Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 72 - 16. apríl 2009 viðmerkingar Heimsins besta oyggj Avgjørt ein subjektiv eyg­ leiðing, eftir sum høvund­ urin sjálvur virkar og býr á Sandoynni. Fari ikki at nokta fyri, at tá tað ræður um mína oyggj, Sand­ oynna, havi eg sera torført við at seta meg úti á síðu­ linjuni, og siga frá støðuni í oynni við óvildugum eygum. Men tá ein sær, at tað sum er hjartanum næst, er við at bløða út, av at umstøður uttanífrá vilja okkum bana, tá er tað sjálvsagt, at vit øll sum búleikast á Sandoynni, eiga at gera vart við støðuna, og krevja at hava sama rætt, til at virka, liva og njóta somu ágóðar,sum øll onnur í hesum landi. Eins og í øllum øðrum oyggjum, hava vit á Sand­ oynni fólk, sum arbeiða innan fyri ymiskar vinnu­ greinar. Tó kann staðfest­ ast, at vit í oynni hava nógv fólk, sum arbeiðir í fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi, og her í oynni finna vit tann samfelags­ bólkin, sum er komið ringast fyri, av vantandi politiskari stýring. Á Sandoynni hava vit onga fiskauppboðssølu, og ikki tekur fiskavirkið í oynni ímóti fiski frá út­ róðrarbátum. Farmaleiðir gavst aftan á privatisering­ ina at flyta fiskin hjá út­ róðrarmonnunum í oynni inn á Toftir, og hóast roynd­ ir hava verið gjørdar, at funnið loysnir á trupulleik­ unum við fiskaflutningi, so hevur onki borið til. Hetta hevur við sær, at teir sum enn hanga eftir í hesi vinnu, og sum samstundis eru teir, sum vit áttu at hámett sum mentannar­ berar, noyðast sjálvir eftir strævnan dag á sjónum, at koyra fiskin inn á Toftir á uppboðssøluna, og summir velja at sigla líka vestur í Vágar við veiðuni. Um­ framt at hetta kostar almik­ ið, missa teir sum oftast næsta dagin á floti. Hesir trupulleikar komu við privatiseringini av Farmaleiðum. Frá degi til dags valdi man landspolit­ iskt, at kvetta beinini und­ an 30­40 útróðrarmonnum á Sandoynni, sum hava útróður sum fulltíðar­, og parttíðarvinnu. Ætlanin má sigast at hava eydnast til fulnar, talið av útróðrar­ monnum minkar støðugt, nakað av náttúrligum ávum, men meginpartin av tí, at umstøðurnar at sleppa av við fiskin, eru gjørdar so truplar. Verður gongdin áhaldandi, endar tað við at ongin verður eftir, sum flot­ ar bát, lívið á havnaøkjun­ um steðgar upp, inntøkur­ nar minka, og tann stolti parturin av okkara mentan, vitanin um mið og streym, veður og vind fer fyri onki. Eg fari tí at loyva mær vinarliga at heita á okkara landspolittikkarar, um at gera okkurt við henda trupulleika, so at fólkið á Sandoynni aftur hevur sama møguleika, sum fólk­ ið í øllum hinum størru oyggjunum í Føroyum. Brostnar vónir elva máttloysi So hvørt sum samfelagið tey undanfarnu árini hevur ment seg, hava vit á Sand­ oynni staðið í stað. Lands­ politiskt hevur ikki verið brúkt eitt oyra til íløgur í Sandoynni, undantikið íløg­ una í eitt skip, sum er lív­ æðrin hjá okkum oyggjar­ fólkum, og okkara norðan­ fjørðs. Einaferð var ætlanin at byggja listaskúla í oynni, tað varð av ongum. Ætlan­ in var at gera berghol til Dals, tað varð av ongum. Ætlanin var at gera eina Suðurleið, við undirsjóvar­ tunli, og at Smyril sigldi inn á Sand, tað var av ong­ um, Ætlanin var at byggja eina ítróttarhøll í oynni, tað var av ongum. Ætlanin var at bøta um havnaviðurskift­ ini í Skúgvi, tað var av ongum. Vit sleppa nóg illa, at umvæla vegin í Sandslíð og í Dalsberginum, tá teir smokka undan okkum. Fólkið í Skálavík, Húsavík, og Dali, eru í áhaldandi vanda, fyri at verða rakt av gróti, tá tey fara til arbeið­ is, og somuleiðis børn teirra ávegis í og úr skúla. Vit sum búleikast í Sand­ oynni, mugu