Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 16. apríl 2009 13 Stillavika er farin aftur­ um, ein nýggj arbeiðsvika stendur fyri framman, og vit fara úthvíld undir tær arbeiðsuppgávur, ið liggja fyri framman. Tað er alneyð­ ugt fyri likam og sál at fáa slíkar hvíldarstundir, har hugur og tankar vendast móti teimum virðum, sum mølur og rustur ikki eta upp. Havi tó í kvirruni eina seina kvøldarstund sitið og hugsað um støðuna í landi­ num og fest á blað nakrar av teimum hendingum, sum hava sett dagskránna í politiska gerandisdegnum og fylt hugaheim mín. Fyri mangan lurtara er morgunlesturin í Útvarpi­ num ein náttúrlig byrjan til dagsins verk og gevur hesin styrki, uggan, kjøl­ festi og neyðugu barlast­ ina, at møta dagligu avbjóð­ ingunum. Tað var av leiðsl­ uni mett neyðugt, at støðga endursendingini av morg­ unlestrinum, fyri at fáa morgunsendingarnar í Útvarpi Føroya at verða meira samanhangandi. Hóast staðiliga áheitan um at fáa endursent morgun­ lesturin í ÚF frá bæði leikum og lærdum, politik­ arum og ópolitiskum felag­ skapum, saman við fólki í øllum aldri úr flestu trúar­ samfeløgum, so hjálpti tað einki. Tí má skráin í Ting­ varpinum kennast eitt sindur øðrkymlandi fyri hyggjaran, tá byrjað verður við morgunlestri, støðgur ella ífylla, síðan Tingvarp til út á seinrapartin, tá løgtingsmenn verða av­ brotnir av barnasending ella tí, SVF nú einaferð velur at (endur)­senda. Tá er ólíka lættari at grund­ geva fyri, hví nærum allar aðrar føroyskt framleiddar sendingar verða endur­ sendar minst eina ferð. Ein av hesum sendingum ber navnið Kontrol E. Kom í hesum viðfangi at minnast útsøgn í lesarabrævi fyri nøkrum árum síðani, frá eysturoyar­sambandsmann­ inum Jóhan Petersen, har hann er av tí áskoðan at, “Tað er E sum í alt ov stóran mun setur dag­ skránna í almenna miðlinum”. Andstøðan heitti staði­ liga á samgonguna í desember um ikki at sam­ tykkja trý lógaruppskot, har stuðulin til dagtilhald varð tikin burtur uttan ávar­ ing, prístalsreguleringin av viðbótini hjá pensjónistum lækkað 1 %, samstundis sum endurgjald fyri medi­ sin varð avmarkað. Kortini varð mett alneyðugt, uttan nakrar hoyringar, við frá­ vikum frá øllum tíðarfreist­ um, at skunda hesi mál gjøgnum Løgtingið, við øllum atkvøðunum frá samgongutinglimunum. Upplýst varð, at hetta bert var byrjanin, og tingmenn vórðu hartaðir fyri, at teir ikki sóðu álvaran, nú hund­ raðtals milliónir manglaðu í á fíggjarlógini. Tí var tað avgerandi neyðugt, at tey eldru máttu bera sín part av byrðunum áleið 10 milliónir. Seinastu stórpolitisku fráboðaninar frá Jóannes Eidesgaard landstýris­ manni í fíggjarmálum og Rósu Samuelsen lands­ stýriskvinnu í almanna­ málum eru, at eldra­ og almannaøkið kostar alt ov nógv og at enn fleiri stór sparitiltøk fara at síggja dagsins ljós. Tvær ítøki­ ligar ætlanir verða markn­ aðarførdar; teir sonevndu pápapengarnir verða lækk­ aðir við 10 % úr 50 niður í 40 % og tey tímaløntu skulu sjálvi gjalda fyri sína læknaváttan, tað fer at spara landskassanum áleið 1½ millión. Í 2008 varð sløk 1,5 millión givin í eykajáttan til gjald av uppsagnar­ peningi til landsstýrisfólk, hóast fleiri landsstýrisfólk høvdu annað starv og hesar mánaðar fingu útgoldið dupulta løn ella meir. Ein samd fíggjarnevnd vísir í áliti til eina nevnd, sum skal koma við uppskotið um lønaráseting fyri landsstýrisfólk. Vandi er fyri, at hendingin í fjørð viðvíkjandi eykajáttan til uppsagnarløn verður endurtikin, tí undirtøka fekst ikki í Løgtinginum fyri uppskoti Sjálvstýris­ floksins um at rætta hesar skeivleikar, nú tað fíggjar­ liga sansar at í samfelagn­ um og vit sambært heima­ síðuni hjá ALS hava 934 arbeiðsleys. Her áttu vit politikarar at gingið undan sum ein góð fyrimynd Politiska støðan hevur verið turbolent. Tað hevur prutlað