hósdagur 16. apríl 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 16. apríl 2009
17
Petur Pólson
ummælir nýggju
fløguna hjá 200
“Stokkhólms
syndromið” og
teirra útgávukonsert
farna leygardag
Petur greiður frá:
Nýggja fløga 200,
Stokkholmssyndromið,
hevur sítt navn eftir teirri
sinnisstøðu, sum gíslar
koma í, tá teir velja at elska
sínar gíslatakar, fyri á tann
hátt at koma ígjøgnum eina
traumatiska uppliving.
Soleiðis, staðfesta 200,
eru vit. Føroyingar. Vit hava
stokkholmssyndromið, og
ongin skal koma og siga
okkum, at tað er ein sjúka,
ein vrangstøða, ein ímynd.
200 hava arbeitt leingi
við nýggju fløguni. Løgini
eru meiri gjøgnumførd
og gjøgnumarbeidd
onkurvegna. 200 ljóða
enn sum 200. Gittar-riffini
eru pumpandi, gróthørð,
tónleikurin er ágangandi
og bassur Mikaels saman
við trummum Una eru
ein betongbotnur av
hørðum, men samstundis
einastandandi góðum,
punkrokki.
Á reinsarínum í Havn
løgdu 200 fyri við lagnum
”Leoland”, sum eisini
er fyrsta lagið á nýggju
fløguni. Lagið spyr, hvør
ræður í Leolandi, og Niels
bjóðaði beinanvegin
áskoðarafjøldini at spyrja
sama spurning. Sum
heild eru 200, tó at teir
eru punk rokkarar, sera
snildir framførarar, og
megna sannførandi at fáa
fjøldina við. Inn í tónleikin.
Tónleikurin er sera væl
stuðlaður av Jónas Bloch,
og ljóðaði tað sera væl.
Eisini Høgni Hoydal
fekk eitt skot
Petur Pólson greiður frá,
hvussu eisini formaðurin
í Tjóðveldi, Høgni Hoydal,
fekk eitt skot frá 200 á
útgávukonsertini.
Petur greiður frá:
Høgni Hoydal fekk eisini
eitt skot. Niels segði frá,
hvussu hann hevði lovað,
at um Høgni og hansara
fólk fóru í samstarv við
Miðflokkin, tá teir høvdu
vunnið valið, so skuldi hann
hoyra fyri tað. Og tað gjørdi
hann. ”Eg segði tað við teg,
eg ávaraði teg. Tú skuldi
halda fingrarnar langt vekk
frá reyvini á Jenisi”, vóru
orðini. Høgni Hoydal kom
á konsert, men hann var ov
seinur at fáa hetta skotið
við.
Saman við fleiri løgum
av nýggju fløguni, rapaðu
klassikarar eisini úr 200.
”Tað stóra bankaránið”,
”Tað einasta góða”, ”Fjern
den klud” og so framvegis.
200 spældu ikki (ella eg
fangaði tað so ikki, so eg
gangi út frá tí staðfesting)
”Muscleman Blað”, sum
óivað er teirra størsta hitt.
Niels hevur einaferð sagt, at
eftir hann hoyrdi remiksið,
sum maður:glotti gjørdu,
fara teir ongantíð aftur at
spæla tað. Hart og kontant,
men soleiðis eru 200. Harðir
og kontantir, uttan nakað
sum helst kompromis.
Nýggja fløgan prógvar
tað, og 200 staðfestu
tað so dyggiliga á palli
leygarkvøldið.
“Stokkhólmssyndromið”
– hart og kontant
Útgávukonsert
Reinsaríið
ley. 11. apr. kl. 21.00
+ Power Oyster.
Kostnaður í forsølu: 150,- og fløgan er íroknað!
Fløgan verður útflýggjað á konsertini.
Kostnaður við dyrnar: 100,- Fløgan fæst fyri 100,-
Keyp atgongumerki í forsølu á mess.fo
ella á MESS-skrivstovuni í Niels Finsens gøtu 22.
MESS skrivstovan er opin gerandisdagar frá 13-18.