Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 72 - 16. apríl 2009 nøvn Tann 15. apríl 2009 var ein samkoma hjá Landsverk í samband við, at tað vóru 40 ár síðani Finnleif Durhuus kom í starv hjá stovninum. Her vóru fleiri røður hildnar og Dupultkvartettin sang. Stjórin Oyvindur Brimnes umrøddi virksemið hjá Finnleif á Landsverk Finnleif kom 15. apríl 1969 í starv hjá lands verk­ frøðinginum. Ein hin fyrsta uppgávan hjá honum var at projektera nýggja vegin gjøgnum Kollafjørð og at hava ábyrgdina av vega­ gerð ini. Hetta varð ein spenn andi verkætlan við nógv um avbjóðingum. Stríð tók seg upp millum bygda fólkið um linjuføring­ ina. Tey, íð áttu bø og haga, vildu hava vegin at liggja gjøgnum fjøruna, meðan hini, ið til dømis áttu neyst vildu hava vegin at liggja omanfyri bygdina. Trý uppskot blivu gjørd til linju føring. Eitt gjøgnum fjør una, eitt omanfyri bygdina og eitt triðja, har tann uttari parturin av vegnum gekk niðanfyri bygdina, meðan hin innari parturin lá om anfyri bygdina. Fyri at koma til eina nið­ urstøðu í hesum máli, fóru Atli Dam, løgmaður, Mikkj­ al Helmsdal, landsverk­ frøð ingur og Finnleif á fund við bygdaráðið, ið taldi 5 limir. Á hesum fundinum stemmaðu tveir fyri at leggja vegin niðanfyri bygd ina, tveir stemmaðu fyri at leggja vegin omanfyri bygdina, meðan hin fimti stemmaði blankt. Tá tók Atli Dam avgerð um, at helvtin av vegnum skuldi liggja í neðra, meðan hin helvtin skuldi liggja í erva. Og so varð. Sum eina roynd skuldi Finnleif sjálvur forhandlað við eigarar, festarar og leig­ arar um endurgjaldið fyri tað lendið/ bygningar, sum fóru undir nýggja lands veg­ in, og sum tann góði diplo­ matur hann er, fekk hann greitt allar avtalur í sátt og semju. Leiðari á vegaumsitingini Í 1973 varð Finnleif settur sum leiðari av vegaum sit­ ingardeildini. Henda deildin skipaði eisini fyri at fremja størri ábøtur og trygdartiltøk á vegakervið. Hann fekk eis ini ábyrgdina av at um sita studningsjáttaninar til kommunalar vegir, eitt nú uppdyrkingarvegir, út ­ stykkingarvegir og vegir, ið vóru partur av tí yvirskipaða vegakervinum. Tað vóru oftani einar 150 verkætlanir um árið, ið høvdu rætt til studning. Í ár 2001 varð nýggjur bygn aður gjørdur fyri stovn in og í hesum sam­ bandi vóru plan­ og pro­ jekt deildin, ferðsludeildin og vegaumsitingardeildin løgd undir eina vegadeild, ið Finnleif varð leiðari av. Í 2006 valdi hann at lækka seglini nakað og situr í dag sum rakstrarleiðari á vega­ deildini, har hann eisini um situr tær flestu myndug­ leikauppgávur. Hann hevur verið í leiðslu bólkinum fyri stovn­ in í umleið 25 ár. Hann hevur eisini luttikið í norð­ urlendskum samstarvið. M.a. gjørdist hann í 1983 limur í NVF (Nordisk Vej­ teknisk Forbund), har hann sat sum formaður í føroysku deild 41 í 16 ár. Síðani í 1984 hevur Finn­ leif umboðað stovnin á tí árliga norðurlendska chef­ forum, har deildarstjórarnir í teimum norðurlendsku vej direktoratunum hittast at viðgera aktuel felagsmál. Í 1992 gjørdist Finnleif eisini limur í norðurlendska vet­ rarhaldsbólkinum. Við hesum samstarvi hev ur stovnurin nýtt ótroytt­ ar møguleikar í vega tekn­ iskum høpi, ið hevur verið við til at ment stovnin. Hin størsti fyrimunur, ið stovn­ urin hevur havt í hesum sam starvi, er tað sam skiftis­ net. sum etablerað er við hesi fólk í Norðanlondum, sum við servitan og royndum á ymiskum økjum hava kunnað veitt ráð og vegleiðing í nógvum iva­ mál um. Finnleif er limur í starvsnevndini í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd. Síðani Finnleif byrjaði hjá LV, eru stórar broytingar farnar fram í samfelagnum og eisini á stovninum. Stovnurin hevur altíð lagt doyðin á, at verið í fremstu røð og hevur arbeiðaplássið verið sera spennandi við nógvum avbjóðingum við góðum innanhýsis viður­ skiftum. Tá ið Finnleif byrj­ aði, vóru 14 fólk á skriv­ stovuni og í 1988 vóru tey yvir 90. Men kreppan í 90`unum rakti eisini stovnin hart og minkaði talið á starvsfólkunum – eftir trimum árum – niður í eina helvt. Í sínum arbeiði er Finnleif komin víða um í landinum og