fríggjadagur 17. apríl 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 73 - 17. apríl 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Tiltak í tøkum tíma
Føroyar hava í roynd og veru ongantíð veruliga
havt nakran bústaðarpolitikk. At útvega sær
tak yvir høvdið, hevur í stóran mun verið mett
sum eitt privat mál. Hugburðurin hevur verið, at
føroyingurin skal hava fót undir egið borð. Frá
landsins síðu vóru tað bert Húsalánsgrunnurin og
fyrst rentufrádrátturin, síðan rentustuðulin, ið
myndaðu eitt eiti av bústaðarpolitikki.
Hesin bústaðarhugburður hevur hinvegin gjørt,
at eitt nú kommunur hava dugað væl at útvega
borgarunum byggigrundir. Hetta hevur serstakliga
verið galdandi í høvðustaðnum, har útboðið av
kommunalum byggibúnum grundøkjum hevur
verið munandi økt seinastu mongu árini. Men
grundøki hava tó altíð verið eitt sera tungt tak hjá
teimum flestu, sjálv húsini eru dýr, og tey flestu,
sum byggja egin sethús, seta seg í skuld fyri lívið.
Samantikið er tað eitt sera tungt tak at útvega sær
bústað í Føroyum. Samfelagið hevur heilt einfalt
ikki átikið sær ta ábyrgd á hesum øki, sum ein
eigur at kunna vænta í framkomnum landi.
Politiski áhugin fyri bústaðarpolitikkinum hevur
verið sveiggjandi, men vit mugu tó viðurkenna,
at áhugin og ábyrgdarkenslan hava verið
vaksandi seinnu árini. Tað er vorðið alt greiðari,
at stórir samfelagsbólkar høvdu sera trupult
at finna hóskandi bústað, samstundis sum ein
vaksandi bólkur, pensionistar, var um at koma út
í trupulleikar av alt ov stórum og orkutungum
sethúsum, og mangur pensionistur kundi hugsað
sær eini minni hús ella eina hóskandi íbúð.
Leingi hevur verið arbeitt við einum veruligum
og ítøkiligum bústaðarpolitiskum átaki. Nú er
so hetta útspæl komið á tingborð og avvarandi
myndugleikar eiga mikið rós uppiborið fyri, at
gongd nú langt um leingi er komin á málið. Tað
er tí sera vælskiljandi, at løgmaður í almennari
fráboðan í gjár landstýrisins vegna fegnast um, at
samlaði Bústaðarpakkin nú er farin fyri Løgtingið.
Tað eru ivaleyst mong, ið fegnast við løgmanni.
Boðað verður frá almennari síðu frá, at ætlanin við
bústaðarpakkanum er at víðka um møguleikarnar
og útboðið á bústaðarmarknaðinum. Hetta
endamál er bæði skilagott og neyðugt. Bert við
einum víðkaðum og fjølbroyttum útboði ber til at
fáa teir høgu bústaðarprísirnar í eina legu, sum
til eina og hvørja tíð tryggjar øllum borgarum tak
yvir høvdið. Bústaðarpakkin, sum lógaruppskotini
nevnast, er settur saman av trimum pørtum:
Lutaíbúðalóg, leigulóg og broytingar í skatta- og
avgjaldslóggávuni. Endamálið er at skapa eitt
størri og meira fjølbroytt útboð á bústaðarmarkn-
aðinum og at geva fólki við lágari inntøku betri
møguleika at ogna sær egnan bústað. Víðari er
endamálið við pakkanum at skipa viðurskiftini á
leigumarknaðinum og at skapa størri virksemi í
samfelagnum. Samantikið eitt sera áhugavert og
týðandi politiskt tiltak, ið ivalesyt fer at fáa breiða
undirtøku á tingi.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Spara ella stimbra seg úr
kreppuni? Tað hevur
verið spurningurin hjá
ríku londunum í vetur.
USA við Barack Obama
sum forseta hevur valt
tað seinna. Ein risastórur
stuðulspakki skal tálma
og møguliga eisini venda
lágkonjunkturinum.
Londini í ES eru ósamd
og eru higartil ikki komin
ásamt um ein samlaðan
samfelagsliga stimbrandi
politikk.
Men kjakið heldur
fram. Møguliga kunnu
Norðurlond vísa vegin á
hesum øki. Tað skriva
sjey fakfelagsumboð úr
seks Norðurlondum
Fíggjarkreppan í heiminum
hevur gjørt, at flestu lond
hava fingið fíggjarligar
trupulleikar. So er eisini
her í Norðurlondum. Ísland
er serliga hart rakt, og
fylgjurnar fyri íslendska
fólkið eru størri, enn vit
onnur í Norðurlondum
kunnu ímynda okkum.
Norðurlendsku stjórnir
nar hava stuðlað bankum
og ídnaði við peningi, men
tað almenna hevur higartil
ikki fingið nógv av hesum
stuðli.
Nú er tíðin komin at
broyta hesa mannagongd.
