fríggjadagur 17. apríl 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 73 - 17. apríl 2009
Enn ein umhvørvis
vanlukka hóttir
føroyskar firðir og
strendur, nú russiski
trolarin, Captain
Gorbatjov, sum liggur
í Nólsoyarfirði, er
farin at leka olju út á
sjógv
Dálking
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Russiski trolarin, Captain
Gorbatjov,
sum
í
gjár
bunkraði 450.000 litrar av
tungolju, fór í gjárkvøldið
at leka olju út á sjógv.
Tað vóru fólk á Argjum,
sum løgdu til merkis, at olja
bráaði aftur úr skipinum og
fór suður ígjøgnum fjørðin
við streyminum.
Tjaldrið og bjargingarbát
urin Lív fóru longu í gjár
kvøldið út í fjørðin og løgdu
sperringar um skipið.
Løgreglan hevur eisini
verið umborð, samstundis
sum skiparin á russiska
skipinum er skuldsettur í
málinum.
Sambært
løgregluni
í
morgun, vil skiparin á
Captain
Gorbatjov
ikki
viðganga, at tað er skipið
hjá honum, sum er atvoldin
til, at oljan er likin á sjógv.
Eingin ivi er tó um hetta,
tí myndir, sum longu vórðu
tiknar í gjárkvøldið, vístu
týðuliga, at tað er haðani,
oljan stavar.
Sliskan slitin
Sum skilst, eru teir 450.000
litrarnir av tungolju í fýra
tangum umborð á russiska
trolaranum, og mangt bend
ir á, at tað er tann eini tang
in, sum er farin at leka.
Hetta er eftir øllum at
døma tangin, sum liggur
undir sliskuni hjá trolaran
um. Sliskan slítist, sum
tíðin gongur, tá trolreið
skapur verður drigin aftur
og fram.
Tað verður ivaleyst vón
leyst at fáa bilbukt við olj
uni, sum er farin suður
gjøgnum Nólsoyarfjørð og
er rikin vesturyvir í Skop
unarfjørð.
Í løtuni sigur hann land
nyrðing, men seinni boðar
hann frá eystri og landsynn
ingi, sum við sjóvarfallinum
kann føra oljuna, sum longu
er likin úr skipinum, at
landi aftur.
Lítið frættist
Í morgun hevur fundarvirk
semi verið um oljuna, har
ymiskir partar innan til
búgving hava verið við.
Lítið og einki er frætt frá
fundinum, sum byrjaði stund
isliga í morgun, og vit skiltu
fyri deadline hjá blaðnum, at
einki serligt fór at verða sagt,
fyrr enn á tíðindafundi á Um
hvørvisstovuni á Argjum
klokkan 11.
Tað er Umhvørvisstovan,
sum hevur sett seg við
borðendan og hevur átaks
leiðsluna um hendi.
Vit tosaðu eftir fundin
við Rógva Johansen, til
búgvingarsamskipara
hjá
MRCC
Tórshavn,
men
hann vísti til Umhvørvis
stovuna. Vit settu okkum
síðan í samband við Súna
Petersen hjá Umhvørvis
stovuni, ið vísti til tíðinda
fundin, sum stundaði til.
Hvørgin teirra vildi siga
nakað ítøkiligt um støðuna
fyrr enn á tíðindafundinum.
Olshana umaftur?
Øll minnast tosið um til
búgving, tá russiski trolarin
Olshana sigldi á Flesjarnar
og fórst við stórari nøgd av
olju. Mong hildu tá, at oljan
kundi verið tikin úr skipi
num, áðrenn skipið fór til
botns, men hetta varð ikki
gjørt, og tí liggja nú nøkur
hundrað tons av olju á
havsins botni við munnan á
Kalsbaksfirði og Sunda
lagnum, har nógv aling fer
fram.
Nú aftur ein oljudálking
hóttir okkara umhvørvi, er
spurningurin, hvussu nógv
vit lærdu av Olshanu
málinum.
Anny á Hædd, sum var
tilbúgvingarstjóri, tá Ols
hana fórst, var fyri stórum
atfinningum, men síðan hon
fór úr starvi, er eingin settur
í hennara starv.
Starvið hjá Rógva Johan
sen, sum hevur heitið til
búgvingarsamskipari,
er
ikki starvið, sum Anny á
Hædd hevði. Hansara leik
lutir er heldur ikki hin sami,
sum leikluturin var hjá
tilbúgvingarstjóranum.
Nú olja aftur lekur úr
einum skipi í Nólsoyarfirði,
er spurningurin, hvussu
nógv vit hava lært – og hvat
í veruleikanum skal til,
áðrenn vit sum samfelag
taka okkum um reiggj og
gera
nakað
við
slíka
tilbúgving í Føroyum.
Captain Gorbatjov
– Olshana umaftur?
