hósdagur 16. apríl 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 72 - 16. apríl 2009
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Á felags finaludegn
um hjá judo, borð
tennis og badminton
leygardagin verða
seks spennandi
judodystir í tveimum
vektbólkum
Judo
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Í opnum bólki hjá monnum
verður fyrra bronsufinalan
millum Jógvan Páll Krist
iansen úr Sunda Judofelag
og Áka Davidsen úr Havnar
Judofelag, meðan seinna
verður millum Hjalmar Jo
hannesen úr Sunda Judo
felag og Jógvan Martin
Davidsen úr Havnar Judo
felag.
Sjálv finalan verður mill
um Petur Sigurð Johannesen
úr Sunda Judofelag og
Skarpheðin Njálsson úr
Havnar Judofelag.
Menn undir 73 kg.
Tveir av bronsufinalistun
um í opna bólkinum hjá
monnum,
nevniliga
teir
báðir Hjalmar Johannesen
og Jógvan Páll Kristiansen
úr Sunda Judofelag, bresta
eisini saman í sjálvari
finaluni í vektbólkinum
undir 73 kg.
Í hesum vektbólkinum
verður onnur bronsufínalan
millum Búgva Hansen úr
Sunda Judofelag og Hendrik
Johannesen úr Havnar Judo
felag, meðan hin bronsu
finalan
verður
millum
Sigurd Bjørn Mørkøre úr
Sunda Judofelag og Jógvan
Martin Davidsen úr Havnar
Judofelag.
Roknast kann við góðum
og spennandi finaludystum
millum judoíðkarar, har
fleiri teirra óiva eisini fara
at royna seg á Oyggjaleik
unum á Álandi í summar.
Bárður Bendix
Mikkelsen fekk í gjár
sítt perfekta punktum
sum elituspælari í
flogbólti. Í Danmark
var Marienlyst fyrsta
felag hansara, og
við sama felag vann
hann í gjár sítt triðja
gullmerki hetta
kappingarárið
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er rætt, at eg ivaðist,
um eg yvir høvur skuldi
spæla flogbólt á hægsta
støði hetta kappingarárið.
Eg veit, hvat krevst, um tú
skalt vera við í hesum, men
tá eg fekk møguleikan við
Marienlyst, var valið rætti
liga lætt.
Hetta er gamla felagið
hjá mær í Odense, og eg var
við, tá liðið á sinni flutti
upp í elitudeildina. Og við
fólkinum, sum teir nú hava,
visti eg, at her var ein møgu
leiki at fáa ein fantastiskan
enda sum flogbóltsspælari.
Soleiðis
sigur
Bárður
Bendix Mikkelsen, eftir at
hann í gjár var partur av
mansliðnum hjá Marienlyst,
sum við 31 sigri á Aalborg
HIK tryggjaði sær danska
meistaraheitið í flogbólti.
Hetta var triðja gullmerkið
hjá Marienlyst hetta kapp
ingarárið, eftir at liðið
undan hesum hevði vunnið
norðurlendskt
gull
og
donsku steypakappingina.
Góð samanseting
Sjálvur hevur Bárður tó
ikki spælt so nógv í ár, sum
hann hevur gjørt hini árini.
Beinleiðis
kappingar
neytin til plássið sum hevari
verður mettur sum besti
hevarin í donskum flogbólti.
Men hóast hetta setti nýggj
krøv til Bárð, so er hetta ein
leiklutur, sum hann hevur
trivist væl í.
Mín leiklutur hevur
verið at vera partur av
royndasta partinum í hópi
num. Har eru nógvir ungir
spælarar, og okkara uppgáva
hevur líka sum verið at
halda gongd í teimum ungu
gjøgnum alt kappingarárið.
Tað hevur sjálvandi ikki
alla tíðina verið líka lætt, tí
mest av øllum vilt tú jú
spæla á vøllinum. Men tað
hevur kortini verið stuttligt
og ikki minst læruríkt, sigur
Bárður Bendix Mikkelsen.
Óvist við
Oyggjaleikum
Sum trífaldur gullvinnari í
donskum og norðurlendsk
um høpi kundi Bárður neyv
an ynskt sær eitt flottari
punktum, sum flogbóltsspæl
ari. Enn er óvist, hvat
framtíðin hevur at bjóða í so
máta, men sjálvur roknar
hann við, at talan verður um
flogbólt á eitt sindur lægri
støði, tí sum hann sigur, so
er tað trupult bara púrasta at
gevast við hesum.
Eitt gullmerki stendur tó
eftir sum nakað, ið Bárður
ikki hevur vunnið. Hóast
heiðursmerkini á Oyggja
leikunum hava verið nógv,
so er einki av hesum úr
gulli, men enn dugir Bárður
als ikki at siga, um hann
verður partur av enn eini
roynd at vinna gullið, tá
Oyggjaliekir verða í Álandi
í summar.
Tað veit eg ikki. Eg veit
sjálvandi, at fyrireikingarnar
eru byrjaðar, men eg dugi
slettis ikki at siga, um eg
verði ein partur av hesum
ella ikki, sigur Bárður
Bendix Mikkelsen.
Gylti ringurin endaður
Spennandi judofinalur
Hjá monnum undir 73
kg. møtast javnaldrarnir
frá Norðskála Jógvan
Páll Kristiansen og
Hjalmar Johannesen
Sofus D. Johannesen
Bárður Bendix Mikkelsen hevur alla orsøk
at vera nøgdur. Triðja gullmerkið hetta
kappingarárið kom til høldar, tá hann og
Marienlyst í gjár vunnu DM-gull við 3-1
sigri á Aalborg HIK í seinna finaludystinum