undir lokinum seinastu dagarnar, nú landstýrismaðurin í vinnu­ málum boðaði frá útskift­ ingum í A.A. nevndini. Enn einafer hendi tað, stjórnarflokkarnir góvust at tosa saman og fóru í staðin yvir til at senda sms og skriva brøv. Eins og tað eru mangir leikir í longum talvi, so endaði eisini hesin tvídrátturin við, at semja um val av nevndarlimum varð funnin millum partar­ nar, tó hendan er loynilig, til aðalfundurin í flog­ felagnum hevur verið. Kaj Leo Johannesen løgmaður setti uttan iva eitt nýtt heimsmet, tá hann í september 2008 útnevndi 8 landsstýrisfólk. Helvtin ella fýra av teim­ um hava áður roynt seg í hesum starvi við minni hepnari hond og vórðu vrakaði. Jóhan Dahl, Helena Dam á Neystabø, Jørgen Niclasen og Jákup Vestergaard kundu ikki framhaldandi røkja sín landstýrissess, tey vórðu øll loyst úr starvi av tásit­ andi løgmonnum í ótíð og onnur sett í teirra starv. Spennandi verður at síggja um alt landstýrið hesafer situr tað, ið eftir er av valskeiðnum. Lagnunar speiðsemi. Landstýrismálanevndin hevur fingið til uppgávu at kanna landsstýrismannin í heilsumálum Hans P. Strøm, tí hann seinastu árini hevur havt eina trý­ sifraðu milliónaupphædd í meirnýtslu. Bert Føroya­ grunnurin og eitt veðhalds­ lán áljóðandi góðar 40 milliónir hjá rækjutrolar­ anum Napoleon, fylla skránna hjá landstýrismála­ nevndini, so útlit skuldu verið fyri, at nevndin kom til eina niðurstøðu áðrenn Ólavsøku. So er spurning­ urin, um kæran um meir­ nýtslu fer at fáa fylgjur fyri landstýrismannin. Løgna svartkjaftabýti: Jákup Vestergaard lands­ stýrismaður í fiski­ og til­ feingismálum hevur saman við serfrøðini í umsitingini býtt tey fáu tonsini av svart­ kjafti, sum eftir eru til før­ oyingar at veiða, nú stórur partur enn einaferð bleiv lutaður russum og øðrum tjóðum. Tey fægstu munnu skilja frymilin, ið lands­ stýrismaðurin nýtti til út­ lutanina, so sjálvt parta­ menn hjá landsstýris­ manninum tóku frástøðu frá býtinum. Meðan fólka­ floksmenn av heilum huga kundu taka undir við sang­ inum. “Hvat er tað gott, at eiga góðar vinir”, sóu vit á síðulinjuni, at javnaðar­ menn vaknaðu við kaldan dreym eftir svartkjaftabýti við songregluni: “Eg hevði væntað mær meira”. Nú valdar so friður aftur á økinum, tí tað sum var endaliga svartkjaftabýti í gjár, er í dag bert galdandi hetta árið. “Hvussu leingið kann hesin sjónleikurin halda fram” ? Nógv uppskot vórðu framløgd seinasta fram­ løgudag, hóast løgtingsfor­ maðurin hevði biðið um at uppskotini komu inn í góð­ ari tíð, fyri at tingið kundi fáa tíð at geva uppskotun­ um eina virðiliga viðgerð. Mong av hesum uppskot­ um eru rúgvusmikil og spenna víða, alt frá Før­ oysku Republikkini til okkurt hissini ríkislógartil­ mæli. Tað skal arbeiðast skjótt og væl, um øll álit eru skrivað og málini enda­ liga avgreidd frá Løgting­ inum 7. maj, sum sambært ætlan er seinasti arbeiðs­ dagur í Løgtinginum áðrenn summarfrítíðina. Tað ljóðar fyri vist, at samgongan hevur ætlanir um at leggja eina rúgvu av málum fram afturat við 17 undirskriftum. Um tað fer at eydnast fer tíðin at vísa, men til rós skal sigast, at løgmaður hevur bjóðað andstøðuni javnbjóðis kor við samgonguna fyri fram­ løgu av lógaruppskotum eftir seinastu freist, hvussu hetta so skal bera til. Møguliga verður fram­ tíðin bjartari, um Jóhan Dahl landstýrismaður fær dreym sín uppfyltan, so at hitapumpur og spariperur í framtíðini fáa orku frá tí nýggja og framkomna kjarnorkuverkinum, ið møguliga kann setast upp í Føroyum. Løgtingsklumman løgtingsmaður Kári P. Højgaard Er tað journalistiskur ódugnaskapur ella politisk ørindarenning, sum ger, at Sosialurin hevur stungið mær og Javnaðarflokkinum tað í skógvarnar, at vit liggja eldraøkinum eftir lívinum. Ørindarenning fyri ávísan flokk skuldi verið óhugsandi, men