hevur havt nógv sam­ skiftið bæði við kommunur, feløg og einstaklingar. Her er hann tann føddi diplo­ mat urin og kann við sínum positiva lyndi fáa menn at koma til sættis. Tey eru fá, ið kenna land­ ið so væl sum hann. Hann kennir hvørja á í landinum, í hvussu er framvið vegnum. Eftir hann standa eisini nógvir varðar kring landið, sum onkur røðari tók til. Oyvindur tók til, at Finnleif er álitismaður og hevur stóra ábyrgdarkenslu fyri stovnium uttan mun til um tað er í arbeiðtíð ella frítíð. Hann er tiltikin røk­ in, og missa aðrir síni pappír burtur, so hendur tað ikki hjá honum! At enda í síni framløgu handaði Oyvindur vegna drotningina Finnleif for­ tjenst medaljuna. Tað vóru fleiri, sum høvdu orðið aftaná, og semja var um, at hetta var fult uppiborið. Ætt og samkoma Foreldrini hjá Finnleifi eru Karolina Durhuus f. Joen­ sen úr Trøðum á Sandi og Ejvind Winther Durhuus úr Gørðum, Vestmanna. Tey búsettust í Trøðum, har Finn leif er føddur og vaks upp. Hann kom til Havnar í 1959 og fór í læru sum timburmaður hjá Peturi í Gong. Frá 1964 – 66 ar ­ beiddi hann sjálvstøðugt, samstundis sum hann gekk í skúla um kvøldarnar til tekniska fyrireiking, til hann fór til Danmarkar at lesa til byggifrøðing. Seinri tók hann merkonomút búgv­ ing innan fyrisiting, leiðslu og organisatión. Tá Finnleif kom til Havn­ ar búði hann hjá Jónu “hjá Konrad” á Dalavegnum. Tað sigur nakað um hansara trúfesti, at tey gjørdust vinir til hennara doyggjandi dag fyri nøkrum árum síðani. Samkoman í Ebenezer hevur verið hansara anda ­ liga heim og er tað serliga innan sang, hann hevur ver­ ið virkin. Hann hevur verið í sangkórinum stórt sæð síð ani 1960 og hevur eisini luttikið í øðrum sangbólk­ um, m.a. Sangbrøðrum, ið góðu sína fyrstu plátu út í 1966. Teir góvu tríggjar plátur út í 60’unum og eina endurútgávu til jólar í 2002. Finnleif hevur eisini verið organistur í Ebenezer í næstan 40 ár. Hann var virkin í arbeið­ inum millum tey ungu. Var partur av tí toyminum í 60`unum og 70’unum, sum skipaði fyri bíbliu­ klass anum saman við Peturi Háberg, sála, Øssuri Berg­ hamar, Svenningi av Lofti o.ø. Í eini 20 ár var hann eisini lærari í yngra bíbliu­ flokkinum. Síðani í 1984 hevur Finnleif verið limur í Fyrireikingarnevndini fyri kringvarpssendingum hjá Brøðrasamkomunum í Før­ oyum. Finnleif er giftur við Jó ­ hannu Mariu f. Samuelsen úr Havn og eiga tey børnini Mikkjal, Kára og Ingunn, sum er gift Eiriki Norð­ berg. Vit vóru til staðar og hava tí myndir frá samkomuni. Vit ynskja eisini Finnleifi og hansara tillukku við merkisdegnum og tí heiðuri, sum er vístur honum. Ó. Andlát og jarðarferðir Arnfinnur Guðjóns­ son, vanliga nevndur »Lítli«, úr Klaksvík, and aðist á Norðoya Røkt arheimi týsdagin 14. apríl, 81 ára gamal. Lítla Luka, dóttir Esther og Lars Fuglø, ommu­ dóttir Elspu og Jógvan Fuglø, andaðist Langa fríggjadag í Keyp­ manna havn. Tey ið ynskja at stuðla Esther og Lars kunnu lata eina peningagávu á konto í Eik. Árni Hammer Gunnar­ son Joensen, ættaður úr Árnafirði, búsitandi í Klaksvík, vanliga nevnd ur Árni málari, and aðist týsdagin á lands sjúkrahúsinum, 70 ára gamal. Cecilia Kjærbo, Sumba, vanliga nevnd Lillan, andaðist 2. páska dag, 86 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Dagurin 16. apríl. Mariana. Teir vita onga halga konu við hesum navni. Dagurin hevur eisini verið róptur magnusarmessa, til minnis um Magnus Erlendsson. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Finnleif Durhuus 40 ára starvsdag á Landsverki F.v. Finnleif, Johanna Maria, Mikkjal og Kári. Ingunn býr í Danmark Oyvindur Brimnes hevur handað Finnleifi heiðursmerkið frá drotningini Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri Árni Árni Hammer Gunnarson Joensen ættaður úr Árnafirði búsitandi í Klaksvík andaðist týsdagin 14. apríl, 70 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi heim í Christianskirkjuna fríggjadagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni leygardagin kl. 15.00. Familjunnar vegna Naina Dánjal Syderø bar fram eina heilsan vegna starvsfelagararnar