Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. apríl 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 17. apríl 2009 11 tíðindi Sunnudagin 19. apríl fyllir Eli Frederiksen, fyrrverandi borgar stjóri í Porkeri, 70 ár. Eli er føddur 19. apríl 1939 í Miðvági, sonur Sig mund Frede rik sen úr Mið vági og Almu f. Heinesen úr Sanda­ vági. Eli giftist í 1963 við við Son ju Daniu f. Müller úr Pork eri, og eiga tey tveir syn­ ir. Eli er skrivstovulærdur á Før oya Fiskasølu í 1958, og sa ma ár fekk hann handel s­ med hjælpereksamen frá Tórs havn ar Handilsskúla, um framt at hann gekk eitt ár á Købmandsskolen í Keyp­ man n a havn. Í 19 67 tók hann lærara­ prógv á Føroya Læraraskúla og var síðani lærari í Tórs­ havn ar Kommunuskúla frá 1967­72, í Vági 1972­74 og við Miðvágs/Sanda vágs skú­ la frá 1974­76. Í 1976 fluttu Eli og Sonja við synunum Sigmundi og Sakarisi til Porkeris at búg va, har Eli fekk starv sum lærari. Hann fór frá fyri ald ur fyri góðum tveimum árum síðani. Við síðuna av lærarayrkinum hevur Eli sam an við konuni rikið Suð ur oyar Bók halds­ virki. Eli hevur verið virkin í síni tíð í Porkeri. Hann var vald ur inn í bygdarráðið í 1980, har hann framvegis hev ur sæti. Frá ár 2000 til 2008 røkti hann sessin sum borgar stjóri. Fyri komm un u na hevur Eli ver ið í um boðsráðnum hjá SEV, og frá 2005 til 2008 nevnd ar limur í SEV. Eisini hevur Eli verið virk­ in á vinnulívsøkinum, m.a. var hann høvuðs stig takari til Pork eris Royki vir ki, har salt­ fiskur verður virk að ur í dag. Í eini lítlari bygd sum Porkeri hevur eitt slíkt arbeiðspláss stór an týdn ing og styrkir eisi ni um inn tøku grundar­ lag ið hjá komm un uni. Saman við øðrum keypti Eli fyrst í 90­unum rækju­ trolar an South Island, har hann eisini var reiðari. Fyrst eitt skifti á gamla South Is ­ land og seinni á nýggja South Island, sum tíverri ikki klár­ aði kreppuna, sum rækju flot­ in kom í fyri nøkr um árum síðani. Eli verður burturstaddur føðingar dagin. Jóhannus Hansen hevur star­ vast í Timburhandlinum í Runa vík í 40 ár. Í hesari vikuni fyri 40 ár ­ um síðani, fór ein ungur mað ur í Runavík til arbeiðis í Timburhandlinum í Runa vík fyri fyrstu ferð, og hann er har enn. Vit tosa um Jóhannus Han­ sen, Jóhannus hjá Ydda, sum vit eisini kenna hann. Jóhannus er eitt álit, har hann er. Hvønn morgun og al tíð í góðari tíð, er hann far­ in til arbeiðis og tíbetur hev­ ur hann verið signaður við ein ari góðari heilsu, so fáir eru dagarnir, hann ikki hevur verið at sæð í Timbur handli­ num. Tey nógvu árini hevur Jó han n es verið bilførari og fer hann ein túr í oynni, so kann hann peika á nógv hús, har hann koyrdi viðin til hús­ ini og bar viðin uppá pláss. Seinnu árini hevur hann starv ast sum av greiðsl u mað­ ur, arbeitt á sag verki num og annað fyrifallandi arbeiði, tí fittur er hann í hond un um, skila maður og góð ur hjá kund un um at ko ma til í allar mát ar og væl egnaður til tað starv, hon um var litið í hend­ ur. Altíð er hann tann sami jav ni, fjálgi Johannus, tá tú kem ur til hansara við onkr­ um fyrispurningi ella um bøn um eina hjálpandi hond. Tú kenni r teg væl sam an við Jóhan nusi. Jóhannus og Hansa eiga 4 døtur, 9 abbabørn og 1 lang­ abba barn og er Jóhan nus góð ur at heita á á ar beiðs­ plássi num, so er hann tað ikki minni, tá um familj u na ræður. Mangir munnu tímarnir vera, har Jóhannus hevur rætt døtru num eina hjálp an di hond. Tað eru tær eisini takk sam­ ar fyri, so segði hann, ong in ivi