Fyri at kreppan ikki skal
gerast enn djúpari, er
neyðugt at londini í Evropa
standa saman og fremja
munagóð tiltøk. Her kunnu
vit í Norðurlondum vísa
vegin. Norska stjórnin
hevur longu víst vegin við
at tryggja milliardir til
kommunurnar. Hinar
stjórnirnar áttu at gjørt tað
sama.
Vit hava brúk fyri stimbr
andi politikki, at forða fyri
at túsundtals fólk gerast
arbeiðsleys og soleiðis
bæði at fyribyrgja arbeiðs
loysi og eisini lækkandi
tænastustøði. Vit vilja geva
børnum, eldri og teim
veikastu tann stuðul
teimum tørvar.
Fíggjarliga gongdin í
øllum Norðurlondum
hevur í mong ár verið stórt
sæð hin sama, fíggjarlig
framgongd, lítið arbeiðs
loysi, smidligur arbeiðs
marknaður og eitt vælvirk
andi almannaøki, sum vit
øll gjalda til. Nú hava vit
brúk fyri einum samlaðum
norðurlendskum politikki í
Evropa við fokusi á statin/
land, kommunur og lands
partar, um kreppan ikki
skal gerast enn djúpri.
Norðurlendsku londini
hava her ein framúrskar
andi møguleika at vísa
vegin í Evropa við einum
aktivum konjunktur
politikki.
Tað almenna kann í
krepputíðum hava ein
tryggan leiklut í búskapi
num og arbeiðsstøðuni.
Hetta kann gerast við økt
um aktivum arbeiðsmarkna
ðartiltøkum, so sum um
skúling og vaksnamanna
útbúgving. Tað kann eisini
gerast við at leggja íløgur
til vegir, útbúgving, gransk
ing og ábøtur til almenn
høli sum skúlar, sjúkrahús,
og bústaðir fyrr enn áður
var ætlað. Almennar íløgur
hava eina greiða og tíðandi
ávirkan og halda arbeiðs
loysinum niðri.
Vit kunnu varðveita før
leikan hjá teimum, ið ar
beiða innan sjúkrahús,
skúla og tað almenna við at
stimbra í krepputíðum. Um
fleiri starvsfólk missa
starvi, so hvørvur førleiki,
sum landið hevur gjørt
íløgur í.
Samstundis gerast fleiri
og fleiri medvitandi um, at
á orku og umhvørvisøkin
um mugu stórar broytingar
gerast í Norðurlondum.
Orku og umhvørvisskipanir
mugu byggjast fyri at
minka um árinini á um
hvørvið. Stimbran og al
mennur stuðul á hesum
økinum kann kosta nógv í
fyrstu atløgu, men lønar
seg í longdini. Tað tálmar
arbeiðsloysinum og ger at
skattaintøkurnar halda
sama støði samstundis sum
hetta er nakað, ið má ger
ast. Ein djúpur lágkonjunk
turur kann vera júst tíðin at
satsa uppá alternativa orku
og grøna tøkni.
Skilagóðar stjórnir geva
kommunum og landsting
um stuðul og rásarúm í
dagsins torføru fíggjarligu
støðu. Tað kann gera tað
gjørligt at dygdartryggja
og menna arbeiðspláss við
nógvum starvsfólki, fyri at
varðveita tænastustøðið og
vælferðina.
Øll vinna kann mennast
og sjálvsagt eisini almenn
ar tænastur. Er arbeiðið
tilrættislagt á fullgóðan
hátt, við rætta starvsfólkin
um á rætta plássinum? Vit
meina, at tað eru stórir
møguleikar at skipa arbeið
ið, so enn betri góðska og
hægri effektivitetur fæst
burturúr.
Vit vita at fíggjarkreppur
ofta raka kvinnurnar ser
liga hart. Javnstøðan versn
ar og tey sum hava lítið fáa
oftani minni. Stjórnir, ið
bara sita og hyggja at, fleiri
og fleiri arbeiðsleys, sjúk
og útstoytt, er ikki loysnin.
Vit hava ikki ráð at hava
størri bólkar av fólki stand
andi uttanfyri arbeiðs
marknaðin, tá tíðirnar
broytast og ferð aftur
kemur á búskapin.
Norðurlendsku fakfeløg
ini á starvsmannaøkinum
hava í ár samstarva í 75 ár
í Nordisk Tjänstemannaråd
(NTR). Tað hevði verið
okkara besta føðingardags
gáva, um norðurlendsku
stjórnirnar eisini kundu
samstarva í eini truplari tíð
og satsa uppá at minka
kreppuna við at stimbra tað
almenna og gera íløgur á
hesum økið.
Eva Nordmark, SKTF
Sverige, Gunn Olander,
Delta Norge, Bodil Otto,
HK/Kommunal Danmark,
Merja Aulis, Jyty Finland,
Ögmundur Jónasson,
BSRB Island, Súni Selfoss,
Starvsmannafelagið,
Føroyar, Dan Nielsen,
NTR
Nordisk Tjänstemanna
rådet (NTR) er eitt sam
starv millum 10 starvs
mannafeløg í Norðurlond
um, við umleið 400 000
limum.
Norðurlendsk fakfeløg mæla til
stimbrandi politisk tiltøk
SÚNI SELFoSS
Lesið Sosialin - so eru tit við