Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 72 - 16. apríl 2009 Shell, sum er eitt av heimsins størstu olju­ feløgum, hevur ongar ætlanir at taka seg úr Føroyum, hóast høvuðs sam starvs­ felagið BP hevur gjørt av at rýma av land­ grunninum. Hetta sigur Tummas Han­ sen, fíggjarstjóri hjá Shell í Danmark Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Hóast vit mugu til at venja okkum til at brúka nýggja navnið MAGN ístaðin fyri Shell, tá olja verður keyp til húsarhaldini ella bensin til bilar nar, so verður eingin broyt ing, tá tað snýr seg um olju leit ing á føroyska land­ grunninum. Har fer tað fram haldandi at eita og vera gamla Shell, sum stendur á bredda num. Tað er nevniliga há lendska Shell við deildum í bæði Bretlandi, Noregi og Dan mark, sum eisini fram­ yvir fer at taka sær av veran di leitiloyvum. Og hóast eitt høvuðs sam starvsfelagið hjá Shell í føroysku oljuleitingini hev­ ur verið tað bretska BP, og sum nú hevur gjørt av at lata skrivstovu aftur í Før­ oy um og heilt gevast við leit ing ini á landgrunninum, so fer Shell hinvegin ongan veg. Hetta váttar Tummas Han sen, fíggjarstjóri hjá Shell í Danmark. Shell er við í trimum føroyskum leiti loyvum. Eitt er loyvi 007, har BP er fyri støðu­ felag, og har William brunn urin varð boraður í fjør. Hann gav ikki tað úrs­ lit ið, sum vónir høvdu verið til, og hetta loyvi gongur so út í august. Eftir øllum at døma verður hetta loyvið tí latið aftur til føroysku myndug leikarnar tá. Men Shell er kortini við í tveim um øðrum loyvum, í loyvi 009 og síðani í loyvi 006 gjøgnum sítt dótturfelag Enter price Oil, har Statoil­ Hydro er fyritøðufelag. Tað var í hesum loyvinum, at Brugd an varð borað í 2006. Hóast hon gav nógvar upp­ lýsingar, so varð hon ikki eitt oljufund. Tummas Hansen sigur, at Shell hevur ongar ætlanir at sleppar sær úr hesum loyvi­ num men fer at vera við í víðari kanningunum av loyvu num. Hesi loyvi gan­ ga ikki út fyrr enn um eini tvey ár. Tummas Hansen sigur, at her finnast seismisk data, sum ymsu feløgini hygg ja at. Tað gongur so sína gongd. ­Vit fara so leypandi at meta um loyvini og vit fylgja eisini spentir við, hvus su gongur í øðrum loyv um. Her hugsar Shell­ stjórin bæði um komandi boringina hjá ENI í summar í 005 men eisini um ætlaða brunnin á Súluleiðini í loyvi 008, har Chevron er fyri­ støðufelag. Hann ásannar, at slíkt virksemi í økinum er sjálvandi áhugavert fyri øll feløgini, sum eru við í leiting ini millum Føroyar og Hetland. Shell er rætti­ liga virkið vestan fyri Het­ land og er við í tveimum fram leiðandi feltum, nevni­ liga Schiehallion og Clair. Har er BP fyristøðufelag. Hóast Shellandlitið til lands hvørvur, so verður tað framhaldandi at síggja á landgrunninum Tummas Hansen, fíggjarstjóri hjá Shell í Danmark 26.000 fangar í Irak Irakski ráðharrin í mannarættindamálum, Wejdan Mikhail, upplýsti í gjár, at umleið 26.000 fólk sita í varðhaldi í irakskum fongslum, harav umleið helmingurin er í fongslum hjá amerikanska hervaldinum. Av teimum 26.200, sum sita í varðhaldi, eru 782 børn og ung og 422 kvinnur. Fyrr í ár lat amerikanska hervaldið í Irak 3.000 fangar sleppa úr varðhaldi, men hildið verður, at teir hava 12.800 fólk eftir. Wejdal Mikhail segði á tíðindafundi, at tað er ørkymlandi, at amerikanararnir hava so nógvar irakar í varðhaldi. Hann ásannaði tó, at sambært semju millum Irak og USA hava amerikanararnir loyvi til at hava fólk í varðhaldi, so leingi USA hevur hermenn í landinum. Umhugsa gamla rutu Grønlendska flogfelagið Air Greenland kannar nú, um tað er fíggjarliga skilagott at taka rutuna millum Grønland og Iqaluit í Kanada. Flogfelagið fleyg hesa rutuna frá 1981 til 2001, men gavst, tí samhandilin millum Grønland og Kanada minkaði nógv. Felagið hevði eisini eina summarrutu millum Kangerlussuaq og Baltimore, men hon steðgaði í fjør. Nú kannar Air Greenland so, um samhandilin við Kanada er vaksin so mikið, at tað kann loysa seg at taka ta gomlu rutuna uppaftur. Shell framhaldandi við í føroyskari oljuleiting