Nú olja aftur lekur úr
einum skipi í Nólsoyarfirði,
er spurningurin, hvussu
nógv vit hava lært – og hvat
í veruleikanum skal til,
áðrenn vit sum samfelag
taka okkum um reiggj og
gera nakað veruligt við
tilbúgving í Føroyum
Mynd: Jens Kr. Vang
Marknaðardagur í Gongugøtuni í Havn
Sunnudagin 24. mai frá kl. 13.00 – 17.00 skipar Margarinfabrikkin fyri marknaðardegi í Gongugøtuni í Havn.
Endamálið við hesum degi er at skapa lív og hugna í miðbýin. Borð verða uppsett omaneftir Gongugøtuni, har
fólk hava møguleika at selja t.d. gomul ting, brúktar bøkur, gomul klæðir, heimagjørdir prýðislutir o.a. Ætlanin er
ikki at hava hoppiborg, karrusell, elastikkspring og líknandi. Leigan fyri hvørt borð er 250 kr.. Hesar 250
krónurnar fara í eina pulju, sum skal nýtast til spennandi upplivingar fyri børn og ung í Margarinfabrikkini.
Peningurin, selt verður fyri, fær seljarin sjálvur. Í hesum tíðarskeiði verður Gongugøtan stongd fyri ferðslu. Um
tú hevur okkurt at selja, skalt tú senda ein mail til: fabrikkin@torshavn.fo Í mailinum skalt tú upplýsa, hvat tú
ætlar tær at selja, og hvussu nógv borð tú hevur brúk fyri. Freistin at senda inn mail er mikudagin 20. mai.
Vit kunnu ikki
útiloka eini náttúru
vanlukku í løtuni,
men higartil eru vit
so heppin, at oljan
eftir øllum at døma
bert er rikin á land
við Glyvursnes, sigur
Jóhanna Olsen á
Umhvørvisstovuni
Dálking
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á tíðindafundi í morgun
greiddu Jóhanna Olsen,
deildarleiðari á Umhvørvis
stovuni og Anny á Hædd,
deildarstjóri í Innlendis
málaráðnum, frá, at eingin
olja longur lekur úr russiska
trolaranum, Captain Gorba
tjov, sum liggur í Nóls
oyarfirði.
Ein átaksleiðsla er skipað
í sambandi við oljudálking
ina, har Innlendismálaráðið,
Tórshavnar
kommuna,
Fiskiveiðieftirlitið, Heilsu
frøðiliga Starvsstovan og
løgreglan eru við.
Tyrla hevur verið á flogi í
morgun og hevur roynt at
skrásett, hvar oljan er, sum
likin er úr skipinum. Oljan
er framvegis í Nólsoyarfirði
og nakað er at síggja í Hest
firði. Sum skilst, er oljan
higartil bert rikin á land á
leiðini við Glyvursnes.
Tað seinasta nýggja er, at
Brimil nú eisini er komin til
hjálpar og fyrireikar seg at
fara út í fjørðin við útgerð.
Bjargingarbáturin Lív er í
fjørðinum og roynir at
fylgja við, hvagar oljan
rekur, og sløkkiliðsfólk eru
eisini í fjørðinum og hyggja
at umstøðunum.
Vit kunnu ikki útiloka
eini náttúruvanlukku í løt
uni, men higartil eru vit so
heppin, at olja eftir øllum at
døma bert er rikin á land
við Glyvursnes.
Jóhanna Olsen segði á
tíðindafundinum, at fuglur,
sum setir seg í oljuna,
neyvan ber boð í bý, men
annars er ógjørligt í løtuni
at siga, hvørjar avleiðingar
oljulekin kann koma at fáa,
um illa vil til.
Vit vita ikki í løtuni,
hvussu nógv olja talan er
um, tí hetta er ikki endaliga
staðfest enn.
Á tíðindafundinum varð
upplýst, at átaksleiðslan
hevur verið í sambandi við
Noregi, har tey hava royndir
við slíkari olju, ið ikki er
hin tjúksta av sínum slag.
Vit hava samskipað ta
útgerð, vit hava í landinum
til avbyrging og upptøku,
men vit hava eisini møgu
leikar at fáa útgerð úr
Noregi, um hetta skuldi
verið neyðugt.
Jóhanna Olsen upplýsti
eisini, at átaksleiðslan hevur
fólk, sum eru serkøn í
streymog veðurvánum, og
at hetta kann vera tryggjandi
í átakinum at byrgja upp fyri
eini møguligari vanlukku,
um ringast vildi til.
Vit arbeiða í løtuni við
at gera eitt yvirlit yvir,
hvussu nógv olja er farin á
sjógv, og hvussu hon breiðir
seg, og ætlandi kann arbeiði
at taka olju upp úr sjónum
byrja skjótt. Vit hava eisini
gjørt okkum eitt yvirlit yvir,
hvørji økir eru sárbar, um
oljan í størri mun skuldi
rikið móti landi.
Jóhanna Olsen helt á
tíðindafundinum, at góða
veðrið er ein fyrimunur, nú
farið verður undir at taka
oljuna uppaftur.
Captain Gorbatjov lekur ikki meiri olju