fríggjadagur 17. apríl 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 73 - 17. apríl 2009
Tað er nasadjarvt av
Anfinni Kallsberg
at krevja, at vit
skulu ikki hava
lønarhækkingar í
næstum. Tað kemur
ikki upp á tal at
vit frásiga okkum
lønarhækkingar.
Anfinn Kallsberg
kann byrja við
at skerja hjá sær
sjálvum og hinum
politikarunum, sigur
Ingeborg Vinther
Lønarsteðgur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
“- Sikken ein frekkheit.”,
Tað var tað fyrsta, Inge-
borg Vinther, forkvinna í
Føroya
Arbeiðarafelag,
hugsaði, tá ið hon las sam-
røðuna,
sum
Sosialurin
hevði við Anfinn Kallsberg
í fyrradagin.
Ingeborg Vinther heldur,
at tað er ikki sørt nasadjarvt
av formanninum í fíggjar-
nevndini, at krevja, at
løntakarin skal frásiga sær
allar
lønarhækkingar
ta
næstu tíðina.
- Tað kemur ikki upp á
tal, at vit frásiga okkum
lønarhækkingarnar, sum vit
skulu hava nú fyrsta mai og
hvat samráðingarnar næsta
ár, hava at bjóða, fái eg onki
sagt um enn.
Og ætlar Anfinn Kalls-
berg at strika lønarhækk-
ingar og at taka samráð-
ingarnar frá okkum við lóg,
vil eg fegin síggja, teir
politikarar, sum tora at
atkvøða fyri slíkum.
- Leypa teir á fakfeløgini,
kunnu teir vænta rok á
arbeiðsmarknaðinum,
tí
ongin ivi er um, at øll
fakfeløgini fara á barri-
kadurnar.
Men tað gjørdu teir í
nítiárunum?
Ja, men tað fara fak-
feløgini ikki at góðtaka
einaferð afturat. Fakfeløgini,
og serliga tey tímaløntu,
hava altíð víst samfelags-
sinni og hava hildið aftur
við lønarkrøvum. Í 10 ár
fingu vit eina lønarhækking
upp á 64 oyru tilsamans og
aftur nú fyri fýra, fimm
árum síðani síðani, sleptu
vit allari lønarhækking fyri
at fáa gongd á eftirlønina.
- Og vit hava ikki ráð til
at missa lønarhækkingarnar,
sigur forkvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag.
Byrja við sær sjálvum
Ingeborg Vinther heldur, at
skal talan verða um lønar-
steðg, eiga politikararnir
sjálvir at ganga undan sum
góð fyridømi.
- Teir kunnu hóskandi
byrja við at strika teir
skattafríar
ágóðar
teir
sjálvir hava við tað, at teir
fáa pengar fyri ferðing og
uppihald og annað.
- Men lat teir so harafturat
fyrst lækka sína egnu løn
niður á sama støði, sum
vanligir løntakarar.
- Harafturat fáa politikarar
eisini fulla pensjón eftir at
hava sitið á tingi ella í
landsstýrinum í einans átta
ár, samstundis sum vanligi
løntakarin skal arbeiða í 30
ár, fyri at fáa somu sømdir.
- Samstundis skulu vit
betala okkara egnu pensjón.
Hetta eru krøv, sum eru
áløgd okkum av politikar-
unum. Og samstundis, sum
vit skulu betala okkara egnu
pensjón, skulu vit betala
teirra afturat.
Ingeborg Vinther sigur, at
politikarar
kunnu
ikki
krevja meiri av vanliga løn-
takaranum enn teir krevja
av sær sjálvum.
Ligið sjóvarfallið
av sær
Hon fýlist eisini á, at
politikararnir hava ligið
sjóvarfallið av sær og hava
latið
kreppuna
fingið
fastatøkur á samfelagnum.
- Vit hava vitað av hesi
kreppuni í eitt heilt ár, men
onki er gjørt fyri at byrgja
upp fyri avleiðingunum,
sigur hon.
Hon nevnir sum dømi um
hetta, at vit hava nógv fólk,
sum njóta allar tænastur í
samfelagnum uttan at betala
skatt, ella hava avmarkaða
skattskyldug.
