin sekur í at hava verið við til at beina fyri fýra irakskum monnum, sum vóru í amerikonskum varðhaldi. Hann var ákærdur fyri at hava myrt ein iraka afturat, men bleiv fríkendur í tí førinum. Rættarmálið ímóti hermanninum var í Vilseck í Týsklandi. Dómur fellur í morgin, og hermaðurin kann vænta sær lívlanga fongsulsrevsing uttan møguleika fyri at verða royndarleyslatin, skrivar DPA. Tríggir aðrir hermenn hava fngið 35 ára fongsul í sama máli. Tað var í apríl í 2007, at teir iraksku menninir vórðu myrdir, men líkini blivu ongantíð funnin.