tíverri ásanna, at alt tosið fyri og ímóti undirsjóvartunli, hevur gjørt ómetaligan skaða á umdømi okkara. Tingmenn okkara, hava fyrilitarleyst fokusera uppá tunnil tey síðstu árini, við tí úrslitið, at allir aðrir møguleikar á vegnum, hava verið av­ reiddir fyri hetta stórmál. Harafturat hava tey væl­ lærdu Cand. hetta og hatta, búsitandi í Havnini, skýrt okkum at vera eina byrðu og útreiðslu fyri samfelag­ ið Føroyar, sjálvt um tað m.a vóru vit, sum fingu Føroyar á føtur aftur, tá Candarnir stungu halan millum beinini, meðan kreppan leikaði. Væl hevur staðið til hesi seinnu árini við politiskum lyftum, um øktan aktivitet á Sandoynni. Meginpartin av tíðarskeiðnum, har onki er hent í Sandoynni, hava vit havt 2 politikkarar sit­ andi í løgtinginum, og eitt tíðarskeið eisini landstýris­ mann, og hvat er úrslitið? Hvat er at vísa á? Aftur­ lítandi á hesi farnu árini, skuldi man trúð, at vit als ikki høvdu havt umboðan, hvørki á løgtingi ella í landstýrinum, so lítið er komið burturúr. Fyri nøkrum árum síð­ ani, varð Granskingar­ depilin fyri Økismenning settur á stovn. Hetta gav eina grundaða vón um, at nú fór man at líta út um landið alt, og gera ætlanir um, hvussu tey ymsu økini í Føroyum, á hvør sín hátt, kundu menna seg. Givið er, at tað arbeiðið, ið er gjørt frá depilsins síðu fyri grannarnar fyri sunnan, suðringar, hevur havt sera jaliga ávirkan á Suður­ oynna sum øki. Og av full­ um hjarta taka vit undir við øllum tí, sum har er vunnið. Tað tykist tó, eins og depilin hevur bitið seg ov fastan í Suðri, tí um vit samanmeta tær størstu oyggjarnar sunnanfjørðs, so er greiður munur á, hvat øki er verri fyri í løtuni. Suðuroy er eitt samfelag fyri seg sjálvan. Har er: Sjúkrahús, apotek, fiska­ uppboðssøla, blómandi vinnulív innan fiskivinnu, alivinnu og tær vinnur, sum fylgja teimum við. Harafturat eru eisini sera nógvir møguleikar, at brúka frítíðina til, so sum samkomur, ymisk spæli­ støð, pubbir, matstøð, enn­ tá kykmyndahøll, tvær stórar ítróttarhallir, sum geva frítíðarfeløgunum stórar møguleikar, fimleik­ arhallir, svimjihallir, mið­ námsskúli, heilsuskúli, fleiri fótbóltsvallir, fleiri hotel, og nú eisini skjótt og trygt at koma runt í oynni. Í tí stóra kann sigast, at Suðuroyggin hevur so nógvar hentleikar, at hon er óheft av restini av Føroyum Sandoy harafturímóti kann lýsast við fáum orð­ um: So nær og tó so fjar. Heilivág fáa vit við at bíða uml 1 døgn. Skulu vit selja okkara útróðrarfisk, so er uppboðssølan 6 tímar burtur, um man sleppur við Teistanum. Eitt virki virkar fisk í oynni, og ein trolari er skrásettur her. Fyrispurn­ ingar hava verið um, at ala fisk í Sandoynni, men tað verður okkum noktað. Sum plástur á sárið, hava vit eina lívfiskastøð, har okk­ urt einstakt ársverk er. Spælistøð, pubbir, matstøð, kykmyndahallir, ítróttar­ høll, kenna vit onki til. Eftir lidna skúlagongd, hava børn okkara onki val, uttan at fara av oynni, um tey skulu hugsa um víðari skúla. Svimjihyl hava vit á sumri, og eitt eiti av eini fimleikarhøll, sum als ikki lýkur nútíðar krøv, hava vit á vetri. Ì tí stóra kann sig­ ast, at vit í Sandoynni hava so fáar hentleikar, at um vit ætla okkum nakað út­ yvir tað vanliga, so skulu vit av oynni. Henda støða er við at petta okkum sundur sum oyggjafólk, tí tey ungu, sum kundu hugsa sær at flutt aftur í oynna hveppa seg við, vegna teir vantandi hentleikarnar, tilflyting er ongin, miðalaldurin hækk­ ar í stórum. Sjúkrahús hava vit onki, og eru tí bundin av, at hava ein støðugan og álítandi sjúkraflutning. Tí er tað sera hugstoytt og irriter­ andi eftir hondini, tá vit á hvørjum