hósdagur 16. apríl 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 72 - 16. apríl 2009
Ætlanin er at gera
ein tunnil inn í fjallið
innan fyri Oyrarnar
í Vági, har tað skal
vera pláss fyri einum
50 metra svimjihyli.
Hit in skal fáast frá
SEV verkinum, har
nógvur hiti loypir
av. – Hylurin kemur
at kosta einar fimm
millión ir og kann
vera klárur um eitt ár,
sigur Jón Bjarna son,
venjari og stig tak ari
Svimjing
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
- Nú hava vit gingið og júk-
að um ein hyl í fleiri ár, so
nú hava vit funnið útav, at
skal ein 50 metra hylur
gerast, so mugu vit gera
hann sjálvi, staðfestir Jón
Bjarna son. Hann greiðir
víðari frá, at tað er mein-
ingin at sprongja ein tunnil
til ein hyl inn í fjallið.
- Spurningurin er bara,
hvus su breiður hann skal
verða, tí tað er breiddin,
sum kostar so nógv. Tekn-
iskt ber væl til, tí teir hava
gjørt stór baðilond í Noregi
inn í fjøllini á tann hátt,
greið ir Jón Bjarnason frá.
Víðari fortelur hann, at
ætlan in er at nýta hylin til
elitu venjing.
Fyrst
og
fremst til Pál Joensen, men
eisini til komandi ættarlið
av elitusvimjarum í Suðuroy
í framtíðin.
Fimm milliónir
Sambært Jóni Bjarnason,
kann hylurin koma niður á
fimm milliónir í kostnaði.
- Vit eru nokk so heppin,
at tað koyrir illa í Noregi,
og vit tí kunnu fáa mask-
inur nar til boringina bíliga.
Tí verður tað, at prísurin á
hyli num kann koma heilt
nið ur á fimm milliónir
krón ur,
sigur
hann
av gjørdur.
Spurdur um tað ikki er
van di fyri, at teir koma í
somu støðu sum nóls oy ing-
ar,
er
Jón
Bjarnason
av gjørd ur.
- Tá vit seta okkum nakað
fyri, so gera vit tað, og eg
haldi tað vera skeivt at
saman bera
okkum
við
nakran annan, sigur hann.
Men hinvegin væntar hann
ikki at fáa pening frá landi-
num til nakra ætlan.
- Eg havi sjálvur tað
hugsan, at vit kunnu gloyma
alt um hjálp frá landsins
myndug leikum, men alt
tað, sum kemur, skal vera
kær komið, sigur hann.
Bíligan rakstur
Størsti parturin av rakstri-
num av einum svimjihyli,
er at halda hylin heitan.
Eisi ni
hetta
hava
Jón
Bjarna son og hini eina
loysn uppá.
- Vit byggja innanfyri
elverkið hjá SEV á Oyrun-
um, og so er ætlanin at fáa
avlopshitan hjá teimum.
Higar til hava vit fingið
munn liga játtan frá SEV til
hitan. Teir hava verið jaligir
alla tíðina, tí teir meta
somuleiðis, at tað er betri,
at vit fáa hitan, enn at hann
fer á sjógv, sigur Jón
Bjarna son.
Innsavning gjørd
Hóast nógv tað størsta
arbeið ið við hesum svimji-
hyli num skal verða sjálv-
boð ið, so er ein konta
stovn að, har fólk kunnu
stuðla ætlanini.
- Eg kenni nógv til sjálv-
boðið arbeiði, og eg veit, at
einaferð rakar mann múrin
og manglar pengar, tí hava
vit sett hesa innsavningina
á stovn, so projektið kann
verða gjørt, sigur Dennis
Holm. Hann leggur afturat,
at fyrstu inngjaldingarnar
longu eru gjørdar, hóast
kontan ikki varð stovnað
fyrr enn í gjár.
Pál er spentur
- Tað hevði verið perfekt.
Tað er júst tað, eg hevði
vilja havt. Tað hevði gjørt
tað nógv lættari fyri meg.
Tað er nakað, eg havi
droymt um leingi, sigur Pál
Joen sen, sum ikki kennir so
nógv til ætlanina at borða
ein tunnil inn í fjallið, fyri
síðani
at
gera
ein
svimjihyl.
Gongur alt sum ætlað, so
kunnu Pál og onnur taka
fyrs tu tøkini um eitt ár.
Sjálvboðin gera hyl til Pál
Stendur tað til stigtakararnar til ætlanina,
so venur Pál Joensen inni í einum 50 metra
longum tunli í Suðuroy um eitt ár
Órógvaðu hvalabátarnar
Tað eydnaðist ikki teimum japonsku hvalabátunum at
veiða so nógvan stóhval í Suðuríshavinum, sum teir
ætlaðu, tí bátarnir blivu støðugt órógvaðir av limum í
felagsskapinum Sea Shepherd hjá tí navnframa Paul
Watson. Ætlanin var, at hvalabátarnir skuldu veiða 985
stórhvalir, men teir fingu bara 680. Talsmenn hjá
hvalabátunum siga við Reuters, at umframt
trupulleikarnar við Sea Shepherd høvdu bátarnir ligið
bakk fleiri dagar orsakað av illveðri.
Vænta lodnu aftur í 2011
Íslendsku fiskifrøðingarnir vænta, at lodnustovnurin fer
at menna seg tey næstu árini. Í ár var so lítil lodna at
síggja við Ísland, at myndugleikarnir vildu bara loyva
nøkrum fáum skipum at royndarfiska á ávísum leiðum. Í
vetur mettu íslendsku fiskifrøðingarnir, at lodnustovnurin
var 385.000 tons, og tað var ov lítið til at byggja fiskiskap
á. Sambært norskum fjølmiðlum hava norsku
fiskivinnumyndugleikarnir fingið at vita úr Íslandi, at
lodnustovnurin er kanska 600.000 tons í ár, men at góðir
árgangir eru á veg, og at útlitini tí eru góð fyri fiskiskapi
í 2011.