Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. apríl 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 73 - 17. apríl 2009 Borgarstjórin í Havn finst harð liga at landsins myndug leik­ um, ið hava forsømt at koma við neyðugu kunn gerðini, sum til­ skil ar hvat skal gerast, tá olja í stórum mongd um lekur á sjógv. Einki minni enn ein skandala, held ur borgarstjórin Dálking Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo - Hetta er ein landsuppgáva, tað skal eg gera greitt beinan vegin. Vit skulu nokk hjálpa til við uppruddingini, men tað verður uppá rokn- ing, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Aftur hesa ferð gekk olju- dálkingin út yvir Havn ina. Tað er harmiligt, og ser- stak liga óheppið, at um hvørvis lógin ikki virkar sum hon skal í slíkum støðum. - Trupulleikin við um hvørv is lógini er, at kunn gerð in ongantíð er lýst. Er kunngerðin ikki lýst, ber ikki til at siga hvør revs ing skal nýtast í hvørj- um føri. Tað er ein skandala. Nú má Innlendismálaráðið taka seg saman, sigur Heðin Morten sen. Hann sigur, at kommun- ur nar hava rykt ferð eftir ferð eftir kunngerðini hjá Inn lendis málaráðnum, men at eingin kunngerð kemur. - Hetta má halda uppat, tí hetta er so mikið álvarsligt, og má takast í størsta álva- ra. Olshana umaftur Oljan, sum í gjárkvøldið lak út á Nólsoyarfjørð, er tung olja. Enn er óvist hvus- su nógva olju, talan er um. - Men givið er, at tung- oljan fer at leggjast so tjúkk sum havragreytur framvið strendurnar, og at tað fer at taka mánaðir at fáa alla olju na upp, sigur borgar- stjórin. Borgarstjórin í Tórs havn- ar kommu nu er í øðini inn á, at sama vanlukka hendir tvær ferðir. - Hetta er júst tað sama, sum hendi tá Olshana rendi á Flesjarnar, og vit hava akkur át einki lært frá tí van- lukk uni. Tað finst fram- vegis eingin landsútgerð. Og her skal talast harðliga at, sigur hann. Hann heldur eisini, at eftir l itið við skipum er ikki nóg gott í Føroyum. - Aðra staðni er krav at loðsur skal umborð, tá skip koma í havn. Hví ger mann ikki tað her eisini, spyr Heð in Mortensen. Hann skýtir upp møgu- leikan hjá lands stýris- kvinnu ni í innlendismálum at leggja økið út til komm- un ur nar. Á tann hátt er lætt- ari at halda skil skipum, ið koma inn á Havnina. Havna meistarin, sum held- ur skil hvørt skip kemur inn, hevur í løtuni onga heimild í tílíkum førum. - Nú má handlast. Vit eru sera skuffað av landsins myndug leikum, at teir ikki hava fingið hesi viðurskiftini uppá pláss, og tað er ein skanda la, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen. Framvegis eingin til­ búgving Davia vann ferð til Lalandia Vinnarin av SMS kappingini hjá 62ºN travel er funnin. Vinnarin bleiv Davia G. Petersen, sum her fær handað sítt gávubræv frá starvsfólki frá 62ºN travel. Davia var sum vera man sera fegin um at hava vunnið, somuleiðis børnini Arndis og Malena sum eisini síggjast á myndini. Vinningurin er ein ferð fyri tvey vaksin og tvey børn við Norrønu og uppihald á Lalandia í Billund ella Rødby. Davia hevur longu bílagt sær ferðina, og fara tey øll fýra avstað við Norrønu 5. juni til Lalandia í Billund. Í SMS kappingini hjá 62ºN travel fyri apríl mánaði ber til at vinna eina ferð til Íslands fyri tvey vaksin og tvey børn við gisting og útferðum, sí meira á www.62n.fo Landið hevur fram­ vegis onga tilbúgving innan dálking á havi­ num. Útgerð, sam­ skipan og venjing mangl ar framvegis, sigur Pauli Einarsson um dálkingina í Nóls­ oyar firði Dálking Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo - Vit hava onga tilbúgving, so einfalt er tað. Tað varð tosað nógv um manglandi til búgv ing ina, tá Olshana sakk, men einki er gjørt síð an. Úrslitið er, at útgerðin er niðurslitin, vit hava fram- veg is onga samskipan innan tilbúgving, og eing in tekur ábyrgd fyri dálkan ina, sigur Pauli Einars s on. Pauli Einarsson eigur og rekur privata virkið OSR, ið fæst við tilbúgving í samband við dálking á havi num. - Fleiri uppskot eru løgd fram fyri landsstýrisfólkini í innlendismálum, um hvat kann gerast á økinum, men einki hendir. Eg havi eisini bjóð að meg fram, bæði sum part ur av arbeiðnum og sum samskipari, uttan at hoyra nakað, sigur hann. Pauli Einarsson sigur, at land ið má taka avgerð um hvat tað vil við til búgv ing- ini á sjónum. - Er tilbúgvingin ein út reiðsla ella ein íløga? Vil mann yvirhøvur verja náttúr una? Spyrt tú meg, mangl ar samskipan, út gerð og venjing innan til búgv ing í Føroyum, sigur Pauli Einarsson. Pauli Einarsson hevur seinastu árini arbeitt við eini tilbúgvingarætlan, sum hann hevur lagt fram fyri myndugleikarnir. Men enn er einki hent á økinum Savnsmynd Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu finst harðliga at Innlendismálaráðnum, sum hevur sovið í tímanum, tá tað kemur til tilbúgving á sjónum. Landið hevur framvegis onga tilbúgving, nú olja aftur lekur í Nólsoyarfirði Mynd: Jens Kristian Vang Støðan er ein skandala