Hon vil ikki nevna hvørji
fólk, hon sipar til. Tað, sum
hevur verið mest frammi,
er
sjómannafrádrátturin,
men Ingeborg Vinther fer
ikki at siga, at hann skal
burtur.
Hon átalar at politikararnir
ikki vilja nerta seg sjálvar,
samstundis sum teir hava
gjørt ógvuslig inntriv í
gerandisdagin hjá teimum
veiku, teimum gomlu og
teimum sjúku.
Harafturat hava teir sett
stórar skattalættar í gildi til
tey, sum hava góðar lønir,
ímeðan tey lágløntu merktu
lítið og onki.
- Og nú leggjast teir eftir
teimum tímaløntu.
Lønin er lækkað
Ingeborg Vinter sigur, at
seinastu árini eru prísirnir
hækkaðir nógv meiri enn
lønin er hækkað og tað
merkir, at keypiorkan er
minkað.
- Vit hava fleiri ferðir
heitt á politikarar um at
lækka
mvg
á
frukt,
grønmeti, mjólk og øðrum
heilsugóðum mati, men tað
hevur
verið
talað
fyri
deyvum oyrum.
- Tað skuldu teir gjørt,
samstundis sum teir settu
avgjaldið upp á ósunnum
mati og góðgæti, sum eg
onki havi ímóti.
- Oljuavgjaldið er heldur
ikki lækkað, sum vit hava
biðið teir um at gera fyri at
lætta um.
Ingeborg Vinther vísir
eisini á, at tá ið oljan hækk-
aði, varð tað brúkt sum
páskot fyri at hækka prísin
á alskyns matvørum rætti-
liga nógv.
- Nú er oljan blivin blivin
bíligari aftur, men eg havi
so ikki lagt merki til, at
prísurin á matvørum er
lækkaður
aftur,
sigur
forkvinnan
í
Føroya
Arbeiðarafelag.
Anfinn Kallsberg meldar kríggj
Strika allar
lønarhækking
Í samrøðuni við Sosialin fyrradagin, sum Ingeborg
Vinther sipar til í hinari greinini her á síðuni, stað-
festi Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini,
at tað einasta rætta er at strika allar lønarhækkingar
fyri at avmarka arbeiðsloysið sum minst.
Hann staðfesti, at almennu útreiðslurnar skulu ikki
hækka eina krónu næsta ár.
Men eftir sáttmálunum á almenna arbeiðsmarknað-
inum, skal lønin hækka trý prosent heyst.
Verður alt annað óbroytt, merkir tað, at tað
almenna skal spara minst trý prosent næsta ár og tað
fer uttan iva at føra til uppsagnir.
Og Anfinn Kallsberg heldur, at eisini privati
arbeiðsmarknaðurin eigur at sleppa øllum lønar-
hækkingum fyri at varðveita sum flest størv og fyri
at vísa samhaldsfesti við tey alment løntu.
Anfinn Kallsberg er eisini til reiðar at gera tað við
lóg, verður tað neyðugt.
Stór konsert í Norðurlandahúsinum
Í kvøld verður stór konsert við Lindu Andrews í Norðurlandahúsinum saman við vælumtóktum
føroyskum kóri. Hetta verður fyrsta veruliga konsertin við Lindu Andrews í Føroyum, síðani hon
vann X-Factor finaluna. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum í kvøld kl 20, og fyrireikarar
siga, at fá atgongumerki eru eftir. Tað er kóri, sum Eirikur Skála stovnaði í sambandi við, at
Andre Crouch hevði konsert í Føroyum, sum fer at syngja. Kórið hevur verið virkið síðani. Kórið
hevur eitt nú vitjað í Danmark, Svøríki og Álandi, og hevur sungið saman við Jessi Dixon tvær
ferðir, og hevði konsert saman við Ron Kennoly í desember 2007. Kórleidari er tann so vælkenda
songkvinnan, Sigrið Rasmussen.
Anfinn Kallsberg skal bara
passa sítt og lata vera við
at hótta fakfeløgini, tí tað
kemur ikki upp á tal at
vit frásiga okkum nakra
lønarhækking, sigur Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag