Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. apríl 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 73 - 17. apríl 2009 Í longri tíð hava um­­ byggingar á Lands­ sjúkrahúsinum­ verið í um­búna, m­en í m­ai byrja veruligu um­byggingarnar. – Tað skulu stórar broytingar til, m­en vit hava roynt at leggja ætlanina so væl til rættis sum­ gjørligt, og eg m­eti, at vit eru so klár, sum­ vit kunnu blíva, sigur Allan Skaalum­, sjúkrahússtjóri Umbyggingar Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað fer at raka komfortin á Landssjúkrahúsinum eitt sindur, nú umbyggingar fara fram, men Allan Skaal­ um, sjúkrahússtjóri, metir, at tað ikki fer at raka viðgerðirnar. ­ Tað fer at krevja tol. Bæði frá sjúklingum, men ikki minst frá starvsfólk­ unum, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri. Hann legg­ ur afturat, at tað mesta verður flutt innanfyri vegg­ irnar hjá sjúkrahúsinum. ­ Vit fara at royna at flyta fólkini inn í tey hølini, sum eru nýtilig inni á hinum deildunum, vísir Allan Skaalum á. Nýta bingjur Nakað av virkseminum, ið verður flutt út úr sjúkrahús­ inum fer at verða í bingjum, ið fyrr eru nýttar í samband við byggingina av skúlanum í Hovi. Eftir øllum at døma verður tó ongin fluttur út av sjúkrahúsinum inn í hesar bingjur. ­ Vit fara ikki at flyta fólk út úr B­bygninginum, men fólk, sum koma inn í húsið til okkurt smávegis, mugu kanska ein túr inn í bingj­ urnar. Men fyri tað mesta verða tað skrivstovufólk, sum skulu út í bingjur, sigur sjúkrahússtjórin. Onki lív í váða Nøkur av fólkunum, ið skulu flytast, hava tørv á tólum fyri at halda sær so frískum, sum tey eru, men at flyta tey verður ikki nakar trupulleiki. ­ Vit hava flutt fyrr, og tað eru dugnaligir tøkningar á sjúkrahúsinum, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, og vit fara framvegis at hava sama seingjartal, sigur Poula Jacobsen, deildarleiðari á B8, sum er ovasta hæddin, ið verður ávirkað av um­ byggingunum. Tey verða flutt niður á G3, sum er í tí nýggja partinum. Allan Skaalum er eisini vísur í, at tað ikki kemur at merkja viðgerðirnar á sjúkrahúsinum. ­ Hetta kundi verið ein øgiliga trupul problema­ tikkur, men vit hava havt ein arbeiðsbólk sitandi við fólki, ið hava lagt hesar flytingarnar til rættis, og tað vísir seg, at kabalan er gingin so væl upp, sum hon nú einaferð kann, sigur hann. Hann leggur afturat, at í tann mun tað er gjørligt verða mobilar eindir nýttar, og nakrir medisinskir sjúk­ lingar verða fluttir til Klaks­ víkar sjúkrahús. Tað er eisini greitt, at ongin, sum liggur í andingartóli, ið verður fluttur í hesum um­ fari, tí tey liggja øll á nýggj­ aru niðaru deildunum. Umbyggingar inni Á summum deildum verður somuleiðis tørvur á gera ávísar tillagingar, so sjúk­ lingar og starvsfólk hava tað so frægt sum gjørligt, nú umbyggingar verða gjørdar. ­ Eg skal ikki siga, at tað verður neyðugt við bein­ leiðis umbyggingum, men ávísar tillagingar skulu til, og mann fer at merkja, at hølisligu viðurskiftini ikki eru heilt tey somu. Somuleiðis verða nakrar viðgerðir, ið eru ambulantar fluttar inn á bláa ambula­ toriið. Mest trýst nú Arbeiðið hjá TG­Verk skal halda fram í rættiliga langa tíð afturat. Teir skulu arbeiða frá mai mánaði til november, og síðani aftur frá mai til november, men størsta trýstið verður sam­ bært sjúkrahússtjóranum í vár. ­ Tá vit nærkast juni og julimánaði fara vit at síggja, at fleiri fara í feriu, og at sjúkrahúsið fer at hava minni aktivitet. Tá vit koma út í oktobur skuldi verið klárt at flyta innaftur á ovaru deildirnar í b­bygn­ inginum, sigur Allan Skaal­ um. Í næsta ár verða hesar deildir ikki raktar av um­ byggingunum, og í verandi løtu hevur Allan Skaalum góðar vónir. ­ Hetta er ein spennandi ætlan, sum vit royna at loysa. Og so leingi sjúkling­ ar, starvsfólk og fólk annars geva tol, so skuldi hetta borið til, metir sjúkrahús­ stjórin. Tol skal til umbyggingar Norsk bløð taptu rættarmál Norsku bløðini Aftenposten og Dagbladet hava tapt eitt rættar­ mál, sum hevur verið til viðgerðar í Mannarættindadómstóli­ num í Strasbourg. Málið snúði seg um, at bløðini almannakunn­ gjørdu eina mynd av einari kvinnu, sum seinni bleiv dømd 21 ára fongsul fyri morð í tí sokallaða Orderup­málinum, men bløðini prentaðu mynd av henni, áðrenn hon yvirhøvur bleiv tikin, og settu myndina í samband við málið. Undirrætturin gav bløðunum rætt í, at tey kundu prenta myndina, men Hægsti­ rættur segði nei, og tað hevur Mannarættindadómstólurin nú eisini sagt. Íslendingar fara ikki heimaftur Tey trongu fíggjarviðurskiftini í Íslandi gera, at nógvir íslendingar, sum eru uttanlands í lestrarørindum, ætla sær ikki heimaftur, tá útbúgvingin er liðug. Ein kanning millum lesandi íslendingar uttanlands vísir, at bara 22 prosent ætla sær at búseta seg í Íslandi eftir lokna útbúgving. 38 prosent siga, at tey fara ikki heimaftur, og 40 prosent vita ikki, hvat tey fara at gera. Samanborið við eina kanning, sum er gjørd fyrr, vísir tann nýggja, hvussu kreppan hevur ávirkað støðuna. Í teirri fyrru søgdu 31 prosent, at tey ætlaðu sær heimaftur, 25 prosent ætlaðu sær ikki heimaftur, og 44 prosent vistu ikki. Meðan umbyggingar eru á Landssjúkrahúsinum, mugu skrivarar og onnur sláa seg til tols við at arbeiða í bingjum Mynd: Jens Kristian Vang - Eg skal ikki siga, at tað verður neyðugt við beinleiðis umbyggingum, men ávísar tillagingar skulu til, sigur Allan Skaalum Mynd: Jens Kristian Vang