ári hoyra í fjøl­ miðlunum, at sjúkrahús­ stjórin Allan Skaalum, legg­ ur eftir sjúkraflutninginum um Skopunarfjørð, tá spar­ ingar eru í luftini. Teistin er lívæðrin hjá Sandoying­ um, tí kann tað ikki verða rætt, at hesin funktionerur, sum situr tryggur undir liðini á sjúkrahúsinum hvørt kvøld, á henda hátt tíðun, skal skapa ótrygg­ leika hjá okkum, sum hava fjørð at ferðast um. Vit í Sandoynni góðtaka ikki, at verða brúkt sum jarnbrot og politisk kastibløka hjá tær, harra Skaalum. Upp­ gávan hjá tær sum stjóri, er at fáa tingini at fungera, uttan at tað gongur útyvir tænastustøðið; um tú ikki er førur fyri tí, so er uppá hægstu tíð, at onkur annar sleppur at royna seg. Annars høvdu vit spart nógv meir, um vit avtóku ambulansatænastuna, har tað er landfast til sjúkra­ húsið, har sleppa fólk hóast alt fram uttan størri hóva­ sták. Verða vit provokeraði, hava vit væl loyvi at provokera afturímóti. Tey undanfarnu árini, hava verið sera góð fyri samfelagið Føroyar. Vinn­ an hevur kastað nógv av sær, ríkiligt hevur verið av arbeiði, fólk hava forvunn­ ið nógvar pengar. Støðan hjá flestu kommunum í landinum er batnað mun­ andi samanborið við kreppuárini. Tó eru nakrar kommunur eftir, sum enn dragast við gamla skuld frá kreppuárunum. Henda støðan er gald­ andi fyri flestu kommunur í Sandoynni, og er støðan so mikið vánalig, at vit neyvan megna at halda hjólunum rullandi í bygd­ unum. Gamaní er ein skúli og ein barnagarður bygdur í oynni, men talan er í báð­ um førum um akuttan tørv. Nærliggjandi er at hugsa, at um vit løgdu kommun­ urnar saman, hevði alt batn­ að munandi. Hetta átti allarhelst eisini at verið gjørt, men sjálvt um hetta verður endin, fer tað neyv­ an at bera við sær, at vit klára at lyfta tær uppgávur, sum framtíðin býður, og skapa teir hentleikar, sum eru alneyðugir fyri at fáa fólk at flyta aftur í oynna. Møguliga kann ein stórur tómur kommunukassi gera nøkur ting, sum nógvir smáir tómir kommunu­ kassar ikki megna. Eftir míni metan, er hetta álvarsmál vorðið ein lands­ politisk uppgáva at loysa; tá eitt einstakt øki í landi­ num er í svárari neyð, kann man ikki venda blinda eyga til. Politiskt átti at verið staðfest, at Sand­ oyggin er ein útoyggj, hvat hon í veruleikanum er, so leingi vit ikki kunnu koyra undir Skopunarfjørð. Játtanin til útoyggjar átti síðani at verið hækkað, so Sandoyggin á tann hátt fekk lut í samfelags­ ágóðunum. At enda fari eg at heita á landspolitikkarar okkara, um at viðgera støðuna, sum Sandoyggin er í, og seta tiltøk í verk, fyri at steðga afturgongdini. Og royni hesuferð at halda tað sum tit lova. Onki er so niðurbrótandi, sum at síggja, at tað sum verður lovað, verður tikið aftur ferð eftir ferð. Sandoyggin- tíðarinnar tapari Sandur Brandur Sandoy Flottir heildekkandi hjálm­ar við allergivinar­ ligari bjálving og løttum­ lási til høkureim­. Klárt glas, ið ikki skøvast. Góðkendir til m­otorsúkklu og tí eisini væl egnaðir til knallert og skutara. Fáast í fleiri litum­ og støddum­. ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! fastir, lágir prísir á dekkum og felgum Nýtt felgukatalog við øllum teimum flottu felgunum frá Dekkmaster kann nú takast niður á www.dekkmaster.fo Summardekk 175/65-14 ........................... úr 620,- 195/55-15 ........................... úr 775,- 195/65-15 ........................... úr 795,- 205/55-16 ........................... úr 890,- 205/40-17 ........................... úr 965,- 225/45-17 ........................... úr 995,- 225/40-18 .......................úr 1.290,- 235/35-19........................úr 1.710,- Prísdømi 790,- einans