tíverri kann eg ikki koma heilt leysur av hesari niðurstøðu. Beint fyri páskir hevði blaðmaður á Sosialinum samrøðu við meg um fíggj­ arlóg og búskaparstøðuna. Eg greiddi blaðmanni­ num frá, soleiðis sum eg eisini havi greitt øðrum fjølmiðlum frá, at millum mong onnur tiltøk, neyðugt verður at fara undir, verður eisini neyðugt at tálma teimum skjótt vaksandi økingunum í útreiðslunum, sum eru innan fleiri øki. Í hesum sambandi nevndi eg serliga almannaøkið. Eg gjørdi blaðmanninum greitt, at ávísar útreiðslur tykjast heldur óstýriligar á almannaøkinum, og hugs­ aði eg her serliga um van­ ligu forsorgina. Tað løgna við skrivligu endurgevingini av hesari samrøðu gjørdist, at nú skuldi sparingar finnast á eldraøkinum, hóast einki er skotið meira við síðuna av. Í skrivandi stund leggi eg seinastu hond á eina eyka­ játtanarlóg, sum skal fyri tingið, har biðið verður um 3,9 mió kr. meira til júst eldraøkið. “Finna sparingar á eldra­ økinum” gjørdist yvirskrift­ in. Henda yvirskrift fór beint á forsíðuna á Sosiali­ num 8. apríl. Men sum um skaðin ikki var nóg stórur, so fór sama yvirskrift á Portalin, og stóð hon og blómstraði har øll páskini. So var sáðið sáað, og næsta vit hoyra um málið er, tá formaður í Tjóðveldi setur løgmanni spurning á løgtingi um málið. Snildur, sum hesin altíð er, so setur hann løgmanni og ikki mær spurningin. Tí er mín niðurstøða, at alt bendur á, at talan als ikki er um gá­ loysni ella ódugnaskap á blaðnum, men heldur er endamálið at seta ávísan flokk og ávísan politikara í ringt ljós. Hetta verður serliga forsterkað, tá grein­ in niðan fyri í sama blað verður lisin, har sami blað­ maður hevur samrøðu við landsstýriskvinnuna í almannamálum. Kundi eisini her nevnt, at munur er á at tálma einari øking í útreiðslum og so at spara. At spara merkir, at útreiðslustøðið verður lækkað, meðan hitt fyrra merkir, at økingin verður lækkað. Lat meg her til seinast minna blaðmannin, Sosial­ in og øll onnur á, at er tað nakað øki, sum vit í Javnað­ arflokkinum hava lagt orku í, so er tað júst eldraøkið. Árini 2004 til 08 hækkaðu pensjónirnar hjá støkum pensjonistum úr 7.825 kr upp í 10.329 kr, meðan pensjónirnar til hjún fóru úr 12.373 kr upp í 16.966 kr um mánaðin. Í sama tíðarskeiði útvegaðu vit 159 nýggj pláss á røktar­ heimum og eldrasambýl­ um, og talið av starvsfólk­ um innan eldraøkið hækk­ aði við 210 fólkum. Gaman í, vit verða noydd til so mangt í hesum døgum, men er tað eitt øki, sum ikki bara vit, men flest allir flokkar vilja verja og helst útbyggja, so er tað eldraøkið. Snild roynd hjá “nýggja” Sosialinum. Javnaðarflokkurin og eldraøkið floksformaður jóannes eidesgaard Viðmerking til Jóannes Eidesgaard: Jóannes Eidesgaard kennir seg í dag skeivt viðfarnan í samrøðu, hann hevði við blaðmann á Sosialinum fyri níggju døgum síðani. Jóannes Eidesgaard hevur sjálvandi sín fulla rætt til at gera vart við seg, um hann kennir seg skeivt endurgivnan. Men lítið sømir tað seg einum fyrrverandi løgmanni og núverandi fíggjarmálaráðharra at niðurgera fólk og skjóta fólki óndsinnað motiv í skógvarnar á henda hátt. Sosialurin og blaðfólk okkara renna ikki ørindi fyri nakran poltiskan flokk, og nei, Jóannes Eidesgaard, vit eru ikki við í nakrari politiskari samansvørjing! Tað er sjálvsagt upp til hvønn einstakan at gera av, um hann heldur okkum vera dugnalig ella ikki. Men tað er Jóannesi Eidesgaard til lítlan sóma at loypa framav og í óðum verkum skíra fólk líkt og ólíkt. Orðini, sum Jóannes Eidesgaard brúkti í løgtinginum í gjár um sama mál vóru frægari vald, tá tosaði hann um »…mislukkaða útsøgn…« (orðarætt sitat). Um Jóannes Eidesgaard helt, at yvirskriftin ikki var røtt, so átti hann at gjørt vart við seg beinanvegin – og helst fólkaliga, sum tað sømir seg einum landsstýrismanni. blaðstjórin