um tað. Kemur Jóhannus inn á gólv ið til ein kaffimunn, so er skjótt at látur er at hoyra, tí hann minnist væl og dugir sera væl at siga frá hend ing­ um av sjógvi og landi, tí Jóhan nus sigldi í fleiri ár, til hann legðist uppi á landi og fór í Timbur handilin. Nú eru so 40 ár runnin og ár ini siga frá, at Jóhannus er við at gerast ”pensjonist”, men enn finna vit henda fjál­ ga runavíkingin í Timbur­ handli num hjá P/F Borg. Jóannes Símunarson Han sen Mamma okkara hevði fylt 85 ár 19. april 2009, vit høvdu vónað at havt hana nøkur ár afturat, men soleiðis bleiv ikki. Harranum líkaði at taka hana heim til Sín hin 17. juni 2008 eftir stutta sjúkralegu. Í hesum sambandi vilja vit endurtaka tað, sum vit bóru fram til jarðarferðina, sum seinastu heilsan til mammu: ”Góða høgt elskaða mamma, vit duga ikki at skilja, at tú ikki er ímillum okkum meira, og vit mugu síggja í eyguni, at vit ongantíð aftur her á fold sleppa at njóta eina løtu saman við tær. Tað er so hart at siga farvæl til ein sum man elskar, og ein sum hevur elskað okkum so nógv sum tú gjørdi. Tú var heimsins besta mamma, og tá tú var ein so ótrúliga góð og vøkur mamma, so er saknurin so stórur og sorgin so nívandi. Í sorgini kunnu vit tó ugga okkum við, hvussu hepnar vit vóru at hava teg sum mammu og gleðast yvir øll tey ár, vit fingu saman við tær. Góða mamma, á ungum árum fann tú út av, at skuldi tú liva eitt gott og gevandi lív, so mátti tú hava tann størsta lærumeistaran av øllum við tína lið, og úti í salinum í Søldarfirði fann tú hendan lærumeistaran, sum tú fylgdist við alt títt lív, ja heilt til síðsta andadrátt. Trúgv tín á tann stóra Faðirin og Skaparan kom at hava stóra ávirkan á teg sum menniskja, tí alt sum tú gjørdi og segði var av tí góða, og øll sum fylgdu tær gjøgnum lívið vistu, at tú ikki bara hevði trúnna, men at tú livdi, sum tann tú var, og at trúgv uttan verk er deyð trúgv. Og alt tað góða og vakra, sum tú fekk við at fylgjast við Jesusi, tað vildi tú deila við øll, fyrst og fremst við pápa og okkum systrar, men eisini til onnur, sum tú møtti á lívsleiðini. Góða mamma, tú gav lív til 4 gentur og kallaði tú okkum tínar rósur. Eingin urtagarðsmaður hevur nakrantíð røkt sín urtagarð betur enn tú. Frá tí, at vit vóru lítlar spýrar gjørdi tú tær stóran ómak at leggja tað góða og vakra í okkum. Tú fortaldi okkum, hvussu umráðandi tað var at virða og respektera øll menniskju líkað , høg sum lág, hvussu umráðandi tað var at vera rættvís og ærlig og minti okkum alla tíðina á at vera fyrikomandi, fólkalig, blíð og hjálpsom. Men mest av øllum so vísti tú okkum á, hvussu umráðandi tað var at hava Jesus, sum sín vin og fylgissvein. Tú var ”strong” við okkum, men setti ikki hegn upp fyri at vísa hvar mørkini gingu. Tú gav okkum álit og frælsi til at finna okkara pláss her í lívinum. Tú virdi okkara ynski og val og fylgdi sera væl við, hvussu tað gekk okkum í lívinum, tú lurtaði við stórum áhuga – jú tú var tann stóri ráðgevi, sum vit altíð kundu fara til, tí tú hevði stóra vitan og vísdóm. Í 1985 følnaði ein stór og vøkur rósa í tínum urtagarði, tá misti tú tín høgtelskaða mann og vit okkara elskaða pápa. Hetta varð ein svárur missur fyri okkum øll, tí pápi var eitt einastandandi gott menniskja. Seinni møtti tú Dávur, sum tú fekk 20 góð ár saman við. Líkað so góð sum tú hevur verið við Dáva, líkað so góður hevur hann verið við teg og okkum øll. At Dávur hevur mist teg nú, er hart fyri hann, men hann skal vita, at hann ikki verður gloymdur av okkum. Góða mamma, vit eru tær so takksamar fyri alt tú hevur gjørt fyri okkum, og fyri alt tú hevur lagt í okkum. At syrgja hevur sína tíð, men tá tað ringasta hevur lagt seg, so kunnu vit allar minnast aftur á og takka Gudi fyri, at hann gav okkum eina so góða mammu. Nú tú hevur latið aftur urtagarðsportrið her á fold og latið stóra Himmalportrið upp, hevur tú nógv at vera stolt yvir, tín urtagarður er væl røktur. Umframt okkum fýra við makum, so er Dávur, øll tíni ommu­ og langommubørn her, tú hevur familjuna, vinir og kenningar og øll tey, sum tú hevur stuðlað og hjálpt, øll hava fingið so nógv frá tær, tí tú syrgdi alla tíðina fyri at øll, sum vóru rundan um teg fingu umsorgan. Tú var tað góða urtagarðsfólkið, sum fekk alt at vaksa rundan um teg. Tú sáddi við kærleika, lúkaði við nærveru, vætaði við Guds orði og vardi okkum øll við tínum bønum. Góða elskaða mamma, túsund takk fyri alt tú hevur gjørt og verið fyri okkum, okkara makum, børnum, ­ ommu­ og langommubørnum. Friður verður við okkara høgt elskaðu mammu”. Elma, Oðny, Sunnuvá og Malan Maria Berg Jacobsen Søldarfjørður f. 19.04.24 – d. 17.06.08 Eli Frederiksen 70 40 ár í Timburhandlinum Fyrsta várdag, 22/2­2009, tá vár­ vónir nar vakna, tá fyrstu blómurnar kaga upp úr moldini, ja, tá bórust sorgar boðini: Bryndis Unadóttir, okkara kæri næmingur og floksfelagi, var ikki okkara millum longur; hon var flutt yvir í aðra tilveru. Hví? spyrja vit. Ein ung genta, ikki fylt 15 ár, í lívsins vári; hví skuldi hon longu leggja árarnar inn? Vit hava einki svar, kunnu bert drýpa høvur í sorg og leggja spurningar og svar í Harrans hendur. Bryndis kom í Argja skúla mitt í 2. flokki, og hevur hon sostatt gingið í okkara skúla meginpartin av síni skúla tíð. Viðmælið, sum hon fær frá næmingum og lærarum, er m.a.: ein glað, smílandi, jalig, stuttlig, dugna­ lig og sjálvbjargin genta. Hon var eisini virkin í ymiskum uttan fyri skúlan, t.d. í kappróðri og í ”Teensing”­kórinum, sum sang so vakurt og hugtakandi í Vesturkirkjuni og í kirkjugarðinum. Hóast hon var sjúk, so var tað ikki nakað, vit merktu í tí dagliga. Vit høvdu gott samstarv við heimið, og vit hava eisini fingið kunnleika um sukursjúkuna, sum Bryndis hevði. Bryndis dugdi at síggja týdningin av ymiskleikanum hjá øllum mennisk jum. Hon dugdi eisini at tala at, um okkurt órættvíst fór fram, og hon tordi og dugdi at siga tað, bæði við flokk og lærara. Haraftrat var hon sera dugnalig fakliga, og tað var al tíð lív í, har hon var. Hjartanemandi vóru minn ing ar­ løtur nar í Argja skúla. Tann fyrra var, tá floksfelagar, lærarar, prestur og for eld ur Bryndisar hittust í skúla­ stov u ni. Seinna løtan var, tá allur skúl in, saman við presti og vinfólkum hjá Bryndis, savnaðust í miðhøll skúl ans. Tá høvdu floksfelagar henn­ a ra gjørt eina myndatalvu við mynd­ um av henni, har tey eisini høvdu skrivað sera vøkur orð um hana. Har­ aftr at hava vit seinni havt vakra næm­ inga sangframførslu til minnis um Brynd is. Mikla mannfjøldin, sum var til jarðarferðina, vísti eisini, at Bryndis hevði nógvar vinir og kenningar. Hug rør andi var eisini at síggja floks­ felagar og aðrar vinir geva henni rós­ ur sum eina seinastu heilsan. Í sváru sorgini kunnu vit liva í vón ini, sum kór hennara so vakurt sang um við grøvina: ”We´ll meet ag ain”! Góðu foreldur, Pætur og familjan annars! Vit minnast Bryndis við takksemi. Harrin styrki tykkum í sorgini! Vit í Argja skúla Bryndis 1994-2009